fríggjadagur 7. januar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
15
VIKUSKIFTI
Tað vóru skakandi tíðindi í útvarpinum
her. Tey vildu verða við, at
føroyingar eta helvtina av
tí fiski, sum vit ótu fyri
30 árum síðani. Hvussu
føroyingar nú eru komnir
hartil, at vit eru farin at eta
fisk umaftur, sum vit ótu
fyri 30 árum síðani, segði
søgan einki um. Men vit
lata okkum ivast í, um fiskur,
sum upprunaliga varð etin fyri
30 árum síðani, smakkar væl.
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Eitt tað ringasta, helst tað ring
asta, við at doyggja er, at tú fært
ikki lisið minningarorðini um teg
sjálvan. Tú fært heldur ikki at
vita, um nøkur minningarorð eru
yvirhøvur.
Tað er ikki fyrr enn fólk eru
deyð, kólnað, farin í grøvini,
og so antin uppeftir ella longri
niður eftir, at onnur hava so øgi
liga nógv gott at siga teimum og
um tey.
Og so hoyra tey tað ikki, fáa
heldur ikki lisið tað. Ein ræðulig
lagna, sum bíðar eftir okkum
øllum.
Øll eiga at fáa síni minningar
orð, meðan tey enn eru her. Øll
hesi fløvandi orðini høvdu eisini
longt teirra lív.
Men soleiðis er ikki. Vit bíða
við at siga við fólk, at tey eru fitt
til tey ikki fáa takkað okkum.
Og hvussu við øllum teimum,
sum eingi minningarorð fáa við
sær út í einkið?
Forbannað ikki at sleppa at
lesa tað, sum tey fara at skriva
um meg, tá eg eri over and out.
Um nakað verður.
Her havi eg hug at steðga á
eina løtu og nevna ein nekrolog,
sum eg las í danska blaðnum
Information. Tað var fyrst í hálv
fjerðsunum, minnist meg rætt.
Tey vóru ljót, tey orðini. Einki
rós, ikki so frægt sum skammrós,
tann deyði fekk. Lýsingarorðini
vóru reyð.
Niðurstøðan var greið: endi
liga fór hann, hasin dummi fanin.
Hví ólukkan fara soleiðis við
einum líki? Hví ikki bara tiga og
einki skriva?
Jú, maðurin, sum skrivaði
minn ingarorðini, hevði rætt og
slætt einki gott at bera tí deyða.
So einfalt var tað. Høv und urin
var virkin í donsku mót støðu
rørsluni undir krígnum. Hann
var millum teirra, sum stovnaðu
blaðið Information. Tann deyði
var boðfretur og reyvasleikjari
hjá nasistunum. Honum varð ikki
ynskt hvíld í friði.
Spell, at eg ikki klipti mær
hasi minningarorðini úr blaðnum
og goymdi tey. Tey vóru og eru
enn eitt kuriosum.
Vónandi hevur tann, sum
skriv aði, sagt tí, hann skrivaði
um, alt hetta, meðan hann livdi.
Tí tá hann var farin, fekk hann
sum sagt einki við av tí, skrivað
varð um hann.
Sparka liggjandi mann? Jú,
gamaní, men tann, sum lá, var
longu deyður.
Sárini frá krígnum, krígs skað
arnir, lekjast ikki.
Danir gjørdu mótstøðu, harða
mótstøðu, tá tey vóru hersett. Tað
er vanligt, tað gera øll fólk uttan
føroyingar.
Tað undarliga er, at nú Dan
mark er við í tveimum herset
ingum langt burturi, partur av
amerikonsku imperialismuni, eru
tey ørkymlað hjemme i Danmark,
tí tey hersettu gera mótstøðu.
Ein øgiligur jammur, hvørja ferð
ein hermaður verður skotin ella
sprongdur í luftina. Og tað er ikki
eiti av minningarorðum heldur.
Men er hetta ikki kjarnin í
øllum kríggjum? Drep ella verð
dripin. Eitt kríggj er ikki eitt
telduspæl.
Aftur til minningarorðini.
Kanska prógva minningarorð
bara nøkur onnur orð: tú veitst
ikki, hvat tú hevði, fyrr enn tú
hevur mist tað.
Og tí koma tey góðu orðini
ikki fyrr enn ov seint.
Fyri at vera vís/ur í, at tú fært
nøkur minninarorð yvirhøvur,
ber til at skriva tey sjálv/ur, undir
dulnevni, senda tey til bløðini við
klausuli um ikki at prenta tey,
fyrr enn andlátið og jarðarferðin
eru lýst.
Tað var ein, sum stúrdi so
nógv fyri deyðanum. Alla tíðina
stúrdi hann, Hann stúrdi so nógv,
at hann orkaði ikki at liva við
hesi stúringini. Hann beindi fyri
sær.
Ikki tí, eg vænti mær ikki
meira av deyðanum enn av
lívinum. Bæði eru eittans.
Sum oftast eru minningarorð
bara eitt eftirmæli uttan formæli.
UmaftUrafturum
Høgni djurHuus
Norrøna á flog?
Illveður tarnar flogferðsluni –
Norrøna fer ikki til tíðina í kvøld
Útvarpið
Hvør er nevndarformaður?
Kirkjuskatturin verður
limagjald til fólkakirkjuna
Kringvarp.fo
Droppa so heilsuátøkini!
Almanna- og heilsumálaráðið vil
hava fleiri sjúklingar til kanningar
og viðgerðir í Føroyum
Útvarpið
Ljóðar logiskt
Síggja ikki sólarmyrkingina
Portal.fo
Hvør man hann vera?
Størsti revur nakrantíð
fangaður í Bretlandi.
Portal.fo
Góð jólagáva
Til dømis kanst tú taka uppá
Lýsing
Gott hugskot!
Blaðstjórin skal hava koyrilin
Portal.fo
Sigur seg sjálvt?
Fekk bót fyri hassj
Portal.fo
Vónandi ikki einsamøll
ABBA limur umhugsar at
endurstovna bólkin
Vágaportalurin
ranga
í
strúpan
Eftirmæli
Gamal fiskur
hvít jól skulu verða tað
mesta fantastiska sum
finst. jú, tað er heilt okay
at ganga og frysta við
bláum varrum um jóltíðir.
Tað er fínt at eta ræst
kjøt í bítandi kulda. og
tað er útmerkað at fara
á jólafrokost í kavaroki.
men hevði tað ikki verið
fantastiskt at kunna
gjørt hetta í Sandágerði
ella á leynasandi. enskir
turistar halda jól á
bondi beach í Sydney.
Kunnu
vit fáa
hesi
jólini
Heppin
lærarin fortelur næmingunum, at summi børn eru fødd ov tíðliga - og onnur ov seint.
Tá sigur lítli petur:
- áh, sum eg eri heldigur, tí eg eri føddur akkurát sama dag, sum eg fylli.