Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 Sosialurin Randi Jacobsen Brekað børn og børn við var­ andi sjúku í Føroyum fáa langt burtur frá ta hjálp, sum tey hava fyri neyðini. Tey eru snøgt sagt slept upp á fjall. Børnini mugu sleppa til bæði fysioterapi og ergoterapi fyri at halda vøddarnar við líka. Fysioterapi hjálpir upp á stóru vøddarnar, og ergo­ terapiin hjálpir upp á fín­ motorikkin. Men seinastu mánaðirnar hevur ikki borið til hjá teim­ um umleið 100 likamliga børn unum við breki ella var­ andi sjúku at sloppið til ergo­ terapi. Orsøkin er tann einfalda, at eingin sáttmáli er mill um Heilsutrygd og Ergo terapi­ felagið, og tað dregur út at fáa gjørt nýggjan sáttmála. Torført at gera sáttmála Hanna á Reynatúgvu, for­ kvinna í Ergoterapeut fe­ lag num harmast, tí hon veit, hvussu ringaru støðu børnini eru í. Samstundis er hon bilsin um, at ikki fleiri royna at streingja á fyri at fáa sáttmálan gjørdan. Tað er hennara fatan, at Heilsu ­ málaráðið, sum er sam ráð­ ingarpartur, ikki hevur nóg nógva ella ikki brúkar nóg nógva orku til hesar sam­ ráðingar. Katrin Gaard, fulltrúi í Heilsumálaráðnum sigur, at ráðið hevur sent felagnum fundarboð. Hon sigur annars, at tað er trupult at gera sáttmálan. Ikki ber til bara at umseta ein danska sáttmála, tí her eru ergoterapurtarnir, sum sáttmálin fevnir um, privatir og ikki almennir, sum teir eru aðrastaðni. Broytt kunngerð Áður var eingin trupulleiki hjá foreldrum at børnum við breki ella varandi sjúku at fáa ergoterapi til børnini. Tað kravdi bara eina ávísing frá kommunulæknunum, og rokningin varð send Al­ mannastovuni. Men so varð kunngerðin hjá Almannastovuni broytt soleiðis, at treytin fyri at veita stuðulin er sáttmáli við Ergoterapeutfelagið. Ergoterapeutar hava hóast sáttmálaloysi í nøkrum førum átikið sær at geva børnum ergoterapi og bíða við at senda rokningina. Heilsumálaráðið sigur, at tá ið sáttmálin er komin í hús, verða rokningarnar rindaðar. Men eftir standa fleiri børn við limsbreki ella var­ andi sjúku og fáa ikki ta ergoterapi, sum tey hava fyri neyðini. Hundrað gloymd brekað børn Við tað at eingin sáttmáli er gjørdur millum Heilsutrygd og Ergoterapifelagið, fáa børn, sum bera brek ella hava varðandi sjúku, onga ergoterapi. Ergoterapeutfelagið harmast, at Heilsumálaráðið ikki hevur betri stundir at samráðast Randi Jacobsen Tvístøðan millum Ger­ hard Lognberg og hini almennu umboðini í Javnaðarflokkinum er ikki loyst enn, síð an ting ­ bólkurin og lands stýr­ isfólk floksins fríggja­ dagin alment eft ir lýstu Gerhardi Logn berg og bóðu hann koma til ar­ beiðis í flokk inum. – Nei, eg havi hvørki hoyrt nakað frá John Johannesen ella Jó ann­ esi Eidesgaard, men Helena Dam á Neysta­ bø ringdi tað kvøldið og boðaði frá, at hon ikki stóð aftan fyri bræv ið, sigur Gerhard Logn­ berg. Sjálvur heldur hann seg føra javnaðarpolitikk við ikki at góðtaka, at eldraøkið og skúlaøkið verða løgd út til komm­ un urnar at umsita. Ger hard lognberg end­ ur gevur formannin í lær­ arafelagnum, sum hevur sagt, at tað bjargarikki skúla verk inum at lata smáar skúlar aftur. Ótolandi viðurskiftini í flokkinum fingu Ger­ hard Lognberg at venda sær til Sandoyar Javn­ aðar felag og biðað um fund. – Fundurin verð ­ ur í kvøld. Eg havi onga hóming av, hvør niður­ støðan verður, um eg fari frá ella hvat, sigur Ger hard Lognberg. Fult starv í tinginum Fríggjadagin varð Ger­ hard Lognberg endur­ givin fyri at siga, at løg­ tings arbeiðið var hálvt, og borgar stjóra starvið hálvt. – Eg má viðganga, at eg havi verið mismæltur. Borgarstjórastarvið er hálvt, men tingarbeiðið er fuylt starv, og tað fái eg eisini fulla løn fyri. Hergeri Nielsen, ting formaður sigur, at tað er einki sum eitur at arbeiða hálva tíð i ting­ in um. Gerhard vendir sær til baklandið Gerhard Lognberg, løg tings­ maður Javnaðarflokins vil hava at vita frá lokalfelagnum í Sand oynni, um hann førir rættan javnaðarpolitikk ella ei Gerhard Lognberg leitar sær nú stuðul í sínum egna valdømi Savnsmynd