Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 Sosialurin hann skal ikki taka dagar ímill um, um skipini hjá teim­ um hava fiskað fyri meiri enn Vestmenningur og Fram, men hann dylur ikki fyri, at hann sum reiðari er ómeta­ liga væl nøgdur við gongdina í farna ári. Tá vit spyrja, um veiði­ virðið liggur omafyri 40 miljó nir krónur, sigur hann, at tað liggur ”væl omanfyri”, men júst, hvussu nógv talan er um, er hann eitt sindur trek ur at siga okkum. ­ Vit hava ikki neyva talið fyri alt árið enn, men taka vit veiðina fyri hvønn dag í sjónum, er eingin ivi um, at Hamranes og Breiðanes ligg­ ja í oddinum, leggur hann aftr at. Reiðarin er sera væl nøgd­ ur við gongdina. ­ Tá hugsað verður um, at Breiða nes misti 20­25 dagar, tá trupulleikar vóru við gear­ i num í mai, og Hamranes tá gjørdi ein vánaligan túr sam an við Steintóri, eru vit sera væl nøgdir. Lastin hjá okkara skipum er bara helm­ ing urin av lastini hjá fleiri av teimum størru partrol ar­ un um, og haraftrat kemur, at upsaveiðan vanliga er vána­ lig í tíðini, tá tey størri pørini eru á gulllaksaveiði. Reiðarin vísir á, at upsa­ prís irnir vóru góðir í farna ári og gingu uppeftir alla tíð ina. Hinvegin royndist upsa veiðan ikki nakað serlig í seinnu hálvu av árinum. ­ Tá havt verður í huga, at 85% av veiðini hjá Hamranesi og Breiðanesi er upsi í 2010, eru vit sjálvandi rættiliga væl nøgdir. Hann sigur, at megin­ partu r in av veiðini hjá skip­ un um er landað í Hvalba, men onkran einstakan túr í 2010 vóru skipini í Scrabster. Skiparar úr Hvalba Teir, sum føra partrolaraparið úr Hvalba, eru ávikavist Tór­ hallur Randrup við Breiða­ nesi og John Martin Poulsen við Hamranesi. Báðir eru hvalb ingar. Mikkjal Hammer sigur, at teir, sum loysa skipararnar av, tá hesir hava frítúr, eisini eru hvalbingar. ­ Bæði skiparar og mann­ ing hava gjørt eitt ómetaliga gott arbeiði, síðan vit keyptu hesi skipini til Hvalbiar, sigur reið arin. Sosialurin spurdi eisini Mikkj al Hammer, hvussu hann metir útlitini vera fyri ár ið, sum júst er byrjað. ­ Heilt síðan eg byrjaði at fiska, hevur tað víst seg, at út lit ini mangan eru døpur við byrjanina av einum nýggj um ári. Soleiðis er eisini, nú vit eru komin inn í 2011. Tú veitst ongantíð framm an undan, hvussu árið fer at vignast, og soleiðis er eisini hesaferð. Mikkjal Hammer ásannar, at upsasveiðan var svikalig í 2010, serliga í seinnu hálvu, men hann vónar, at árið kort­ ini fer at roynast. ­ Vit fara at gera okkara besta, og vit vóna, at hetta fer at røkka, tá samanum kemur, sig ur reiðarin í Hvalba. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Alt bendir á, at rættiliga tru pult er at vinna undir land við samráðingunum um nýggjan sáttmála mill­ um reiðarar og fiskimenn. Nøkur viðurskifti eru fing in upp á pláss, men hvørja ferð oljan kemur upp at venda, dregur sund­ ur millum partarnar, sum fram vegis standa langt frá hvørj um øðrum í spurn ing­ in um um luttøku. Reiðarafelagið hevur eftir øllum at døma sett sær fyri, at nú skal oljan tak ast við og vísir til eitt protokollát um luttøku í oljuútreiðslum, sum áður er skrivað millum partarnar. Talan er um tilsamans átta skipabólkar, ið sam­ ráð st verður um, og av hes um luttaka mann ing­ ar nar í tveimum teirra í oljuútreiðslunum. Hetta er í bólkunum fyri línuskipini og flakatrolararnar. Formaðurin í Føroya Reiðara felag, Viberg Søren­ sen, hevur sagt, at kemur spurn ingurin um oljuna ikki upp á pláss, verður neyv an nakar sáttmáli. Áðurnevnda proto koll­ át bygdi á, at fór oljan upp um 2,90 krónur fyri litur in, skuldi – sum Viberg Sør en­ sen tekur til – slóðast fyri, at manningin kundi verða við til at gjalda fyri oljuna. ­ Nú bunkringarprísurin tátt ar í 4 krónur fyri litur­ in, vilja vit, at hesin spurn­ ing ur verður loystur í sam­ ráð ing unum, sigur Viberg Søren sen. Tað eru eisini onn ur viðurskifti, sum reiðara­ felag ið og mann ingar­ feløg ini dragast við undir hes um samráðingum, og í løtuni eru smá útlit til nakra semju millum part­ ar nar, nú so stór ósem ja er um luttøku í olju útreiðslu­ num. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Norski fiskimálaráðharrin, Lis beth Berg Hansen, ynsk ir eftir øllum at døma, at Noreg og Før oy ar taka upp aftur sam ráð ing ar nar um nýggjan fiski veiði sátt­ mála millum londini. Samráðingarnar slitn­ aðu tíðliga í desember, tá Noreg tvinnaði sam­ ráð ing arnar um býtið av felags kvotuni av makreli upp í samráðingarnar um ár ligu fiskiveiðiavtaluna, sum londini í fleiri ár hava havt sínámillum. Føroysku sam rá ðing ar­ um boðini hi ldu upp á, at býtið av makrelinum einki hevur verið árligu sam­ ráðingarnar um fiski veiði­ avtalu at gera, men er ein spurn ing ur fyri seg. Nú bendir so alt á, at Noreg ynskir nýggj ar samráðingar við Før oy ar um sínámillum fiski veiði­ av talu fyri 2011. Hetta kom fram í enda­ num av seinastu viku, tá Noreg vendi sær aftur til Før oya um samráðingar. Norski fiski mála ráð­ harr in , Lisbeth Berg Han­ sen, hevur nú sent Fiski­ mála ráðnum áheitan um nýggj ar samráðingar. Í skrivinum sigur hon ikki eitt orð um makrel, men ynskir, at Føroyar og Noreg framhaldandi kun nu hava eitt gott fiski­ vinnu samstarv. Lisbeth Berg Hansen spyr í brævinum, nær tað ligg ur fyri hjá Føroyum við einum fundardegi, og hvussu ein skrá kann koma at síggja út. vilmund@sosialurin.fo Gongur trekt Noreg »fríggjar« Nú fleiri samráðingarfundir hava verið millum fiskimenn og reiðarar, er tað framvegis oljan, sum eins og í byrjanini skilir partarnar so nógv, at smá útlit eru fyri semju FISKIVINNA Tað er ikki vist, at fiskiveiði sátt­ málarnir, sum Føroyar hava havt við Noreg og ES, hava so lítlan týdning fyri londini kortini, nú Noreg aftur vil samráðast um avtalu Týsdagin tann 12. apríl 2011, kl. 09.45, verður í Føroya Rætti, Undir Glaðsheyggi 14, 100 Tórshavn, hildin tving­ sils søla yvir trolaran m/s Jaspis ow 2382, BRT 299, NRT 125. Skipið er bygt í 1986 á Vágs skipasmiðju, Vágur. Skipið er skrá­ sett í 1986. Sambært skipaskrá­ setingini eigur P/F Faroe Fish I, 100 Tórshavn, skipið. Fyrireikandi tvingsilssølufundur er ásettur at fara fram í Føroya Rætti týsdagin tann 1. mars 2011, kl. 09.45, og verður tann ið metir seg hava veð í skipinum, innkallaður til fyrireikandi tvings­ ilssølufundin. Tvingsilssølan er um biðin av Christiani Andreasen, advokati, Frúu trøð 4, Tórshavn, tlf. 353335 (j.nr.20101047), AS 2­111/2010, sum kann geva bærri upplýsingar og sum nærri avtala kann gerast við, um ynskt verður at síggja skipið. Tvingsils­ søla av skipi AdvokATskrivsTovAn Frúutrøð 4 • Postboks 6 Fo­110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 www.jura.fo Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, hevur sent Fiskimálaráðnum áheitan um nýggjar samráðingar - Heilt síðan eg byrjaði at fiska, hevur tað víst seg, at útlitini mangan eru døpur við byrjanina av einum nýggjum ári. Soleiðis er eisini, nú vit eru komin inn í 2011, sigur Mikkjal Hammer, reiðari