fríggjadagur 7. januar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3
Sosialurin
15 ár við Finn
Norman
T
að eru nú eini 15 ár síðani,
vit fingu Finn Norman
Christensenbygnaðin. Hann
hevur ongantíð riggað, og
hann riggar framvegis ikki.
Bygnaðurin er ov stórur,
dýrur og óliðiligur. Hann
hóskar seg snøgt sagt ikki til
føroysk viðurskifti.
Hetta hava politikarar
fingið at vitað í mong ár,
men tað vísir seg ikki at vera
nakar vilji til at fara í holt við
henda trupulleika.
Viðhvørt fær man var
hugan av, at politikarar, sum
koma í Tinganes, gloyma,
at almenna skipanin er til
fyri borgaran og ikki øvugt.
Um
vanligi
føroyingurin
heldur, at hann fær for lítið
burtur úr almennu skipanini
og
almennu
umsitingini,
sum hon er uppbygd í
dag, so nyttar tað ikki hjá
landsstýrisfólki at spyrja
umsitingina, hvat hon sjálv
heldur. Tað svarið kenna vit
frammanundan.
Hálva milliard
eftir hæli
Nú tá vit standa framman
fyri einum fíggjarlógarhalli
upp á ein hálva milliard við
nøkrum sum líkist heimsins
hægsta skattatrýsti og heim
sins hægsta livikostnaði, so er
greitt, at man ikki bara kann
skatta seg úr trupulleikanum.
Tað er tíð at hyggja upp á
onnur alternativ.
Gamaní er tosið um til
feingisgjald skilagott, um
skipanirnar verða gjørdar
ordiliga, men ikki sum nú,
har man kemur við einum
skatti á tær dugnaligu fyri
tøkurnar í fiski og alivinnuni
og letur tær ódugnaligu
sleppa undan. Skal man hava
tilfeingisgjald, so skal tað
gerast konsekvent og verða
gjøgnumtonkt.
Tlifeingisgjald ella ikki,
so má man fara í holt við
at spara í okkara almennu
umsiting. Vit hava ikki ráð
til eina danska umsiting í
Føroyum. Norman Christen
sen
bygnaðurin
má
tí
broytast, og aðalráðini mugu
í hvussu so er fækka niður í
fimm ella seks aðalráð. Víð
kaðar heimildir mugu leggj
ast út til stovnar, so vónleysa
toppstýringin, ið vit síggja í
løtuni, heldur uppat.
Javnaðarflokkurin
friðað umsitingina?
Tað fellir mær nógv fyri
bróstið, tá mínir floksfelagar
í
samgonguni
ikki
taka
almennu umsitingina upp
á tungu við einum orði, tá
tosað verður um sparingar
og
skatting.
Tað
mátti
verið
fremsta
uppgávan
hjá Javnaðarflokkinum at
kanalisera so nógvar pengar
sum gjørligt út til tey, sum
tørva teir við heimahjálp,
sjúkrarøkt og ikki minst út
í skúlaverkið. Umsiting er
nakað, sum man noyðist at
hava, men ein hevur eina
skyldu til at gera hana so lítla
og smidliga sum gjørligt, so
so nógv sum møguligt fer til
vælferðina. Um so er, at man
við dagsins lógarsmíði og
umsitingarmodelli noyðist
at hava eina umsiting við
næstan tveyhundrað fólk
um í almennum stýrum,
so er lógarsmíðið og um
sitingarmodellið for vánaligt,
og annað skinn má takast um
bak – Kanska ov nógv blind
lógarkopiering úr Danmark?
Latið DIS’arnar fáa frið
At fara at pilka við DIS’arnar,
sum
Jóannes
Eidesgaard
leggur upp til, vil eg frámæla.
Vandin fyri, at ungar rímiliga
sterkar familjur flyta av
landinum, er ov høgur. Sjó
yvirmenn eru millum mest
mobilu fólk í heimunum,
og eg havi ein varhuga av
hetta burdi verið kannað
– at útisiglarar, sum jú oftast
eru menn í besta aldri við
konu og børnum, eiga lívið í
hvussu so er tað unga lívið í
mangari bygd kring landið.
Farið so heldur í holt við
umsitingina. Tað er skjótt hjá
fólki uttan fyri umsitingina
at gera eina nýggjan bygnað,
sum er smidligari og bíligari
enn tann núverandi. Tað
liggur tungt á Javnaðar
flokkinum og samgonguni
at fáa hetta gjørt.
Andstøðan hjálpir ikki
Úr andstøðuni er ikki nógv
gott í væntu. Orðini hjá
Høgna Hoydal á Fólkatingi
um, at blokkstuðulin til
Føroya átti at verða minkaður
í
einari
tíð
við
hálvari
milliard í halli, samstundis
sum flokkur hansara er
garantur fyri at almenna
umsitingin framvegis skal
vaksa eksplosivt, vísa, at har
er eingin realitetssansur.
At
seta
blokkstuðulin
í relatión til bruttutjóðar
úrtøkuna, sum Høgni Hoydal
ger, er bara fyri at royna
at fyrigykla fólki, at blokk
urin einki hevur at týða.
Høgni Hoydal burdi heldur
sett blokkin í relatión til
útreiðslusíðina av fíggjar
lógini, og í % av kostnaðinum
av almenna rakstrinum, so
kundu ikki minst Høgnasa
egnu
veljarar
sæð,
hvat
blokkurin hevði at týða fyri
tey, og teirra arbeiðspláss.
Tromin stendur í
ljósum loga, og
ein nevnd verður
niðursett um hvønn
lit húsini skulu hava
Javnaðarflokkurin
eigur
at gevast við friðingini av
toppinum av almennu pyra
midini, sum er miðsfyrist
ingin, og fara í arbeiðsklæðini,
so vit sleppa undan hesum
vanvirðiliga, har man bara
sparir niðast í almennu
skipanini, har Palliba merkir
tað meinast.
At Javnaðarflokkurin og
samgongan brúka kreftir
upp á eina grein 25 nevnd
um stjórnarskipan í hesum
tíðum, har tað búskaparliga
brýtur í bæði borð, er púra
ábyrgdarleyst og svarar til
at fara at tosa um, hvønn lit
húsini skulu málast, meðan
øll tromin stendur í ljósum
loga.
Grundlógararbeiðið
eigur í besta føri at verða lagt
á ís, nú vælferðarsamfelagið
er hótt, hóast vit hava eitt
tað hægsta skattarýstið í
heiminum við hartil hoyrandi
hægsta livikostnað í heimi
num. Har liggur uppgávan hjá
Javnaðarflokkinum, ið eigur
at bretta upp ermar og fara
til arbeiðis og gera veruligar
rakstrarsparingar úr erva í tí
almenna, og ikki brúka tann
víðagitna
plenuklipparan,
sum bara vísir vantandi rygg
og onga raðfesting.
Tíðargrein
Thomas Arabo
Almennar skipanir eru til fyri fólkið
– ikki øvugt!