Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 Sosialurin Uni Arge Lønardeildin í Fíggjar mála­ ráð num hevur talað, og boð­ ini eru greið, men ikki so greið innihaldsliga, sum løg­ mansskrivstovan hevði ynskt. Lønardeildin tekur ikki støðu til, um tænastumannasak skal reisast ímóti Arna Poul ­ sen, aðalstjóra í Vinnu mála­ ráðnum, og Rúna Joen sen, aðal stjóra í Inn lendis mála­ ráð num, í grann skoð ara­ málinum, tí tað má løg mans­ skriv stovan sjálv gera. Aðal stjór arnir eru í starvi und ir løg mans skriv stov uni, og tí er tað eisini hon, sum skal meta, um teir hava røkt síni størv á ónøktandi hátt og tí mugu kannast, sigur lønar­ deildin í sínum svari. Sostatt er grannskoðara­ málið, sum løgtingsins um­ boðsmaður varpaði ljós á í frágreiðing 2. november í 2010, endað aftur hjá løg­ manni, sum sjálvur boðaði frá í løgtinginum 11. november, at talan er um eitt sera álvarsligt mál, ið krevur, at stig verða tikin, sum tryggja, at Føroyar hava eina umsiting og eina politiska skipan, ið sømir seg einum framkomnum samfelag. Tað var eisini løg­ maður sjálvur, sum fyrstur nevndi møguleikan at reisa tænastumannasak ímóti teimum báðum aðalstjór un­ um. Í fyrstu syftu tók løg mans­ skrivstovan tað óvæntaða stig, at hon legði allan spurn­ ingin fyri lønardeildina í Fíggj armálaráðnum at taka støðu til. Løgmans skriv stov­ an vildi hava lønar deildina at siga sær, um grund ar lag var fyri at reisa tænastu­ manna sak ímóti aðal stjór­ un um, og hvat ein tílík kann ing kann hugsast at enda við. Við hesum tóktist løg mansskrivstovan at vilja sleppa undan at taka støðu í málinum, men tað sleppur hon ikki, tí lønardeildin vil ikki svara teimum mest av­ gerandi spurningunum. Hon skrivar: "Støðutakanin til, hvørt atburður hjá tænastumanni skal hava við sær disiplinera revs ing, er tengd at eini ítøkiligari meting. Met ing­ in er tengd at, hvat verð ur væntað og kravt av tæn­ astumanninum, og tí er tað eisini tann myndug leik in, sum hevur tænastu mann in í starvi, sum skal gera met­ ingina, í hesum førinum løg­ mansskrivstovan í samráð við avvarðandi landsstýrismann. Tað vildi ikki verið rætt av okkum at gjørt tílíka meting, og tí fáa vit ikki svarað spurn­ inginum, um málið ber eina tænastumannakanning, ella mett um útfallið av einari slíkari kanning." Politisk avleiðing Har stendur so málið, og við útvarpið segði løg mans ­ stjórin, Marjun Hanusar dótt­ ir, leygarkvøldið, at við støði í svarinum frá lønardeildini fer løgmansskrivstovan nú at taka avgerð í málinum. Um boðsmaðurin segði í síni frá greiðing 2. november í fjør, at álvarsligir feilir og brek vóru í viðgerðini hjá Inn lendismálaráðnum og Vinnu málaráðnum, tá sjey grann skoðarar fingu løg­ gild ingar uttan próvtøku. Vinnumálaráðið var ógegn­ ugt í málinum orsakað av aðalstjóranum, men kort ini virkið í málinum, og Inn­ lendismálaráðið kúvendi í síni viðgerð og legði trýst á Skráseting Føroya. Løgmaður bað í november í fjør løgtingið taka tey stig, sum takast skuldu í málinum, so málið kundi verða kannað til botns politiskt. Løgtingið tók løgmann upp á orðið hevur samtykt at seta niður eina grein 25­nevnd, ið skal kanna, um grundarlag er fyri at reisa rættarlig ábyrgdarmál ímóti landsstýrismonnunum í grannskoðaramálinum, Bjarna Djurholm og Jacobi Vestergaard. Fyrsti fundurin hjá grein 25­nevndini er seinnapartin í dag, so politiski parturin av málinum gongur, sum løgmaður vildi. Spurningurin er so, hvussu verður við tí umsitingarliga partinum. Tann partin skal løgmaður sjálvur taka støðu til. Marjun Hanusardóttir, løg mansstjóri, segði við út­ varpið leygarkvøldið, at tað er sera umráðandi, at eitt álvarsmál sum at reisa tæn­ astumannasak ímóti aðal­ stjórum verður viðgjørt rætt og rættvíst. Hon helt ikki, at málið er serliga einfalt, tí nógvir ymsir vinklar eru í tí, og umráðandi er tí eisini, at løgmansskrivstovan brúk ar ta tíð, sum er neyðug, at við­ gera málið. Hvussu leingi tað verður, kundi løg mansstjórin ikki siga. Verja seg Millum skjølini, sum løg­ mans skrivstovan hevur at halda seg til í málinum, er frá greiðingin hjá løgting sins umboðsmanni um grann­ skoðaramálið, ið staðfestir, at ógegnuga Vinnumálaráðið og Innlendismálaráðið trýstu Skráseting Føroya at út skriva løggildingarnar til grannskoðararnar. Í málinum er eisini eitt annað skjal, eitt upprit úr Vinnumálaráðnum, sum 22. desember í fjør varð latið løgmansskrivstovuni. Hetta uppritið er ein verju­ røða fyri leiklutinum hjá Vinnu málaráðnum í grann­ skoðaramálinum. M.a. verður í uppritinum lagdur stórur dentur á gegnis­ spurningin. Sagt verður, at hóast aðalstjórin var ógegn­ igur í málinum, so hevði hetta ikki av sær sjálvum við sær, at starvsfólkini undir honum skuldu halda seg burt ur frá málinum. Víst verð ur til danska siðvenju um, at ráðharrar viðhvørt kunnu vera ógegnigir í mál­ um, men at starvsfólkini undir ráðharranum tá kort­ ini kunnu viðgera mál ini. Um hetta merkir, at starvs­ fólkini undir einum ógegn­ igum aðalstjóra eisini kunnu viðgera mál hóast ógegni hansara, skal løgmans skriv­ stovan so meta um. Undir øllum umstøðum metti løgmansskrivstovan, tá grannskoðaramálið var fyri, at Vinnumálaráðið kundi ikki viðgera málið júst orsakað av, at aðalstjórin var ógegnigur. Tí varð málið flutt í Innlendismálaráðið. Í sínum uppriti til løg mans­ skrivstovuna sigur Vinnu­ málaráðið, at løgtingsins um boðsmaður hevur ikki nakr ar próvgrundir fyri, at Vinnumálaráðið hevur um­ sitið ósakliga í málinum. Um hetta skal hava við sær, at málið verður slept, ella um tað skal kannast upp aftur gjøllari, m.a. við avhoyringum, ger løgmans­ skrivstovan eisini av. Grannskoðaramálið nú aftur í Tinganesi Løgmansskrivstovan vildi hava lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum at siga sær, um grundarlag er fyri at reisa tænastumannasak ímóti aðalstjórunum í Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum í sonevnda grannskoðaramálinum. Tað vil lønardeildin ikki, og tí má løgmansskrivstovan sjálv gera av, um leikluturin hjá aðalstjórunum skal kannast nærri