Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 Sosialurin Eirikur Lindenskov - Fólkatingsval verð ur í seinasta lagi í apríl. Høvuðs- evnini verða bú skap ur, væl- ferðar sam felag, eftirløn, fólka skúli og útlendingar. Tað sigur Hans Engell, politisk ur viðmerkjari og fyrr verandi politikari og blað stjóri á Ekstrablaðnum. Hann sigur, at veljara- kann ing arnar broytast alla tíð ina, men peika í mestan mun á Helle Thorning- Schmidt sum nýggjan for- sætis ráð harra. - Eftir nýggjár er tað kort ini Lars Løkke Ras- mus sen, sum hevur verið mest í offensivinum og po- lit iskt-búskaparliga mest konkretur. Javn að ar flokk- urin og SF hava tveir greiðar veik leikar: At tey í avgerandi málum ikki eru samd við tey Radikalu, eins og teirra bú- skaparliga ætlan er ring at greiða fyri veljarnum. Veik- leik arnir hjá stjórnini eru, at hon virkar slitin - ráð harr ar- nir eru ósjónligir, og har hava ver ið ov nógvar skandalur, sig ur Hans Engell. Føroysku umboðini ikki avgerandi Alt bendir á eitt val, har frá- støðan millum reyða og bláa blokk in verður so stórur, at tað ikki verða eitt ella tvey mandat, sum avgera valið, held u r Hans Engell. Soleiðis verða føroysku fólka tingsumboðini ikki av- ger andi fyri, hvørja stjórn dan ir fáa. - Verða tað Sam bands- flokk urin og Tjóðveldi, sum vinna sessirnar, so broytir tað als ikki parlamentarisku støðu na. Vinstra og Sam- bands flokk urin h ava tætt sam starv, og Høgni Hoy dal koyr ir sína egnu linju í mun til danskan innan ríkis poli- tikk, vísir Hans Engell á. Hann sigur, at Føroyar gjøgn um seinastu árini eru vorð nar meira og meira ósjón li g ar í donskum poli- tikki. - Tað er løgið, tá Danmark hev ur ein forsætisráðharra, sum hevur føroyska konu og harvið er tann stjórn ar leið- arin, sum kennur Føroyar bet ur enn nakar annar av sín um undanmonnum, sigur Hans Engell. Ikki dramatikkur longur Hann vísir á, at hetta hevur nakað at gera við, at tað ikki eru stór aktuell ella dramtisk mál í viðurskiftunum millum Før oyar og Danmark, og so hev ur tað eisini sína ávirkan, at føroyskur politikkur er ógvu liga ósjónligur í donsk- um miðlum. Eingin veit rætti liga, hvat hendir í Havn. - Løgtingsfólkini hava als ikki soma sjónligheit í Danmark, sum tá vit til døm- is høvdu ein Atla Dam, Sund- stein, Breckamnn, Patursson, Djurhuus, Lindenskov, Ellef- sen og Johan Nielsen, sigur Hans Engell, sum heldur, at Ed mund Joensen og Høgni Hoy dal eisini eru markantir før oysk ir porfilar, men teir eru nærmast ósjónligir í donsk um kjaki. - Teir blanda seg ikki og eru ógvuliga lítið at síggja í donsk um miðlum. Teir seta ikki dagsskránna og hava einki loypandi kjak um ríkis- felags skapin, ella tað norður- lends ka ella arktiska, sigur hann. Norðurlandaráðið eisini uttan áhuga Hans Engell vísir eisini á, at Norðurlandaráðið er vorð ið rætti liga ósjónligt í Dan mark – eingin dani veit, um Norð- ur landaráðið enn er til, ella hvat tey gera har. - Danskir miðlar hava als ongan áhuga fyri Norð- ur landa ráðnum. Eingir journal ist ar taka lut á fundi num, og so verður sam starvið ósjónligt og óvið kom andi fyri danskar veljar ar. Tað eru bara tey mest marginalisera donsku fólka tingsumboðini, sum fara upp í norðurlendska sam starvið. Fólk púra uttan ávirk an. Soleiðis var tað ikki fyri 20 árum síðani, sigur Hans Engell. Hann sigur eisini, at ikki ein gang tvey pro sent av dønum kenna før oysk- ar politikarar, og sjálvt stór politisk og vinnu lig mál í Før oyum – eitt nú húsa gang- urin hjá Fiska virk ing, verður als ikki umrøtt í donskum miðl um. - Eg møtti einum ráð harra nú ein dagin, sum ikki ein gong visti, hvussu løg mað- ur in í Føroyum eitur, sigur Hans Engell. Hann heldur tí, at hetta vísir, hvussu grundleggjandi trupul leikin er – viðurskiftini mill um Føroyar og Danmark eru ikki bara ódramatiskt, held ur hann. - Tey eru vorðin ósjón lig og óviðkomandi. Tey fara meira og meira í bak grund- ina, tí hvørki danskir po lit- ik ar ar, veljarar ella miðlafólk fylgja við í tí, sum hendir í Før oyum, og tí at landsstýrið og Løgtingið einki gera til tess at gera Føroyar meira sjón ligar uttan fyri Føroyar. Hans Engell sigur, at tað undr ar hann, at føroyskir politik arar ikki hava størri am bi tión ir um at gera land ið meira áhugavert og dag skrá- set andi. - Føroyar hava jú nógv at bjóða – men brúka tað bara als ikki úteftir. Tað skilji eg ikki, sigur Hans Engell at enda. eirikur@sosialurin.fo Føroyar eru ósjónligar í Danmark FÓLKATINGSVAL Fólkatingsvalið í Føroyum fer neyvan at hava týdning í danska valstríðnum, heldur Hans Engell, politiskur viðmerkjari. Hann sigur, færri enn tvey prosent av dønum kenna Føroyar og føroysk viðurskifti - Tað er løgið, at Føroyar hava so lítlan áhuga í donskum politikki, tá sjálvur forsætisráðharrin hevur føroyska konu og kennir Føroyar betur enn nakar av undanmonnunum Fakta: Hans Engell er journalistur og fyrrverandi politikari. Verjumálaráðarri frá 1982-87 Løgmálaráðharri frá 1989-93 Formaður fyri Konservativur frá 1993-97 Ábyrgdarblaðstjóri á Ekstra Bladet frá 2000-07 Hevur síðani virkað sum politiskur viðmerkjari og fyrilestrahaldari. Vitjar javnan í Føroyum og kennir til føroyskan politikk og viðurskifti annars. Hevur tú tænastulyndi og er hugað/ur at møta viðskiftafólkinum, har tey eru stødd, so ert tú kanska næsti kundarøktarin hjá TAKS Høvuðsuppgávan hjá kundarøktarunum er at vegleiða og hjálpa viðskiftafólkum við nógv­ um ymiskum viðurskiftum. Til hetta arbeiðið krevst ein góð fatan av ábyrgdarøkinum og arbeiðsgongdunum hjá stovninum, og tískil er umráðandi, at tú hevur áhuga í at ogna tær neyðugu vitanina og yvirlitið. Alt avgerandi er tó, at tú hevur hug og hegni at tosa við øll fólk, bæði um tað er andlit til andlit og umvegis telefon. Tú mást hava tænastulyndi og tolsemi, soleiðis at tú áhald­ andi kanst veita eina góða tænastu. Umframt kundavegleiðing, skilja og skráseta kundarøktararnir allan postin hjá stovninum. TAKS er ein stovnur í menning, og tí vænta vit, at tú ert til reiðar at menna teg saman við stovninum. At tú ert jalig/ur, virkisfýsin, samstarvar væl, og altíð arbeiðir við trúvirði í huganum – tað virða vit. Vit ímynda okkum, at tú hevur miðnáms­ ella skrivstovuútbúgving og/ella aðra líknandi útbúgving. Royndir innan kundarøkt og tænastu eru ein fyrimunur. Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av­ varandi yrkisfelag. Kundatænastan húsast á Hálsi í Tórshavn. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ásu Olsen, leiðara í kundatænastuni á telefon 352600. Umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmæl­ um skal sendast til taks@taks.fo ella TAKS, Postsmoga 2151, FO­165 Argir. Umsóknin skal stílast til Ásu Olsen, leiðara í kundatænastuni og viðmerkjast: Umsókn, kundarøktari. Freistin at søkja starvið er 26. januar 2011 kl. 15.00 kundarøktari TAKS er í støðugari menning, og miðvíst verður arbeitt fram ímóti, at TAKS verður ein framkomin stovnur, sum gongur á odda á øllum økjum. www.taks.fo Sosialurin 341800 Vit sóknast eftir fleiri kundarøktarum