fríggjadagur 7. januar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
T
að er sum áður nevnt ikki
funnið nógv skrivligt
um teir gomlu Mortensen
menninar á Argjum.
Men Mourentius við Stein
hevði í 1949 í Dagblaðnum
eina samrøðu við Daniel
Paula Mortensen, kallaður
Palli, son Mortan á Argjum,
í samband við, at hann fylti
95 ár.
Vit taka brot burtur úr
hesi grein:
Dámdi væl
Jóannes bónda
Palli ber síni ár sjáldsama væl,
er týdligur enn sum altíð og
hevur javnt og samt okkurt
forvitnisligt at greiða frá.
Palli málber seg á so góðum
føroyskum máli sum fáur, og
lýsir tað kanska meira enn
annað tann tokka, ið hann
allar dagar hevur havt til sítt
kæra móðurmál.
Áðrenn vit reiðiliga hava
fingið samrøðu okkara mill
um í gongd, spyr Palli:
»Hvussu dámdu tygum
Jóannes bónda?«
Tað var eins og hann
við hesum spurningi vildi
tryggja seg og vita, hvønn ið
hann hevði fyri sær.
»Allir framfúsnir og fostur
landskærir føroyingar bóru
og bera Jóannesi bónda alt
gott,« svaraðu vit.
»Ja, ja, havnarmenn og
aðrir við royndu at halda
Jóannes fyri gjøldur, tá ið
hann talaði um at fáa vegir
gjørdar og havnir bygdar, og
nú rópa teir um allar Føroyar
eftir vegum og havnum. Jú,
nógv er broytt,« sigur Palli.
Mintist fyrstu
fiskiskipini
»Tað man so mangt vera
broytt í tygara tíð, Palli?«
»Ja, og ein hin størsta
broytingin er óivað tann,
ið stendur í sambandi við
fiskivinnuna. T.d. var einki
fiskiveiðuskip í Føroyum
fyrst ið eg minnist. Men
so komu tey fyrstu skipini
so við og við. Vágsbotnur
hevði »Lerkin«, sum var
langbummari, og Trappu
brøðurnir
keyptu
»Fox«,
eitt vakurt trýmastrað skip.
Teir vóru dúgligir menn,
teir á Trappuni. Eitt skipið
var »Gardar«, Hans Petur í
Garði á Eiði førdi tað, Petur
Bertelsen úr Kaldbak var
stýrimaður á tí.«
»Hvat hildu tygum serliga
seta dám á lívið og arbeiðið
í Havn, tá ið tygum vóru
ungur?«
»Oestrømstíðin
man
ivaleyst vera tann tíð, sum
mest setti sín dám á bæði
lívið og virksemið í Havn
–
aftrat
fiskiskapinum.
T.d. var tað eitt árið meðan
eg arbeiddi hjá Oestrøm,
at Pól Niklái í Nólsoy var
tvær ferðir við Rokkin við
»Delphinuni«, fyrru ferðina
fingu teir 20.000 fiskar og
seinru ferðina høvdu teir
10.000 – tilsamans eini 6700
skpd. Tað var óført.«
»Hava tygum onnur skip
í huganum frá teirri fyrstu
skipstíðini?«
»Ájú, tað var t.d. »Enig
heden«, ið sigldi fyri Oestrøm,
og so royndi Andrias Restorff
eisini at útgera skip til døg
lingaveiðu, tað var »Betzy«,
men tað vildi ikki reiðiliga
bera til. Í hvussu so var, so
noyddust teir at gevast. Og
so var tað »Nancy«. Ja, og
»Sønderjylland«, ið kaptajn
Faun førdi, tað sigldi fyri
handilin hjá Skibsted.«
Fýra hús á Argjum
»Argja bygd er nógv vaksin í
tygara tíð?«
”Ja, tað má ein siga. Her
vóru 4 hús fyrst ið eg minnist,
og nú líður væl at vera 50
hús á Argjum. Her eru um
250 íbúgvarar í bygdini nú,
so her hevur gingið framá
síðani abbi mín, Andrass á
Hólalagnum úr Hvalba setti
búgv her fyri stórthundrað
árum síðani.
Útróður
Eg róði nógv út við Gjáar
monnum, teir hava altíð verið
tiltiknir útróðrarmenn. Har
var ikki altíð líka tespuligt á
Norðhavinum tá, heldur enn
nú. Men dúgliga var rógvið
út. Tá var tað ikki so sjáldan
at bátar, ið vórðu soleiðis fyri
at teir fyri at hava lívd á landi,
løgdu á Kellingasund bæði
eystur og vestur. Men har
hevur verið tílíkt omanlop
hesi seinru árini, at har
verður ikki rógvið longur.
Bátasmíð
Faðir Palla’sar var bátasmið
ur, men Palli segði, at mann
yvirhøvur dámdu best bátar
nar hjá Jóhann í Garði og teir
royndust altíð líka væl.
Jóhann í Garði í Nólsoy
hevði seinast ið eg talaði
við hann, tá var hann longu
nakað
gamal,
gjørt
600
bátar, stórar og smáar. Eina
Ólavsøku stóðu á sandinum
í Vágsbotni 2 bátar, eitt átta
mannafarið, ið gjørt varð
í Mikladali og eitt tíggju
mannafarið, sum Jóhann í
Garði hevði smíðað. Tað varð
nógv talað um hesar báðar
bátar, ið báðir skuldu til Vágs.
Seinri hitti eg vágbingar og
spurdi, hvat ið teimum líktust
á bátarnar. Jú, søgdu teir, tá
ið farast skuldi vandaferðir
ella neyðsendaørindi, so tóku
teir altíð bátin, ið Jóhann í
Garði hevði smíðað – tílíkur
úrvalingur var hann.
Kr. 400 í stuðul
til molan
»Tit fingu tó í lag at byggja
hitt fyrsta føroyska havnar
lagið her á Argjum?«
”Molan? Ja, tað varð ofta
havt á munni at gera heilt
fyri sundinum. So einaferð
játtaði løgtingið 400 kr. í
studningi, og so gjørdu vit
molan – hann hevur verið
okkum ein góður stuðul.
Sjálv lendingin er eisini betri
útbygd hesa seinru tíðina.
Men soleiðis má lagið vera,
har ið fólkið skal taka alla
føði sína av sjónum.
Fingu bert eitt barn
men kortini nógvar
eftirkomarar
Palli giftist við Marionnu
Berg frá Gjógv. Tey fingu
Mortan føddur í 1884. Í
fólkateljingini 1890 vóru tey
trý í húsi saman við 13 ára
gamla Johan Pauli Berg frá
Gjógv, sum stendur fyri at
vera »tyende«. Hann mann
hava verið skyldmaður hjá
Marionnu.
Men í fólkateljingini í 1928
er nógv broytt. Nú eru tey
heili 15 fólk í húsi. Tá búgva
Mortan og Rakul inni við 11
av teirra 12 børnum.
Heima hjá Andreas hjá
Mortani er eisini í 1890
Pauline Sophie Berg, 23 ár,
arbeiðsgenta frá Gjógv. Hon
man sambært eftirnavninum
eisini hava verið ættarfólk,
so sambandið til Gjáar hevur
verið tætt.
Palli upplivdi at missa son
in. Hann var skipari á Nýggja
berg, sum gekk burtur við
mann og mús í 1942, helst torpe
deraður av týskum kavbáti.
Tveir synir eru á lívi
av øllum hesum 12. Tað er
Johannes, kendur sum trú
boðari, og so Sverri, sum er
ein kelda til hesa greinir um
Mortensenættina, eins og
hann var ein góð kelda eisini
hjá FFblaðnum í síni tíð.
Gravirnar í hesi grein eru
hjá Marionnu og Joen Jacob
sen Mortensen og teirra børn,
umrødd í seinasta parti.
Mortan á Argjum:
Palli hjá Mortan mintist fýra hús at vera á Argjum
Palli á Argjum (1854-1950) var yngsti sonur Mortan á Argjum og seinnu konu hansara Johanna Elisabeth.
Hann er grivin undir Svínaryggi saman við konu síni Marianna f. Berg, (1852-1931) frá Gjógv
DRENGEBARN
28-3 1916
DRENGEBARN
10.9 1919
LADER DE SMAA BØRN
KOMME TIL MIG OG
FORMENER DEM DET IKKE
JOEN JACOB MORTENSEN
F. 1.AUG. 1879
D. 24. JAN. 1916
JO NÆRMERE GUD JO
DYBERE NED I YDMYGHED
MARIANNE MORTENSEN
F. 15. MARS 1883
D. 5. FEB. 1972
Marianna Mortensen
Argir, sum Palli mintist bygdina
Palli á Argjum
Rakul og Mortan hjá Palla. Mortan fekk eina váta grøv
Í komandi parti verður
greitt frá Marin Malenu
Thomsen úr Sumba
og lagnusøguna hjá
hennara ætt. Hon
doyði á Sanatoriinum
29 ára gomul og varð
jarðað í Havn