mánadagur 10. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
12
Sosialurin
Jan Müller
Føroyska oljufelagið Faroe
Petroleum hevur í kvittanum
at bora ein brunn har suðuri
á landgrunninum seinni í
ár ella í næsta ár. Hetta sig
ur Graham Stewart, stjóri í
felagnum. Felagið eigur loyv
ið 012, eisini nevnt Rannvá,
har suðuri móti markinum
og hevur nú í eina tíð roynt
at lodda dýpið hjá ymsum
altjóða oljufeløgum fyri at
fáa tey at vera við til at bora
ein brunn.
Samráðingar hava verið
við fleiri feløg hesi seinastu
árini. Tað nýggjasta felagið,
sum Faroe Petroleum hevur
samband við, er Cairn Energy,
sum fer at bora fýra brunnar
í Grønlandi í ár. Um Faroe
Petroleum fær eitt felag sum
Cairn at átaka sær ein part
av útreiðslunum til at bora
ein brunn, so metir Graham
Stewart, at teir fara at bora
antin í ár ella í 2012. Loyvið
talan er um liggur á tí kenda
Wyville Thomsen rygginum,
har kanningar hava víst,
at tað finnast sera stórir
struk tarar í undirgrundini,
sum kunnu goyma olju og
gass. Herfyri gjørdi Faroe
Petroleum botnkanningar á
stað num fyri at vita, hvussu
tjúkt basaltið er. Hetta verður
gjørt fyri at finna tað rætta
staðið at seta borin í.
Graham
Stewart
við
gong ur, at váðin at bora ein
brunn á Rannvuleiðini er
stórur, men afturfyri er eisini
møguleiki at fáa nógv burtur
úr, um eitt fund verður gjørt.
Metingar siga, at struktururin
í undirgrundini á Rannvá
leið ini er ein tann størsti ikki
boraði struktururin í Norð
ureuropa.
Um so er at Faroe Petrol
eum hevur eydnuna við sær
at fáa onnur oljufeløg at taka
part á váðanum at bora ein
brunn á landgrunninum, so
merkir hetta, at tað verða
boraðir tríggir brunnar her
komandi tvey árini. Statoil
hevur bundið seg til at bora
tveir brunnar.
Ikki slept Grønlandi
Tað er eingin loyna, at tað
kom dátt við hjá Faroe Petrol
eum ikki at fáa leitiloyvi í
Grønlandi. Felagið hevði gjørt
eitt rættiliga stórt tøkniligt
arbeiði fyri at vera við í leit
ingini har. Felagið gjørdi
sum tað fyrsta oljufelagið í
Grønlandi eisini eina roynd
at stovna lokalt felag, har
eisini grønlendingar kundu
seta pengar í. Felagið metir
tað hava stóran týdn ing at
arbeiða lokalt. Eis ini royndi
felagið at stuðla grøn lend
ingum við sínum roynd um frá
útgerðar havnini í Runavík,
sum felagið hevur verið ein
av
høvuðsstigtakarunum
til. Sum skilst hevur Faroe
Petroleum brúkt rættiliga
fitt av pengum fyri at vera
við í grønlendska oljuævin
týrinum. Tøl sum 25 mill. kr.
verða nevnd. Ein høvuðsorsøk
til, at tað ikki eydnaðist
Faroe Petroleum ætl
á landgrunninum
Oljubrunnur Útlit eru til, at enn ein brunnur verður boraður á føroyska
landgrunninum í ár ella næsta ár. Fyristøðufelagið er Faroe Petroleum.
Her vitja Graham Stewart og Nils Sørensen, stjórar í Faroe Petroleum í Tinganesi undan Anne Marie boringingi í fjør. Løgmaður og oljumálaráðharrin taka ímóti
Mynd Jan Müller
Rannváloyvið – 012 - liggur heilt har suðuri á landgrunninum