fríggjadagur 7. januar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
17
VIKUSKIFTI
tí hvørt eygnabrá verður varpað út í
hvørja stovu, og hvør setningur verður
vigaður við stovuborðini, har veljararnir
umhugsa, hvussu teir ætla at brúka sína
atkvøðu.
– Eg haldi, tú brúkar eina rúgvu
av lýsingarorðum, segði Lars Løkke
Rasmussen við Helle Thorning-Smith,
sum hinvegin gjørdi greitt, at borgar liga
stjórnin eigur ábyrgdina av, at almennu
útreiðslurnar eru vaksnar alt ov nógv
seinastu níggju árini.
– Eg skrivi ikki søgubøkur, men po lit-
iska søgu, svaraði Lars Løkke Ras mussen,
sum speiskur legði aftrat, at Helle
Thorning-Smith misbrúkar sítt talent
og hevur deponerað sín avgerðarrætt hjá
fakfeløgunum. Tá Helle Thorning-Smith
so segði, at hon tímdi ikki í smálutir at
umrøða sítt egna fíggjarliga útspæl, var
Lars Løkke skjót ur at svara, at tað mátti
ikki verið so trupult at sett seg inní, tí alt
stóð á síðu 15 í hennara uppleggi.
Tann viðmerkingin sveið ivaleyst,
men eftir stóð tó myndin hjá Helle
Thorning-Smith av einum 33 ára goml-
um postmanni, ið skuldi standa uppi í
nærum 40 ár aftrat og lyfta tungar kassar,
tí Lars Løkke vil avtaka eftirlønina.
Pittelkow feldi dóm
Politiskir viðmerkjarar ljóða ofta sum
fótbóltsviðmerkjarar, tá teir umrøða
hólmgongur millum politiskar leiðarar.
Politiski substansurin verður sjóðaður
niður í útsagnir um, nær fólk hugdu upp
ella niður, og at enda verður útnevndur
ein vinnari, um viðmerkjararnir annars
ikki kunngera, at dysturin endaði við
javnleiki.
Spennandi var at síggja, hvussu polit-
isku viðmerkjararnir fóru at umrøða
hólm gonguna millum Lars Løkke Ras-
mussen og Helle Thorning-Smith, og
áhugavert var at staðfesta, at teir vóru
varnari í sínum niðurstøðum, enn teir
plaga at vera. Hans Engell helt gamaní í
Ekstra Blaðnum, at Lars Løkke vann, men
fleiri donsk bløð høvdu viðmerkingar
frá við merkjarum, ið vóru ósamdir, og
so stað festu tey bara, at ósemja var um
niður støðuna.
Kanska vísir hetta, at fjølmiðlarnir
óttast almikið at verða hongdir út sum ov
bláir ella ov reyðir, nú valið nærkast, og
valfepurin er um at koma í hæddina.
Ein, sum tó ikki helt seg aftur at út-
nevna ein vinnara í sjónvarpskjakinum,
var Ralf Pittelkow, viðmerkjari hjá
Jyllands-Postinum. Hann hevur altíð
verið meira borgarliga sinnaður enn
reyður, og í Jyllands-Postinum mána-
dagin spurdi hann rætt og slætt, um
Helle Thorning-Smith er før fyri at
stjórna Danmark.
Pittelkow staðfesti, at Helle Thorning-
Smith hevur leingi havt viðgongd í
veljara kanningunum og samstundis
nærum fingið frið frá fjølmiðlunum.
Tí hevur hon kunnað endurnýtt slitnar
orðingar úr skuffuni hjá spinndoktaranum
um, at borgarliga stjórnin gevur teimum
ríkastu skattalættar.
Men sunnukvøldið var øðrvísi. Lars
Løkke líktist einum manni við eini sak,
og jú longri og skjótari Helle Thorning-
Smith tosaði, jú meira trokaði spurn-
ingurin seg á, um hon er før fyri at stjórna
Danmark. Hon kundi ikki siga, hvussu
danskarar skulu fáast at arbeiða meira,
tí tað skuldi hon tosa við fakfeløgini um
fyrst, vísti Pittelkow á, og heldur ikki
kundi hon siga, hvussu almenni sektor-
urin skal effektiviserast. Haraftrat av-
noktaði hon mestsum, at hon ætlar at
hækka summar skattir, hóast andstøðan
sjálv hevur skotið hetta upp.
Fólk broyttu hugsan
Sosialdemokratar taka als ikki undir við
Ralf Pittelkow og halda hann gera Helle
Thorning-Smith órætt, tí í løtum beit
hon dyggiliga frá sær og gav Lars Løkke
Rasmussen turt uppá. Men alt bendir á, at
nýggjársrøðan hjá Lars Løkke og hólm-
gongan dagin eftir hava givið forsætis-
ráðharranum so góðan byr, sum hann
ikki hevur havt áður yvirhøvur.
Ein veljarakanning vísti 2. januar, at
48 prosent av veljarunum eru ímóti at
avtaka eftirlønina, meðan 41 prosent eru
fyri tí. Undirtøkan fyri at avtaka eftir løn-
ina er sostatt vaksin almikið, síðan bara
15 prosent vildu avtaka hana í 2005.
Ein onnur veljarakanning hjá Megafon
3. januar vísti, at ætlanin hjá Løkke at
koma burtur úr búskaparkreppuni hev-
ur størri undirtøku enn ætlanin hjá
Helle Thorning-Smith, meðan Helle
Thorning-Smith hevði størri undirtøku
sum stats leiðari. Men 4. januar vísti ein
veljarakanning hjá Gallup, at 44 prosent
av veljarunum vildu hava Lars Løkke
sum forsætis ráðharra og 39 prosent Helle
Thorning-Smith. Ein meiriluti helt eisini
Løkke duga betur at handfara kreppur,
meðan ein meiriluti helt Helle Thorning-
Smith vera meira sympatiska.
So hvat er hent síðan á nýggjárinum?
Lars Løkke Rasmussen hevur á fyrsta
sinni víst, at hann ikki bara ætlar at sita
og sóla sær í einum arvaðum forsætis-
ráð harrasessi og lata andstøðuna og
fjøl miðlarnar seta dagsskránna. Hann
hev ur nú sjálvur sett dagsskránna og
kundi tí við sínum eftirlønaruppskoti
fara áloypandi til verka og krevja av
and støðuni, at hon svaraði, hvussu hon
vil loysa búskaparligu trupulleikarnar
hjá Danmark.
Eftir veljarakanningunum at døma
halda danskarar framvegis ikki, at Lars
Løkke Rasmussen hevur heimsins størstu
atdráttarmegi, men vinnur hetta atkvøður
at enda? Kann hugsast, at veljararnir
heldur vilja hava greiða talu og fastleika í
ovastu politisku leiðsluni, og at politiska
leiðslan skal kunna virka óheft av mongu
treytunum hjá fakfelagsrørsluni? Og um
so er, at vinstravongurin kortini ikki
vinn ur næsta fólkatingsval, kemst tað
so av, at sosialdemokratiska verkætlanin
at uppbyggja vælferðarsamfelagið farnu
øldina hevur sigrað, men sigrað so nógv,
at flokkurin, ið skapti vælferðarmodellið,
ikki longur fær treytaleysa løn fyri
arbeiðið?
Spenningurin økist ið hvussu er, og
kanska í apríl ella mai fæst at vita, hvør
hevur størstu slagkraftina, Lars Løkke
Ras mussen ella Helle Thorning-Smith.
Eg skrivi ikki søgubøkur, men po lit iska
søgu, svaraði Lars Løkke Ras mussen,
sum speiskur legði aftrat, at Helle Thorning-Smith
misbrúkar sítt talent og hevur deponerað sín
avgerðarrætt hjá fakfeløgunum
Fá roknaðu undan ársskiftinum við, at Lars Løkke Rasmussen hevði nakran møguleika at vinna næsta fólkatingsval,
men eftir nýggjársrøðuna 1. januar 2011 halda fleiri, at hann væl kann vinna valið
mynd: Polfoto