Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 8 Sosialurin Leo Poulsen 12. desember 2007 sendi Fugla fjarðar kommuna eitt bræv til Havsbrún har boðað verður frá, at frá 1. januar 2008 fer kommunan at leggja eitt vørugjald á ta rávøru, sum Havsbrún tekur ímóti. Undan hesum hevur uppi­ sjóvarfiskur verið undantikin vørugjaldi, men av tí at út ­ byggingar standa fyri framm­ an hjá kommununi verður mett, at tað er rímiligt, at eisini hesin vørubólkur skal rinda vørugjald. Samrøður og fundir eru millum kommununa og Havs­ brún, og sambært stjóranum á Havsbrún, Berguri Poul sen, sissar borgarstjórin, Sigurð Simonsen, við teirri grund­ geving, at hetta vørugjaldið ikki fer at merkjast hjá Havs­ brún, tí skipini skulu gjalda. Hetta kennist borgar­ stjór in tó ikki við og sigir seg ongantíð hava sagt, at tað eru skipini, sum skulu gjalda. Sakførarin hjá kommununi vísti eisini á, at tað er vanlig siðvenja, at móttakarin av einari vøru er tann, ið skal gjalda vørugjaldið. Havsbrún førdi í rætt in­ um fríggjadagin sum vitni Hartvig Joensen, sum er leiðari av ráfiskadeildini hjá virkinum. Hann var til stað­ ar á einum av fundunum mill um kommununa og leiðsl una í Havsbrún, og har vátt aði hann pástandin hjá stjóranum um, at tað skuldi verða skipini, sum rind aðu vørugjaldið. Hann nevndi eisini ítøkiligt tveir av stóru reiðarunum, sum borgar­ stjórin nevndi skuldu rinda nøkur oyru aftrat. Oman fyri milliónina Kommunan førdi í sínum lagi kommunuskrivaran sum vitni, og hann kundi vátta, at tað ongantíð hevði verið annað upp á tal, enn at tað var Havsbrún, ið skuldi rinda vørugjaldið fyri uppi­ sjóvar fiskin. Toganin er tí, hvør er rætti móttakarin til hetta vøru gjaldið er, og sum nevnt vísti sakførarin hjá komm ununi á, at tað ikki bara í Før oyum, men eisini í okkara granna londum er siðvenjan soleiðis, at tað er mót takarin av vøruni, sum rind ar vørugjaldið. Havsbrún á sínari síðu held ur fast um, at av tí at virkið ikki keypir fiskin fyrr enn hann er pumpaður í tang arnar, eru tað skipini og ikki Havsbrún, sum skal rinda vørugjaldið. Fuglafjarðar kommuna hevur fleiri ferðir rykt Havs­ brún eftir tonsatalinum, sum teir hava tikið ímóti, men hetta hevur Havsbrún ikki ver ið áhugað í at upplýsa. Tann rokningin, sum síðani er send virkinum er tí bygd á mett tøl, og komið er fram til eina upphædd, sum er oman fyri milliónina. Men Havsbrún vísir aft­ ur, at teir skulu gjalda, ikki minst út frá útsagnum hjá borgarstjóranum um, at hetta vørugjaldið ikki skal raka virkið, men skal koma frá skipunum. Hesar útsagnir verða tó afturvístar av borgar stjór­ anum sjálvum, og sakførarin hjá kommununi vísir eisini á, at uttan mun til hvat borg­ arstjórin annars skal hava sagt, so er tað avgerðin hjá kommunustýrinum, sum tel­ ur í hesum førinum. Royna seming Málið var fyrstu ferð fyri í Føroya Rætti 3. desember, men varð útsett til fríggja­ dag in, tí sakførarin hjá Havs­ brún hevði ikki fyrireikað seg til alt málið, men bert upp á spurningin um, hvør rætti mót takarin av rokninginin er. Tað var tó gjørt av, at hesin spurningurin var so tengdur at restini av málinum, at alt mátti takast í einum, og tí varð málið upp aftur tikið fríggjadagin. Sum so ofta í slíkum borg arligum málum heitti dóm arin á partarnar um at royna seming. Hann segði, at kommunan og Havsbrún eru so knýtt hvør at øðrum, at best hevði verið, um part­ arnir kundu funnið eina semju í málinum. Báðir partar søgdu seg vera sinnaðar at royna hetta, og av tí at kommunan hevur bygdarráðsfund 28. januar, varð freistin sett til 1. februar at finna fram til semjuna. Dómarin skjeyt upp, at kommunan kanska kundi ásett vørugjaldið at koma í gildi seinni, tí skotbráið frá 12. desember, tá brævið til Havsbrún varð sent, og til 1. januar, tá vørugjaldið kom í gildi, var ikki serliga langt. Kommunan hevur síðani sett eina nýggja vøruskrá í gildi galdandi frá 1. mai 2009, og dómarin helst tí, at tað kanska hevði veirð eitt passaligt høvi at lata vøru­ gjaldið koma í gildi tá, ella kanska enn seinni. Dómarin legði kortini dent á, at tað er ikki vist, at hetta verður ein møguligur dómur, finna partarnir ikki eina semju. Og tað hava teir so freist til fram til 1. febr­ uar. Dómarin: Roynið seming Fuglafjarðar kommuna hevur drigið Havsbrún í rættin, tí felagið vil ikki rinda vørugjald av uppisjóvarfiskinum, sum virkið tekur ímóti. Teir hadla upp á, at teir eiga ikki rokningina, men at tað eru skipini, ið skulu gjalda Havsbrún sigur seg ikki eiga rokningina fyri vørugjaldið av uppisjóvarfiski – skipini eiga hana