fríggjadagur 7. januar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
16
VIKUSKIFTI
Fólkatingsval
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Hann hevur nærum bara havt trupul
leikar, síðan hann tók við for sætis
ráð harrasessinum eftir Anders Fogh
Rasmussen í 2008.
Lyklarnir til forsætismálaráðið vóru
neyvan handaðir honum, so skolaði ein
altjóða fíggjarkreppa inn yvir Danmark,
og bankar fullu sum flugur. Stjórnin
pjøssaði saman tveir bankapakkar at
standa ímóti ringasta uppganginum,
og í fjølmiðlunum hoyrdist mest um
húsagangir, rapaðar fastognarmarknaðir
og arbeiðsloysi.
Lars Løkke Rasmussen kom til alt
annað enn skorin klæðir í forsætis
málaráðnum, og oman á búskaparligu
trupul leikarnar fekk hann harða við
ferð í summum fjølmiðlum. Litrik
bløð vildu vera við, at honum dámdi
serstakliga væl tað søta lívið, og
al manna kunn gjørdu myndir av
mann inum, meðan hann drakk øl í
veitslulag.
At drekka øl hevur ongantíð verið
óvanligt í Danmark, men kortini kundi
nýggi forætisráðharrin tykjast í so
menniskjaligur, tí avmáldi stílurin hjá
Anders Fogh Rasmussen var nærum
ómenniskjaligur.
Hvussu Lars Løkke Rasmussen man
vera, fáa veljararnir høvi at siga sína
hugsan um, men ein keisari í ongum
klæðum er hann so ikki. Politisku
mótstøðufólk hans ara hava fleiri
ferðir sagt, at hann er ein dugnaligur
politiskur handverkari.
Hann kann gamaní tykjast rísin
viðhvørt og eisini hástórur, men tað
kemst ikki av, at hann ikki veit, hvat
hann tosar um, tvørturímóti. Hann er
væl inni í flestu málunum og skilir
fløktar samanhangir skjótt, og í orða
skift um kann hann standa upp ímóti
hvass astu hvirlunum og svara fyri
seg.
Spurningurin higartil hevur verið,
um evnini í honum vóru so fræg, at
hann eisini kundi gerast ein trúverdugur
stats leiðari. Seinastu tvey árini hava
danskarar ivast stórliga í júst hesum,
men eftir nýggjársrøðuna 1. januar,
tá hann kunngjørdi, at eftirlønin skal
avtakast, so staturin kann spara 16 mia.
kr. í eini hóttandi krepputíð, er hann
nógv róstur fyri at hava bæði dirvi og
slagkraft. Alt fleiri danskarar halda,
at Lars Løkke veruliga er førur fyri at
stýra donsku skútuni gjøgnum fíggjar
ligu brotasjógvarnar.
Uppgerð í sjónvarpi
Skandinavisku samfeløgini eru tiltikin
fyri at tryggja vælferðina hjá tí einstaka
so væl, sum tað yvirhøvur ber til. Av
tí sama er skattatrýstið í skandinavisku
londunum eisini ovurstórt. Í einum
landi sum Danmark, har væl
ferðarmodellið er so nógv hálovað, er
tað nærum halgibrot at skjóta upp at
taka rættindi frá fólki. Tað vanliga er
jú at geva veljarunum lyfti um fleiri
rættindi.
Men hetta var so tað, sum Lars Løkke
Rasmussen boðaði frá, at stjórnin fer
at gera. Eftirlønin skal avtakast, tí hon
kostar statinum ov nógv og skundar
undir, at fólk arbeiða ov stutt. Í meðal
arbeiða danskarar bara, til teir eru 61
ár, men tá eru nógv fólk hvørki gomul
ella slitin, og tí kunnu tey væl arbeiða
longri, segði Lars Løkke Rasmussen.
Við hesi fráboðanini trýsti hann
Helle ThorningSmith í verjustøðu
eina løtu, og fyrsta styrkiroyndin teirra
mill um eftir fráboðanina var longu 2.
januar, tá tey bæði dystaðust ein heilan
tíma í sjónvarpsstovuni hjá DR.
Tílíkir dystir eru altíð spennandi,
FlestU politisku viðmerkjArArnir høvdu avskrivað lArs løkke rAsmUssen
sum sigursharra á FólkAtingsvAlinUm í ár. men tá hann á nýggjárinUm
boðAði frá, at eFtirlønin skal AvtAkAst, vísti hann, at hann er ein óttAleysUr
politiskur leiðAri, ið torir at taka UmstríddAr avgerðir. fær hann háð ella
løn fyri sína nógv UmrøddU ætlan? skumpar helle thorning-smith sitandi
stjórn til viks, tí danskarar eru deyðAtroyttir av borgarligu leiðslUni
seinastu 10 árini? spenningurin er øktUr munandi síðan 1. jAnUAr
Slagkraftin
hjá løkke
trýstir nú
andstøðuna
Eftirlønin skal avtakast, tí hon kostar
statinum ov nógv og skundar undir,
at fólk arbeiða ov stutt. Í meðal arbeiða danskarar
bara, til teir eru 61 ár, men tá eru nógv fólk
hvørki gomul ella slitin