fríggjadagur 7. januar 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Háldan
Gudmundsen
og
aðrir í Vágum hava fyri eini
tíð síðan keypt línuskipið
West Freeser, sum er fyrr
ver andi Pison, ið áður var
heimahoyrandi í Klaksvík.
Skipið, sum hevur ver ið
til umvælingar, klass ing ar
og upppussingar á skipa
smiðj uni MEST í Havn, er nú
klárt at fara til fiskiskap, og
ætlanin er at loysa leyg ar
dagin.
Tað er Sp/f Reynsatindur,
sum hevur keypt West Frees
er, ið eisini hevur fingið navn
ið, Reynsatindur.
Eiga fimm skip
Háldan
Gudmundsen
í
Sandavági er ein av eigar
un um, og hann verður eisini
reið ari á skipinum, eins og
hann er reiðari á øðrum skip
um, sum teir eiga í felag.
Hetta er nevniliga fimmta
skipið, sum hesir menninir
eiga í felag. Umframt Reynsa
tind, eru trý onnur fiski
skip, Venus, Havbúgvin og
Vesturtúgva. Haraftrat er
standbyskipið, Mars Chaser,
sum er í oljuvinnu í Angola.
Háldan Gudmundsen sig
ur, at teir í summar keyptu
línu bátin Grana frá bank
an um, og tað eru loyvini
hjá Grana, ið er seldur til
Noregs, sum nú eru flutt yvir
á Reynsa tind.
Knút skipari
Hann sigur, at skipið hevur
fingið manning, og skipari
verður Knút Høgagarð á
Toft um.
Manningin við Reynsa
tindi telir 14 mans.
– Skipið liggur við Vestaru
Bryggju í Havn, men ætlandi
verður farið inn á Toftir um
middagsleitið í dag eftir
kass um, agni og ísi. Gongst,
sum ætlað, verður farið til
fiskiskap leygardagin.
Háldan
sigur,
at
nú
Reynsa tindur fer til fiskiskap,
er skipið í góðum standi.
– Hetta er eitt gott skip,
og vit eru ógvuliga glaðir fyri
keypið.
Hann vil tó ikki upplýsa,
hvør prísurin er, nú klárt er
at loysa til fyrsta túr.
Hampilig útlit
Reiðarin heldur, at útlitini
eru hampiliga góð, nú tað
vísir seg, at toskurin av álv
ara gongur inn aftur í fiski
skapin, og útlitini við hýsuni
eru ikki verri, enn tey hava
verið í longri tíð.
– Hýsuveiðan hevur verið
vánalig, men í seinastuni
hevur hon ikki verið lakari
enn annars. Hinvegin sær
áhuga vert út við toskinum
frameftir, sigur Háldan Gud
mundsen, reiðari
Reynsatindur klárur at loysa
Sp/f Reynsatindur í Sandavági hevur keypt línuskipið West Freeser, sum seinastu
mánaðirnar hevur verið til umvælingar, upppussingar og klassingar á skipasmiðjuni
MEST í Havn. Nú er klárt at loysa, og skipari og manning eru sett
Manningin við Reynsatindi
telir 14, og skipari verður
Knút Høgagarð av Toftum
Vilmund Jacobsen
Miðalprísirnir á Fiska markn
aði Føroya mikudagin vóru
millum teir bestu í langa tíð
– og kanska helst teir bestu
nakrantíð fyri eina so fræga
nøgd av fiski, sum talan var
um hendan dagin.
Talan var um tilsamans
154 tons, sum vórðu seld fyri
góðar 3,2 miljónir krónur.
Hetta gevur ein miðalprís
fyri øll fiskasløgini samanlagt
á 20,82 fyri kilo.
Orsøkin til, at miðal prís
ur in var so høgur hend
an dagin er í fyrsta lagi, at
nógv havtaska, toskur og
kongafiskur var á markn að
in um, og haraftrat fingu tey
1012 tonsini, sum eisini vóru
av hýsu, góðan prís.
Bestu miðalprísirnir á hav
tasku lógu uppi á sløkum 29
krónum fyri kilo, og toskur 3
og toskur 4 fingu miðalprísin
16,22 og 13,41 krónur fyri kilo.
Hýsa 2 fór fyri 15,55, og
besti
miðalprísurin
fyri
konga fisk var góðar 17 krón
ur fyri kilo.
Samanlagt var miku dag
urin ein góður dagur fyri skip
og bátar á Fiskamarknaði
Føroya.
vilmund@sosialurin.fo
Metprísir á
uppboðssølu
20,82 krónur fyri kilo. Tað var miðalprísurin
fyri søluna av tilsamans 152 tonsum av fiski
á Fiskamarknaði Føroya mikudagin
Reynsatindur er fyrrverandi West Freeser,
ið upprunaliga er línuskipið Pison, sum
var heimahoyrandi í Klaksvík
Mynd: Jens Kristian Vang
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Leiðari til Heimatænastuna
í øki 5 Suðuroy
Í tráð við ætlanirnar hjá Heimatænastuni
um at samskipa allar tænastur innan eldra
økið, søkja vit eftir einum leiðara til Røktar
heimið í Vági. Starvið fevnir eisini um
samskipan av heimatænstuni í Suðuroyar
sunnaru helvt. Starvið verður sett skjótast
gjørligt.
Ert tú ein íverksetari, hevur hug og dirvi at
ganga nýggjar leiðir, og møta nýggjum
av bjóðingum, er tað tær vit hava brúk fyri.
Talan er um eitt nýtt og spennandi starv
við nýggjum avbjóðingum innan eldrar
økið. Sum partur av leiðslutoyminum í øki
5 fært tú møguleikan at vera við til at upp
byggja og samansjóða allar nærtænastur,
ið Heimatænastan hevur at bjóða í Suður
oyar sunnaru helvt.
I dag fevnir tilboðið í Suðuroyar sunnaru
helvt um:
• 24 búpláss og umlættingarpláss
á røktarheiminum í Vági
• 12 búpláss og umlættingarpláss
á eldrasambýlinum í Vági
• Heimasjúkrarøkt
• Heimahjálp
• Mattænastu
• Økisterapi
• Dagtilboð til heimabúgvandi
pensjónistar
Saman við starvsfólkunum fert tú at skipa
eina fyrstafloks samansjóðaða nær tæn
astu, har vit eftir “Eden hugsjónini” stuðla
virkisførleika og vælveru hjá tí einstaka
borgar anum. Har góður yrkisligur og
menn iskjaligur kunnleiki miðvíst tryggjar,
at borg arin er í góðum hondum.
Vit vænta av tær, at tú:
• Hevur útbúgving og autorisatión sum
sjúkra røktarfrøðingur
• Hevur hollar royndir innan eldraøkið
• Hevur hug og hegna at fyrisita og leiða
• Hevur evni at samstarva við búfólk,
avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
• Fyrimunur er, um tú hevur
eftirútbúgving innan leiðslu
• Koyrikort til bil
Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av:
• Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdina
av veittum tænastum.
• At stuðla og menna starvsfólki
• At búfólkaeindirnar virka í samsvar
við “Eden hugsjónina”
• At virkað verður innan givnar
fíggjarkarmar
Vit bjóða:
• Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Fakliga og persónliga menning
Starvið er skipað við tilvísing til Økisleiðaran
í Heimatænastuni í øki 5
Setanar- og lønarviðurskifti:
Setanarstaðið er Nærverkið við tænastu í
løtuni í Heimatænastuni í øki 5. Løn og
setanarviðurskifti er sambært sáttmála
mill um Fíggjarmálaráðið og Felagið Før
oyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Jeannu í Lágabø, økisleiðara, á tlf.
373907.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógv
um, viðmælum v.m. skulu sendast til:
Nærverkið / Heimatænastan
Stílað: Gunnleyg Durhuus, leiðari
Argjavegur 26
Postsmoga 3037
FO 110 Tórshavn
Umsóknarfreist : 17. januar 2011
Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar
fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd
og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu
leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í
Nærverkinum.