fríggjadagur 7. januar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3
16
Sosialurin
Í
Føroyum hava vit fólkaræði,
og í Føroyum eru vit tí akkurát
líka fólkaræðislig sum í øðrum
fólkaræðisligum londum. Soleiðis
man hugsanin vera mangastaðni,
men spurningurin er, um hetta er
satt. Fólkaræði hava vit gamaní
í sambandi við løgtingsval og
kommunuval. Vit greiða atkvøðu
fjórða hvørt ár, og tá hetta er gjørt,
hava vit givið nøkrum fáum politik
arum okkara vald at brúka eftir
vild. Flestu veljarar taka eitt heilt
valskeið ongantíð orðið alment um
politiskar avgerðir, og ivaleyst seta
nógv fólk seg heldur ikki í samband
við nakran politikara. Vit atkvøða
og eru so trúgv ímóti okkara
myndugleikum til næsta val.
Men hetta er ikki at vera virkin
fólkaræðisliga. Fólkaræði merkir
júst tað, sum orðið sigur, at ræðið
er hjá fólkinum. Tað vil so siga,
at atkvøðan fjórða hvørt ár er
ikki einasti háttur at vera við í
fólkaræðisligum tilgongdum. Nógv
meira enn atkvøðan við hvørt val er
almenna orðaskiftið hornasteinurin
undir fólkaræðinum, ið ongantíð
má fara í rot, men allatíðina eigur
at skáka seg sjálvt og á tann
hátt mennast. Á hesum økinum
kundi staðið munandi betur til í
Føroyum. Nøkur eru tey, sum taka
orðið alment, ikki minst politikarar,
fakfólk av og á og viðmerkjarar
annars. Men hesi fólk eru ikki mong
í tali. Tey eru fá.
Ungdómurin vantar
Haraftrat kemur, at tann skapandi
og virkisfýsni andin, sum býr í fólki
millum 20 og 30 ár, er sera veikur í
Føroyum. Hvørt ár í august mánaði
minkar fólkatalið munandi, tí ein
stórur partur av føroyska ung
dóminum fer uttanlands at lesa.
Hesi fólkini hvørva úr føroyska
fólkaræðinum, meðan tey standa
í besta blóma, og eru tí ikki við til
at gera av, hvussu samfelagið skal
skipast. Jú, tey sleppa at atkvøða,
meðan tey lesa uttanlands, men
á tann hátt leggja tey sítt vald í
hendurnar á nøkrum fáum politik
arum, ið neyvan lyfta eygnabrýrnar
fyri at takka teimum fyri atkvøðuna.
Teir hava fingið atkvøðuna, og tá er
valdið teirra.
Í øllum livandi fólkaræðisligum
londum fer ungdómurin upp á
barrikadurnar, tá hann heldur tað
vera neyðugt. Lestrarumhvørvini
eru mangan um at bresta av
progressiviteti, og í stirðnaðum
politiskum umhvørvum, ið ov leingi
onki mótspæl fingu, fata hugsandi
politikarar fyrr ella seinni, tá nýggir
vindar fara at blæsa. Teir mugu tá
laga sín politikk eftir teirri tíð, ið er
um at koma. Hetta var ikki minst
støðan í USA undir Vietnamkrígn
um, tá serliga ungdómurin reisti
seg ímóti harðræðinum hjá stati
num. Orsakað av sangi, røðum og
rópum mátti stjórnin at enda steðga
vitleysa krígnum, ið kostaði 58.000
ungum amerikanarum lívið.
Í Føroyum vantar okkum ung
dómsins villskap og progressivitet,
og tað einasta mótspælið, ið politiska
skipanin fær, er tí mótspælið, ið
miðaldrandi og eldri idealistar geva
skipanini. Summi hava átikið sær at
vera tey, sum journalistiskt finnast
at
skeivum
avgerðum.
Onnur
hava tikið upp á seg leiklutin at
vera viðmerkjarar, tá tað krevst.
Uppaftur onnur kunnu einstakar
ferðir gerast so indignerað, at tey
skriva í bløðini okkurt harmaljóð
um órættvísa atferð. Men hava vit
í landinum eitt breitt orðaskifti um
samfelagsviðurskifti, har fólk við
fjølbroyttum og væl undirbygdum
meiningum gera vart við seg? Tað
hava vit ikki.
Sekterisk fjepparamentan
Einasti vegur at koma longur fram
á leið á hesum øki er at uppala fólk
í fólkaræðisligari hugsan. Politisku
flokkarnir hava mangan gramt
seg um, at teir hava so truplar
umstøður at gera eitt nøktandi
arbeiði. Skrivstovurnar eru veikar,
pengarnir eru fáir, og góðskan á
politiska arbeiðinum verður tí ov
svikalig, ja, mangan tilvildarlig, siga
teir. Pengar krevjast sjálvandi fyri
at gera eitt nøktandi arbeiði, men
pengar eru ikki høvuðstrupulleikin.
Høvuðstrupulleikin er, at fólki í
politisku floksapparatunum vantar
fólkaræðisliga skúling. Tað er ikki
nóg mikið hjá flokkum at dúva
upp á sekteriskar viðloyparar. Teir
mugu eisini hava fólk, ið duga at
skifta orð og skilja fólkaræðisligar
tilgongdir, ja, sum hugsa reiðiliga.
Mín pástandur er, at vit í Føroy
um hava eina sekteriska politiska
mentan, sum als ikki er fólka
ræðisliga uppbyggjandi. Ert tú
sambandsmaður, heldur ein tjóð
veldismaður teg vera eitt tvørball.
Ert tú javnaðarmaður, snerkir ein
fólkafloksmaður at tínum grenji.
Velur tú Miðlflokkin, ert tú ein
átrúnaðarligur ørvitisknokkur, sum
heldur skuldi verið í hóvliga Sjálv
stýrisflokkinum. Júst sum í bardøg
um millum átrúnaðir steðgar alt
orðaskifti við, at øll spjaldramerkja
hvønn annan. Substansurin í teim
um mangan áhugaverdu málunum
hvørvur tí sum døgg fyri sól, og øll
verða taparar, tí avgerðirnar verða
ónøktandi.
Hesi sekterisku fjepparamentan
mugu vit sleppa okkum burturúr,
men tað sleppa vit ikki, um hesin
primitivi
fjepparahugburðurin
áhaldandi verður lagdur niður
í okkara børn. Vit mugu venda
skútuni. Her kann fólkaskúlin vera
við til at menna føroyska fólka
ræðið. Tað er sjálvandi alneyðugt, at
fólk læra at lesa, skriva og rokna, tí
dugir tú ikki tað, fært tú illa virkað í
samfelagnum. Men tað er sanniliga
eisini neyðugt, at tú lærir, hvussu
spælireglurnar eru í samfelagnum,
og hvussu tú sum borgari kanst
gera tína ávirkan galdandi í tínum
vaksna lívi. Hetta eiga føroysk børn
at læra bæði væl og virðiliga, og
tað kunnu tey gera við fólkaræði á
tímatalvuni frá til dømis 5. flokki í
fólkaskúlanum.
Klovin samleiki
Føroyingar eru oyggjafólk við
einum klovnum samleika. Í huga
heiminum fata vit okkum sum
land, ið er eins framkomið og onnur
vesturlendsk lond, og tí krevja vit
allar teir ágóðar, sum onnur hava.
Men djúpt í okkara sál eru vit eisini
andliga óframkomin, eins og av
byrgd oyggjafólk ofta kunnu vera.
Vit halda til dømis ofta, at fólk, sum
taka orðið alment, gera seg upp og
halda gang. Tey, sum av røttum
finnast at myndugleikum, verða
ofta hildin at vera uppreistrarfólk,
ið bara vilja skapa ruðuleika. Tey,
sum seta spurnartekn við átrún
aðarligar dogmur, verða summa
staðni hildin at skaða alla føroyska
mentan, ja, alt sálarlív á fold.
Alt hetta er tað reina møsn. Hvør
einstakur okkara hevur rætt til at
hava egna trúgv og egna politiska
sannføring, og ongin eigur at gera
seg inn á okkara sannføringar.
Men tað er sanniliga eisini loyvt
einum og hvørjum at vera við í
fólkaræðisligu
tilgongdunum
í
samfelagnum og seta spurnartekn
við alt, sum skapar iva. Hesin
rættur hevur seinastu 2300 árini
skapt tann framburð, ið hevur verið
í vesturheiminum. Tá menniskjan
sum einstaklingur varð loyst úr
trælkandi haftum, um tey so vóru
politisk ella átrúnaðarlig, blómaði
hon og samfeløgini við. Besta
dømið um hetta man vera gongdin,
ið hevði við sær, at USA gjørdist
heimsins máttmiklasta land.
So hví skulu vit hava fólkaræði
á tímatalvuna í fólkaskúlanum?
Tí tað er í lagi at reisa seg og taka
orðið. Tað er í lagi at menna sínar
retorisku gávur og læra seg at
grundgeva so væl, at tað at enda
verður skil í tí, tú sigur. Eitt virkið
fólkaræði skapar framburð og
syrgir fyri, at politiska skipanin
ikki verður ein deyður hylur, sum
rotin deymur stendur uppúr. Tað
er ein ógvuliga stór misskiljing, at
fittleiki, tøgn og undirlegni byggja
land. Bara valdsharrar og ógvuliga
konservativ fólk, sum ikki orka
gang, kunnu finna uppá at siga
nakað sovorðið tvætl. Latið okkum
tí við fólkaræði á tímatalvuni siga,
at vit seta rationalitet, realismu og
samfelagsmenning í hásæti tí tað
er neyðugt.
Kronikk
Uni Arge
Fólkaræði á tímatalvuna í skúlunum
Í føroyska fólkaskúlanum áttu næmingarnir frá 5. flokki at havt fólkaræði sum lærugrein. Har
skuldu teir lært, at orðaskiftir og grundgevingar eru hornasteinurin undir teimum avgerðum,
ið verða tiknar í samfelagnum. Tað er ein misskiljing, at fittleiki, tøgn og undirlegni byggja
land, og føroyingar eiga at gera upp við ta primitivu partapolitisku fjepparamentanina