Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 4 Sosialurin Kvívík í fokus Mikudagin verður Oyggjablaðið aftur í Sosialinum. Her kanst tú millum annað lesa um: Gunnvá: Deiliga bygdasligt í Kvívík Borgarstjórin: Lítil bygd við øllum hentleikum Nýggjur barnagarður og fegin børn Lítil bygdahandil á alnetinum Hús nr. 150 Eyðun Klakstein Dokumentarsendingin Ein heilt vanlig óvanlig familja, sum DR2 sendir í kvøld, fylgir familjuni hjá Lars Løkke Rasmussen. Danski forsætisráðharrin er giftur føroysku Sólrun Jákups­ dóttir, og tey eiga trý børn. Tey greiða øll frá, hvussu familjan hevur tað við øll­ um tí, sum fylgir við at páp­ in er forsætisráðharri. Løg­ reglufólk og PET­agentar eru um familjuna 24 tímar um døgnið, forsætisráðharrin er støðugt í brennideplinum, og samstundis skulu tey hava eitt familjulív at virka. Familjan verður noydd at ansa væl eftir, hvat tey gera, og tað greiðir dóttirin Lisa millum annað frá. – Eg ansi eftir, hvat eg sigi og geri, og hvar eg eri, so eg ikki fái trupulleikar. Beiggi mín var til eina her­ mannaveitslu, og so komu myndir av honum fyrst á Facebook og seinni í miðl­ arnar. So eg havi fingið allar býttisligar myndir av mær strikaðar á Facebook, sigur 15 ára gamla Lisa. – Vinkonurnar hjá mær vita eisini, at eg havi nakrar avmarkingar og má ansa betur eftir, enn um mamma og pápi min arbeiddu í Super Best, sigur hon. Sendingin um familjuna hjá Løkke og Sólrun verður at síggja á DR2 í kvøld kl. 20.20. Eyðun Klakstein Í nøkur ár hevur føroyska Victoria Wild arbeitt sum strippari í Danmark, og í fjørsummar var hon í Før­ oy u m og undirhelt. Hon stripp aði á náttklubba í Havn og brúkti millum ann­ að føroyska tjóðarbúnan í sínum showi. Tá segði Victoria Wild soleiðis við Sosialin um at strippa í føroyskum búna: – Síðani eg byrjaði at strippa, havi eg havt eina ætlan um, at eg fara til Før­ oya at strippa í føroyskum klæðum. Fýra ár seinni er tað veruleiki. Eitt ella annað stað eri eg nokk so stolt av at verða føroyingur, og eg eri ikki flov at verða strippari. Tað kann verða, at fólk taka hetta illa upp, men eg síggi einki galið við tí. Hvat er galið við einum flottum, naknum kvinnukroppi í føroyskum klæðum. Sjónvarpið fylgdi Victoriu Wild til arbeiðis í Føroyum, og Sjónvarpið hevur eisini gjørt upptøkur við henni í Danmark. Til Danmarkar at strippa Victoria Wild sigur soleiðis um, hvussu hon bleiv stripp­ ari. – Tað var øgiliga spontant, at eg bleiv strippari. Mest sum frá einum degi til ann­ an. Eg hevði ongantíð sæð eitt strippshow í mínum lívi, men knappliga fekk eg eitt hugskot um, at eg vildi til Danmarkar at verða strippari, sigur hon. – Eg dugi ikki at siga, hvar hugskotið kom frá, men eitt ella annað stað havi eg havt hug at gera tað, og so gjørdi eg tað. Eg ringdi til eitt stripparabureau í Dan­ mark, og tey skaffaðu mær upplæring. Eg gekk til undir­ vísing í tveir mánaðir, áðrenn eg var til reiðar at fara út strippa. Sendingin um Victoriu Wild verður at síggja í SvF hós kvøldið 20. januar. eydun@sosialurin.fo STRIPPARI Sjónvarpið hjá Kringvarpinum hevur fylgt føroyska stripparanum Victoriu Wild til arbeiðis. Sending um hana verður at síggja í Sjónvarpinum í næstu viku. Sjónvarpið fylgir føroyskum strippara – Tað var øgiliga spontant, at eg bleiv strippari. Mest sum frá einum degi til annan. Eg hevði ongantíð sæð eitt strippshow í mínum lívi, men knappliga fekk eg eitt hugskot um, at eg vildi til Danmarkar at verða strippari, sigur Victoria Wild Mynd: Jojofoto.dk Familjan hjá Løkke ansar væl eftir DOKUMENTAR DR2 sendir í kvøld dokumentarsending um familjuna hjá Lars Løkke Rasmussen. Dóttirin Lisa greiðir frá, at hon ansar væl eftir, hvat hon ger.