Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 3 · 7. januar 2011 2 VIKUSKIFTI TænasTusTøði Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Facebook, twitter og onnur sosial net­ verk fara at vinda alsamt meiri uppá seg, og meðan tað er eitt upplagt høvi hjá fyritøkum at lýsa á hesum síð­ unum, so kann tað hinvegin eisini ger ast banahøggið, um umtalan gerst nega tiv. Feskar kanningar vísa nevniliga, at fólk líta meiri á tað, sum vinirnir á netinum siga, enn á aðra umtalu av vørum og tænastum. Sonevnd »Questions & Answers­rúm«, har til ber at spyrja um líkt og ólíkt á netinum, og har øll kunnu svara, fara at viga alsamt meiri, tá fólk skulu keypa sær vørur ella tænastur. Ístaðin fyri at spyrja eitt fólk í senn – og bara tey, tú kennir frammanundan – fert tú í alt størri mun at spyrja øll, sum eru online. Svarini í einum slíkum virtuellum spurnar rúmi fara at verða lisin av ótelj­ andi fólkum, og tí er tað altavgerandi fyri viðkomandi fyritøku, at umrøðan er góð. Er hon negativ, kann tað fáa fatal ar fylgjur, tí øll kunnu lesa vánaligu skots málini. Virki og fyritøkur mugu tí minn ast, at allir kundar eru møguligir ummæl­ arar á netinum, og tað eigur at hava við sær, at tænastustøðið sum heild fer at hækka. Lyftið sum ikki heldur Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Regin Hammer / Álvur Haraldsen 2 Klumma: Lyftið sum ikki heLdur 4 IntEvIEw: regin hammer 6 tIPS: Best í 2010 8 14 uPPSKot tIl Listarverk frammanfyri fimi 10 HEIlSuSíðan: sunnari 2011 11 90 SEKund: soLBy eLiasen 12 BaKgRund: googLe trends 14 tIl aRBEIðIS: Ása gaardLykke 15 umaftuRaftuRum: høgni djurhuus 16 BaKgRund: sLagkraftin hjÁ Løkke 22 mIðlamJaRR: tað siga tey Á faceBook og í miðLunum 23 tað HEndIR: konsertir, tiLtøk, Bøkur og annað 24 vIKumyndIn: vaLstríð í danmark Eg skal klænka meg. Eg skal íðka meira ítrótt. Eg skal gevast at roykja. Eg skal eta sunnari. Ár eftir ár billa vit okkum inn, at vit kunnu gera grundleggjandi broytingar í okkara lívi, tá ið ársskiftið er. Tá ið vit nú fara frá at skriva 2010 til at skriva 2011, hava vit sett okkum fyri, at nú skal vend koma í. Sigarettin skal sløkkjast út – með alla. Grillmaturin skal haldast burtur, so at pláss verður fyri eini gularót og eini banan ístaðin. Og onkrar løtur í lenistólinum framman fyri sjónvarpið skulu avloysast av motiónsløtum. Trupulleikin er bara, at vit duga ikki serliga væl at halda okkara lyfti. Vit eru ikki íðin og áhaldandi, tá ið alt kemur til alt. Ein kanning av nýggjárslyftum vísur, at fimtahvørt lyfti rýkur fyrstu vikuna av nýggja árinum. Ja, fyrstu vikuna! So langt klára summi av okkum at strekkja okkum. Summi klára at halda nakað longri, men kanningar vísa eisini, at tað eru tey fægstu, sum í longdini veruliga klára at broyta gamlar vanar, tá ið broytingarnar byggja á nýggjárslyfti. Kvinnur og menn eru ymisk – halda vit. Men kanska er ikki so stórur munur á okkum, tá ið tað snýr seg um nýggjárslyftini. Ein donsk greiningarfyritøka hevur funnið fram til, at bæði kvinnur og menn geva flest lyfti um at tapa seg. Menn vilja eisini íðka meira ítrótt, meðan kvinnur ynskja sær meira tíð fyri seg sjálvar – kanska behøvast menninir so ikki at ynskja sær tað, men fáa ágóðan av tí. Tað, sum stendur niðast á listunum, er, at fólk vilja drekka minni, so har verða ikki tær stóru flytingarnar gjørdar um ársskiftið. Kanska er tað ein roynd at lætta samvitskuna nakað, at vit lova bæði eitt og annað í sambandi við nýggjárið. Ja, vit kenna okkum næstan noydd til tað. Forpliktað. Tíðin fyri nýggjárið er ofta ein tíð, har vit liva í sús og dús. Nógv er at eta og drekka, nógvar veitslur at fara í, gott lív og nógvur hugni. Og so skal rokningin betalast, tá ið januar kemur. So freistast vit til at lova høgt og heilagt, at vit nú skulu broyta lívsførsluna. Men hitin er stokkutur. Og niðurlagið kennist meint – í eina stutta tíð ­ til vit hava gloymt alt um lyfti og lívsførslu, og aftur eta tað, sum vit hava hug til, og røra okkum so lítið, sum vit plagdu, og ikki geva tí tann minsta tankan – fyrr enn næsta nýggjár. Tað er kosmiskt komiskt at geva nýggjárslyfti – men kanska besta dømi um, hvussu vit menniskju eru. Vit vilja – kanska ikki gjarna, men neyðturviliga – broyta okkum og betra okkum, men tað heldur sjáldan í longdini. INNIHALD klumman Eyðun Klakstein FrAmtíðArgrANSkArAr hava hugt djúpt í krýStALkúLuNA, og eitt, sum FLEStu teirra eru SAmDIr um, er, at HANDILS- og tæNAStuvINNAN má spíla seg út, um HENNI skal vera lív LAgAð. orsøkin eru SoSIALu netverkini á NEtINum Fólk fara í alt størri mun at spyrja seg fyri á netinum um royndir, sum onnur hava havt við ymsum vørum og tænastum, áðrenn tey sjálvi fara út at keypa. Tað merkir, at tænastustøðið sum heild má hækka, tí allir kundar eru møguligir ummælarar Betri tænastu­ støði í 2011