fríggjadagur 7. januar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
AdAms við gittAr
Bryan Adams hevur verið ígjøgnum tað mesta.
hann hevur spælt erligan rocktónleik, er farin á
flog við yvirdimensioneraðum tónleiki og hevur
skrivað eymar – onkuntíð næstan plattar –
balladur. men eftir Adams liggur ein røð av framúr
góðum sangum, og hendan fløgan bjóðar einfaldar
live-framførslur av kendu sangunum hjá Adams.
Fløgan byggir á konsertferð í vár, tá Adams fyri tað
mesta spældi gittar og sang einsamallur fyri fólki.
Bryan adams
Bare Bones
heiðurslønt
Føroyskt
doom metAl
rockbólkurin hamferð hevur givið sína
fyrstu útgávu út, og á Planet Awards vann
bólkuri heiðursløn sum besta nýggja navn.
hamferð er á konsertferð hesa vikuna.
Í gjárkvøldið spældu tey í gøtu, í kvøld
verða tey at hoyra í havn og í annaðkvøld
á tvøroyri.
Hamferð
sjónleikarhúsið í havn 7/1
seglloftið á tvøroyri 8/1
nýggjur X FActor FePur
so er dr farið undir eina nýggja røð av X Factor sangkappingini. hetta hevur verið nakað av tí
best umtókta danska sjónvarpið seinastu árini, og føroyingar hava eisini fylgt væl við – serliga
tí føroyskir sangarar hava verið við. onnur sendingini í nýggju røðini verður fríggjakvøldið.
X factor
dr1
Fríggjakvøldið 7/1 kl. 19.00
STEypa
FóTbólTur
í OnglandI
Enska Fa Cup er
helst kendasta
steypakappingin í
heiminum, og tað eru
nógvar traditiónir
knýttar at kappingini.
nú koma stóru feløgini
upp í ársins steypakapping,
har tað plagar at henda nógv
óvæntað. í fjør tók leeds øll á bóli,
og teir hava eina stóra uppgávu
at loysa, tá ið teir vitja arsenal
leygardagin.
ArsenAl-leeds
Fa Cup
leygardagin 8/1 kl. 12.45
Føroyska songkvinnan Anna Faroe, sum
hevur verið virkin í danmark, hevur í
kvøld konsert í løkshøll í runavík. Anna
Faroe brakaði ígjøgnum í donsku X Factor
kappingini fyri einum ári síðani. hon gjørdist
ein av profilunum í kappingini, og síðani
hevur hon eisini givið fløgu út í danmark og
hevur havt nógvar framførslur har. nú kann
hon upplivast á palli í Føroyum saman við
føroyskum bólki.
Anna Faroe
Konsert í LøKsHøLL
Fríggjakvøldið 7/1 kl. 20.00
AnnA FAroe
Í løkshøll
nýggjárskonsert
árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya symfoniorkestri
verður leygarkvøldið. konsertin verður hildin í
norðurlandahúsinum í havn, og hon verður eisini send
til Føroya fólk umvegis kringvarpið. á konsertini spælir
symfoniorkestrið ymisk kend klassisk verk, og solistar
taka eisini lut.
nýggjársKonsertin 2011
norðurlandahúsið
leygarkvøldið 8/1 kl. 19.00