mánadagur 10. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Nú skal tað vera slutt við
hesum skammiliga mismuni
ímillum tímalønt og fastlønt
á arbeiðsmarknaðinum.
Tað sigur Hans Pauli
Strøm, løgtingsmaður fyri
sambandsflokkin.
Í næstu viku fer Løgtingið
at viðgerða ikki færri enn
tvey uppskot um at geva
tímaløntum rætt til at vera
heima hjá sjúkum børnum,
uttan at missa løn.
Annað uppskotið hevur
Hans Pauli Strøm lagt fram
fyri Javnaðarflokkin og hitt
uppskoti hevur Miðflokkurin
lagt fram.
Hans Pauli Strøm sigur,
at mismunurin, sum arbeiðs
marknaðurin ger á tíma
løntum
og
fastløntum
í
hesum sambandi, er ein
stórur skammblettur.
– Sum tey einastu á føroy
ska
arbeiðsmarknaðinum,
eiga tímalønt ikki eiga rætt
til løn fyri at vera heima
barnsins fyrsta sjúkradag
og tað er ein av teimum
ljótu mismununum á okkara
arbeiðsmarknaði.
– Tá ið eitt barn hjá fast
løntum foreldrum verður
sjúkt,
er
bara
at
taka
telefonina og boða frá, at tey
tíverri ikki kunnu koma í dag.
Men tey varðveita fulla løn,
uttan at tað er neyðugt við
váttanum av nøkrum slagi
– Men hjá einum tímalønt
um kostar tað eina dagløn.
Onki er hent
Hetta er eitt mál, sum hevur
verið afturvendandi á Føroya
Løgtingi.
Hesi síðstu fimm árini
hevur tað í miðal verið til
viðgerðar eina ferð um árið,
men ongantíð hevur tað
eydnast at loysa tað.
Ein orsøk til tað er, at
bæði Fólkaflokkurin og Sam
bandsflokkurin
halda,
at
hetta er ikki eitt mál, sum
løgtingið skal blanda seg
upp í, tí hetta er eitt mál, sum
skal loysast í samráðingum
ímillum fakfeløgini hjá teim
um tímaløntu og arbeiðs
gevarunum.
Annars hevur Løgtingið
tvær ferðir hesi seinstu tvey
árini samtykt at biðja lands
stýrið arbeiða við málinum.
Men tað er onki hent, og
tí verður málið tikið fram
aftur nú.
Seinast tað varð samtykt,
atkvøddu Javnaðarflokkurin,
Sjálvstýrisflokkurin,
Tjóð
veldi og Miðflokkurin fyri.
Góðar vónir
Men av tí, at tað nú eru
løgd heili tvey uppskot fyri
Løgtingið um hetta sama,
hevur Hans Pauli Strøm
góðar vónir um, at tað fer at
verða samtykt.
Uppskotini snúgva seg
um, at tað skal vera loyvt
tímaløntum foreldrum at
vera heima hjá sjúkum barni
tann fyrsta dagin, tað er
sjúkt, uttan at missa løn.
Hvørt av foreldrunum
skal hava rætt til at verða
heima hjá sjúkum barni 10
dagar um árið.
Miðflokkurin
heldur,
at hetta kann gerast sum
ein
sosial
skipan,
ella
sum ein skylda, ið áliggur
arbeiðsgevaranum.
Hans
Pauli
Strøm
heldur, at sjálvandi skal
hetta vera ein skylda hjá
arbeiðsgevaranum.
– Vit ikki lata standa
til
longur,
tí
tað
kann
ikki góðtakast, at ein so
stórur partur á arbeiðs
marknaðinum framhaldandi
skal
liva
við
hesum
mismuni.
– Tí er tað neyðugt, at
løgtingið tekur sær um reiggj
samtykkir, at tímalønt skulu
eiga sama rætt sum fastlønt
at vera heima barnsins fyrsta
sjúkradag, sigur Hans Pauli
Strøm.
Sleppa heim til sjúk
børn við fullari løn
MISMUNUR Nú skulu eisini tímalønt sleppa at verða heima hjá sjúkum
børnum við fullari løn, akkurát, sum tey alment løntu
– Eg svíki ikki samgong
una, hóast eg nú einsa
mallur leggi uppskot fyri
Løgtingið um at geva
tímalæntum rætt til løn
á barnsins fyrsta sjúkra
degi, akkurát sum alment
lønt fáa.
Tað sigur Hans Pauli
Strøm Løgtingsmaður.
Hóast
hann
er
í
samgongu, er hann nú
farin í sjálvdrátt og hevur
lagt uppskot fyri Løgtingi
um at fáa hendan skammi
liga
mismunin
burtur,
sum hann kallar tað, at
tímalønt ikki kunnu vera
heima barnsins fyrsta
sjúkradag, akkurát sum
alment lønt hava rætt til.
Hans Pauli Strøm vísir
á, at Løgtingið hevur ikki
færri enn tvær ferður
samtykt at landsstýrið skal
arbeiða við málinum, men
tað hendir onki kortini.
– Landsstýrið noktar
at fylgja tingsins vilja,
staðfestir hann.
Hann sigur at hann
hevur eisini fingið at vita
frá
landsstýrinum,
at
ongar ætlanir eru at leggja
uppskot fyri Løgtingið um
at geva tímaløntum sama
rætt sum fastløntum á
hesum øki.
Hann sigur, at hann
hevur eisini spurt sam
gongufelagarnar í Sam
bandsflokkinum og Fólka
flokkinum um teir vilja
vera við at leggja upp
skotið fram.
– Men tað vilja teir ikki!
Hans
Pauli
Strøm
sigur, at tískil er onki at
gera uttan at hann leggur
uppskotið fram sjálvur,
tí hann heldur, at hesin
mismunur á tímaløntum
og
fastløntum
er
so
skammiligur, at nú má
hann burtur.
– Og tá ið landsstýrið
ikki vil, er onki at gera
uttan at Løgtingið tekur
sær um reiggj, leggur
hann afturat.
Hann sigur, at hin
vegin hevur hann eisini
fingið at vita frá lands
stýriskvinnuni í almanna
málum, at hon hevur onki
ímóti, at hann leggur
uppskotið fyri Løgtingið.
Hann sigur, at sostatt
veit samgongan av, at
hann leggur uppskotið
fram og tí metir hann
ikki, at hetta er at stinga
samgonguna í ryggin.
Eg svíki ikki
samgonguna
Nú skal
tað vera slutt
við hesum
skammiliga
mismuni
At tímalønt ikki hava
sama rætt at vera heima
hjá sjúkum børnum, sum
fastlønt hava, er ein av
ljótu mismununum á
okkara arbeiðsmarknaði,
nú eru góðar vónir fyri,
at hann verður tikin
burtur, sigur Hans Pauli
Strøm, løgtingsmaður
SkaMMIlIgt