Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 Sosialurin Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Talgilda heilsuskipanin er ein tøknilig kollvelting av informa­ tións­ og arbeiðsgongdum í heilsu­ verkinum. Hon bindur kommunu­ læknarnar og starvsfólkini á øllum sjúkrahúsunum saman í eina samanhangandi informa­ tiónsskipan, har allir neyðugir upplýsingar um sjúklingin finnast, og sum tey autoriseraðu heilsu­ starvsfólkini fáa atgongd til í somu løtu, tey skulu brúka teir. Ítøkilig dømi um stóru fyrimunirnar Hvat alt hetta snýr seg um, kann kanska best lýsast við nøkrum ítøkiligum dømum: • Viðgerðin av sjúklingum verður samskipað frá fyrstu ferð teir fáa samband við heilsu­ verkið – frammanundan lógu journalir spjaddar í ymiskum arkivum, í ymiskum líki, við ymiskum upplýsingum og við ymiskari uppdatering. • Skjótari og lættari hjá heilsustarvsfólkunum at fáa fatur á teim røttu og dagførdu upplýsingunum, og í rættari tíð. Tað slepst undan seink­ andi spilltíð at leita í ymiskum journalum, og hartil veit heilsu­ starvsfólkið, at nú eru upp­ lýsingarnir altíð komplettir. • Minni vandi fyri feilum, størri effektivitetur, betri kvalitetur og minking av fløskuhálsum millum ymiskar partar av heilsuverkinum. Tað gevur betri møguleikar fyri at sjúk­ lingurin kann fáa ta røttu við­ gerðina skjótast gjørligt. • Sum dømi kemur ein hjarta­ sjúklingur inn akutt – nú ber til at síggja, um hann hevur verið hjá kommunulækna, evt. hvat medisin hann hevur fingið ordinerað umframt aðrar hjálpiupplýsingar frá kommunulæknanum. • Ávaringarupplýsingar koma at standa fremst í upplýsing­ unum. Kemur heilsustarvs­ fólk t.d. til at ordinera skeivt medisin, sum sjúklingurin ikki tolir, so reagerar og ávarar skipanin, eisini um man ordiner­ ar medisin, sum mótvirkar ella forsterkar medisin, man fær frammanundan. • Man sleppur undan at taka royndir sum t.d. blóðroyndir og røntgenkanningar uppí saman aftur, ella geva somu forklár­ ingar uppísamanaftur, um man skal frá einum heilsustarvsfólki til eitt annað, kanska enntá sama stað og sama dag. • Við THS skal sjúklingurin aktivt taka støðu til, um tað skal gevast loyvi til, at ávísir upplýsingar skulu kunna gevast víðari til onnur heilsustarvsfólk. Tvs. at sjúklingurin kann geva boð um, at ávísir upplýsingar um hann skulu loynistemplast (hetta hevur áður ikki borið til). • Eini 80% av øllum laboratoriu­ kanningum, røntgenkanningum o.t. á sjúkrahúsunum eru um­ bidnar av kommunulæknunum. Teir hava tí brúk fyri einum beinleiðis elektroniskum sam­ bandi fyri at fáa øll úrslit beinan­ vegin. Tað fáa teir við THS. Samstundis nýggj laboratoriu- og røntgenskipan Tað sum gevur nýggju talgildu heilsuskipanini enn størri fyri­ munir enn annars, er at vit eisini – samstundis sum vit hava uppbygt THS – hava framt kollveltandi nú­ tímansgerð og talgilding av allari laboratoriuskipani og røntgen­ skipanini. So upplýsingar frá laboratoriu­ og røngenkanningum nú eru atkomiligir í THS og tøkir hjá heilsustarvsfólkunum, í somu stund sum kanningarúrslitini fyriliggja. Framt eftir verklagslóg frá 2004 Fyrsta stigið til THS varð tikið við verklagslóg, sum undirritaði sum landsstýrismaður legði fyri løgtingið í 2004 og varð einmælt samtykt. Síðan fór ein drúgv prosess ígongd, við at útvega tøkniligu amboðini, uppbyggja skipanina við tillaging­ um til tørvin og fyritreytirnar hjá føroysku heilsustarvsfólkunum, og síðani at taka hana stigvíst í nýtslu á ymisku eindunum í heilsu­ verkinum, alt í tøttum samstarvi við avvarandi myndugleikar, m.a. við atliti til trygd fyri persónligu upplýsingunum hjá føroysku sjúklingunum. Nú kunnu vit ynskja tillukku! Eg skal viðganga, at tað var ikki heilt uttan bivandi hjarta, at farið varð undir hesa stórtøknu og kostn­ aðarmiklu verkætlan. Vit vistu, at tað fór at verða ein ómetaliga stór, torfør og tung uppgáva at fáa alt at eydnast. Vandin fyri fiasko var til staðar vistu vit frá nógvum ringum royndum í øðrum londum, í Norðan­ londum eins og aðraðstaðni víða um heimin. Við dirvi og áræði varð farið undir uppgávuna. Trupulleikar hava sanniliga verið á vegnum. Men við greiðum málum og við at leggja orku og sál í arbeiðið er tað nú eydnast, so vit kunnu siga tillukku, bæði til politisku skipan­ ina, fyrisitingarligu og heilsu­ fakligu leiðslurnar og til øll heilsu­ starvsfólkini, sum heilhugað hava luttikið frá fyrsta degi og gjørt ætlanina til veruleika. Vit eru tey fyrstu, sum hava fingið tað at eydnast! Vit kunnu eisini vera stolt av hesum frambroti! Við hesum tekur føroyska heilsuverkið tøkniliga eitt stig fram um heilsuverkið í øllum øðrum londum, tí vit verða tey fyrstu sum megna í eini og somu skipan at fremja eina tøkniliga samansjóðing av heilsuverkinum í eina samanhangandi skipan. Jú, tað finnast talgildar heilsuskipanir eisini aðrastaðni. Men ongastaðni í eini og somu skipan. Alla aðrastaðni hava tey verið noydd at uppbyggja nógvar ymsar skipanir, og so roynt at byggja brúgvar millum teirra – tað er nógv kostnaðarmiklari og hevur langt frá sama funktionalitet, sum var alt í eini skipan sum hjá okkum. Eitt er tøkni – framtíðarútlitini eru í okkara evnum Tá THS verður lýst sum ein tøknilig skipan, er tað ikki heilt rætt. Sum ein av oddamonnunum í verkætlanini, Jóannes Erik Køtlum einaferð segði við meg: “Tað er 20% teknologi og 80% organisatión.” Eitt er at keypa og installera teldubúna og forrit – Eitt annað og nógv størri er at fáa øll heilsustarvsfólk at skipa sítt arbeiði og samstarv sínámillum – á einum stovni og millum allar stovnar ­ til at gagnnýta og áhaldandi menna teir stóru møguleikarnar, sum útbúnaðurin veitir. Tí tað er ikki í sjálvari tøknini, men í okkara evnum og mátanum, vit megna at brúka tøknina, at tey veruligu framtíðarútlitini eru at finna. Talgilda heilsuskipanin størsta tøkniliga frambrotið nakrantíð í føroyska heilsuverkinum Eitt tað størsta bragdið í føroyskari heilsuverksøgu verður framt nú, ið sonevnda talgilda heilsuskipanin, THS, er sett í verk í øllum heilsuverkinum. Henda slóðbrótandi verkætlan verður fullførd, nú eisini Psykiatriski Depilin sum síðsta eindin í føroyska heilsuverkinum er tikin við í THS