Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 26 Sosialurin Vilmund Jacobsen KJ Hydraulik á Kambsdali hevur fingið tveir nýggjar sátt málar um at smíða tví­ kiljur. Hetta eru sáttmálar við alifeløgini, Bakkafrost og Luna, sum nú skulu hava tveir nýggjar bátar til sítt alivirksemi. KJ Hydraulik hevur gjøg­ num árini smíðað nógvar ali bátar, og bygginummarið hjá Bakkafrosti hesaferð er nummar 26 – og byggi­ numarið hjá Luna er nummar 27. Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ Hydraulik, sigur, at báðir bátarnir sambært sátt­ málanum skulu leverast tíð­ liga í summar. Hann vil ikki upplýsa sáttmálaprísirnar, men sigur, at slíkir sáttmálar koma sera væl við hjá fyritøkuni, sum eisini fevnir um so nógv annað virksemi. – Eitt er, at virksemið, sum alibátarnir skapa, ger, at felagið kann uppihalda sínum serkunnleika á hesum øki og góða samstarvinum við undirveitarar á hesum øki. Annað er, at hetta er við til at tryggja, at fyritøkan eisini kann veita aðrar tæn­ astur, sum KJ Hydraulik hevur á so mongum økjum. Stjórin sigur, at báturin, sum Bakkafrost í hesum førinum skal hava, er av tí størra slagnum. Hann verður umleið 13 metrar langur og 6 metrar breiður. – Báturin, sum Luna hevur bílagt, verður ein minni bátur, sum verður beint oman fyri 10 metrar langur – og 5 metrar breiður. Ólavur A. Olsen vísir á, at Luna frammanundan hevur tríggjar stórar bátar, sum KJ Hydraulik áður hevur smíðað til felagið. Hesir bátarnir hava sítt virksemi á Gøtuvík, Miðvági/ Sandavági og í Sørvági. – Hin minni báturin, sum verður smidligari, kemur so at arbeiða við ymiskum uppgávum á støðunum og millum støðirnar hjá felag­ num, leggur hann aftrat. Alt er føroyskt Alt konseptið við tvíkiljunum, sum KJ Hydralik er so kent fyri, er føroyskt. Bátarnir eru teknaðir í Føroyum, men sjálvir skrokkarnir verða smíð aðir eftir tekningum í Letlandi. – Tá skrokkarnir koma heim, er alt bara stál og aluminium. Síðan verður alt arbeiði gjørt liðugt í einum stórum tjaldi, sum vit hava her omanfyri hjá okkum á Kambsdali. Ólavur A. Olsen væntar, at báðir skrokkarnir koma heim úr Letlandi millum 15. og 20. februar, og ætlanin er, at teir skulu koma higar samstundis og við sama skipi. – Vit ætla nevniliga at leiga eitt skip heim við skrokk unum, leggur hann aftrat. Nógv liggur eftir Ólavur A. Olsen vísir á, at við hesi bygging og avtalu við skipasmiðju í Letlandi liggur meginparturin av byggikostnaðinum eftir í Føroyum. – Vit hava undirveitar her heima til el, timbur, nautiska útgerð og alt annað, sum skal gerast við bátarnar. Sjálvir gera vit koppar og spøl, og vit umboða sjálvir maskinu og krana, sum verða sett í bátarnar. Stjórin í KJ Hydraulik sig ur, at samstarvið við skipa smiðjuna í Letlandi merkir, at umleið 15% av sátt­ málaprísinum fer til Letlands, meðan øll restin liggur eftir heima í Føroyum. – Vit halda tí, at vit og teir partar, vit samstarva við í Føroum, hava eina góða avtalu, sigur hann. Saman við vinnuni Stjórin í KJ Hydraulik vísir á, at konseptið við alibátunum og hvørjum einstøkum báti sær er ment í neyvum samstarvi við teir, sum skulu hava bátarnar. – Hvør bátur hevur síni ser merki, ið alarin ynskir, at hann skal hava. Eitt nú hevur báturin, sum Bakkafrost nú skal hava, ljósmotor, ið er av sama slagi, sum høv­ uðs motorurin. Hesir eru av slagnum Iveco, og kranarnir eru av slagnum, Paalfinger. Vit umboða bæði hesi merk­ ini, leggur hann aftrat. Ólavur A. Olsen sigur, at tað er Kári Johannesen á Skála, sum ger timburarbeiði, og Sp/f PFJ El hjá Petur Frank Joensen á Eiði ger el­arbeiði. Radiobúðin í Saltangará er veitari av nautisku útgerðini, eins og Gummibátatænastan er veitari av bjargingar­ útgerðini. – Sandblásing og metali­ sering, sum er ein týðandi partur í verkætlanini, fer fram hjá Sandblástri við Ljósá, sum KJ Hydraulik eigur, sigur Ólavur A. Olsen. vilmund@sosialurin.fo KJ Hydraulik smíðar nú tvær tvíkiljur aftrat - Bakkafrost skal hava ein alibát av tí størra slagnum, og Luna skal hesaferð hava ein minni og smidligari bát til sínar uppgávur, sigur stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur A. Olsen ... tá skrokkarnir koma heim, er alt bara stál og aluminium. Síðan verður alt arbeiði gjørt liðugt í Føroyum... ÓLAVUR A. OLSEN KJ Hydraulik smíðar nú tvíkiljur nummar 26 og 27 – til ávikavist Bakkafrost og Luna Mynd: Jens Kristian Vang