Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Partrolararnir í Hvalba, Hamra nes og Breiðanes, sum eru gomlu Polarhav og Stjørn an, høvdu eitt óføra gott ár í fjør. Sosialurin hevur roynt at fingið at vita, hvørjir par trol­ arar høvdu størsta veiðivirði í farna ári. Bæði teir, sum eiga Vestmenning og Fram og teir, sum eiga Hamranes og Breiðanes, siga, at pørini liggja ógvuliga tøtt – og helst stavn um stavn, soleiðis at blað ið ikki kann taka dagar ímill um. Tummas Christophersen, reiðari á Vestmenningi og Fram, hevur áður sagt, at veiði virðið hjá hansara skip­ um liggur á umleið 43 miljó­ num krónum í farna ári, men hann hevur eisini verið vitandi um, at veiðivirðið hjá Hamra nesi og Breiðanesi ligg ur á umleið sama tali. ­ Árið í fjør er tað besta í veiði virði, men úrslitið hevur okkurt árið verið betri, segði Tumm as Christophersen. Um jóltíðir ljóðaði, at Vest menn ingur og Fram og Hamra nes og Breiðanes lógu so tættir, at parið úr Hvalba loysti 2. Jóladag fyri at vita, um teir kundu hála seg fram um partrolaraparið úr Vest­ man na. Um hetta eydnaðist ella ikki, skal Sosialurin ikki taka dagar ímillum, men í fýra dagar fiskaðu og seldu Hamra nes og Breiðanes fyri eina góða miljón krónur. Skipini vóru úti í fýra dag­ ar og landaðu fiskin í Hvalba. Besti upsaprísurin var 12 krón ur fyri kilo, sum má sigast at vera óhoyrt. Umleið helm ing urin av veiðini hjá skipu num varð skorið á virki num í Hvalba og selt sum fesk fløk. Áðrenn Sosialurin fer at skifta orð við reiðaran á Hamra nesi og Breiðanesi, Mikkjal Hammer, kunnu vit leggja aftrat, at trið besta par ið í 2010 í veiðivirði helst er leirvíkstrolararnir, Polar­ hav og Stjørnan, sum hava fisk að fyri umleið 41 miljónir krón ur. Ófør gongd Mikkjal Hammer í Hvalba er reiðari á trimum skipum, djúp vatns trolaranum, Stein­ tóri, sum hann eisini plag ar at føra av og á – og á Hamra­ nesi og Breiðanesi, sum fyrs tu ferð loystu í Hvalba – undir nýggju eigar unum ­ fyri sløkum tveimum ár um síðan. Og áðrenn vit fara til partrolaraparið, kunnu vit nevn da, at Steintór hevur størsta veiðivirði millum djúp vatns trolararnar í 2010, nevni liga slakar 23 miljónir krón ur. Mikkjal Hammer er lítil­ lát in, sum rættir menn eiga at vera, og Sosialurin fær hann ikki at siga, at Hamra nes og Breiðanes hava størsta veiðivirði av partrolar um í 2010 – og meiri enn tær umleið 43 miljó nir krónurnar, sum Vest menn­ ing ur og Fram hava fiskað fyri. Góðir prísir Mikkjal Hammer sigur, at Hvalbiartrolararnir hava verið ótrúligir FISKIVINNA Tað má sigast at vera ógvuliga flott av teimum, sum reka og eru við hvalbiartrolarunum, Hamranesi og Breiðanesi, at teir liggja millum allar bestu partrolarapørini í veiðivirði í farna ári. Skipini hava lutfalsliga lítla last og hava ikki loyvi at veiða gulllaks. Haraftrat lá annað skipið í rúma tíð í mai, tá teir høvdu trupulleikar við gearinum ... vit fara at gera okkara besta, og vit vóna, at hetta fer at røkka – eisini í 2011... MIKKJAL HAMMER Teir hava verið ótrúligir í 2010 – skiparar og manning umborð á Hamranesi og Breiðanesi