Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 Sosialurin Jan Müller Italska oljufelagið ENI, sum hevur verið partur av olju leitingini við Føroyar frá byrjan, er ikki longur part ur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Felagið, sum í fleiri ár hevur havt eina skrivstovu í Havn, hev ur sagt sáttmálan upp og fólkini, sum a r beiddu á skrivstovuni á Bryggju­ bakka, eru søgd upp. Hetta hendi frá nýggjárinum, men hetta merkir helst ikki, at felagið hevur gjørt av at sleppa Føroyum heilt. Sum skilst hevur felagið fram­ vegis eitt leitiloyvi her, og sein astu útmeldingarnar vilja vera við, at felagið nú burturav fer at gera arbeiði við Føroyaøkinum á sínum skriv stovum í Aberdeen og í Milano. Hyggja vit at arbeiðs­ hátt inum hjá felagnum, so síggja vit eisini, at tað í stóran mun hevur gjørt sítt arbeiði viðvíkjandi Før­ oy um í útlandinum, tó at felagið hevur havt eina skriv stovu í Havn. Sum skilst so arbeiðir ENI í løt­ uni við at viðgera alt tað nógva tilfarið, sum tað fekk í seinastu boringini á land­ grunninum. Hóast boringin ikki gjørdist til tað fundið, sum so mong høvdu vónað, so er okkurt, sum bendir á, at Anne Marie brunnurin kann fáa týdning fyri víð ari leitivirksemi á land grunn­ inum. Tíðin vil so vísa, um ENI verður framhaldandi partur av hesum virksemi. jan@sosialurin.fo ar at bora Faroe Petroleum at fáa eitt av loyvunum í Grønlandi er helst støddin á føroyska fe­ lagnum. Grønlendsku mynd­ ug leikarnir hava lagt sera stóran dent á, at feløgini, sum fingu loyvi, hava ein fíggjarligan førleika, sum ger tey før fyri at rudda upp eftir eina møguliga dálkivanlukku. Faroe Petroleum hevur tó enn møguleika at keypa seg inn í eitt av loyvunum. Uppá fyrispurning um møguleiki er fyri samstarvi millum Føroyar og Grønlandi, tá tað um oljuvinnu ræður, sigur Graham Stewart, at her eru nógvir møguleikar. Eitt nú kunnu vit stuðla grøn lendingum, tá tað ræð­ ur um at byggja upp eina út gerðarhavn. Eisini held­ ur hann, at grønlendska ráevnis fyrisitingin kundi lært nógv av føroysku roynd­ unum og sipar her til tað sera professionella og góða arbeiðið, sum fólkini á Jarð­ feingi útinna. Bora ov stutt Faroe Petroleum er partur av ENI samtakinum, sum boraði Anne Marie brunnin á landgrunninum í fjør. Sum skilst í oljuídnaðinum er ENI er í løtuni í ferð við at tulka seismikkin umaftur. Úrslitið av boringini kom eitt sindur óvart á serfrøðingarnar hjá ENI. Tað hevur víst seg bæði við hesum brunninum og øðrum við, at tað gongst illa at finna neyðugu reservoirini, goymslurnar í føroysku und irgrundini. Tað arbeiði, sum nú verður gjørt, er at finna fram til, hvar møgulig reservoir eru at finna í undirgrundini. Higartil hava metingarnar víst seg at vera negativar. Sum skilst var ein av orsøkunum til, at ENI gavst at bora tann, at einki ella alt ov lítið reservoir var í undirgrundini, sum kundi goyma olju og gass. Tó vísti tað seg, at har var nógv gass og eisini lættari olja nið ast í boriholinum. Tað halda keldur í olju vinn uni vera tekin um, at goymsla møgu­ liga finst í granna lagnum. Nú ENI hevur gjørt av at lata skrivstovuna í Havn aftur vil stóri spurningurin vera, um felagið hevur gjørt av at rýma úr Føroyum. Hetta er enn óvist, tí felagið hevur sum er gjørt flestu av sínum kanningum í antin Bretlandi ella Italia, so afturlating av skrivstovuni her merkir ikki neyðturviliga, at felagið hevur slept Føroyum. Felagið hevur sagt frá, at tað fer at gjøgnumganga alt tilfarið frá Anne Marie brunninum og møguliga endurskoða sín­ ar metingar av hesum loyv­ inum. Ein møguleiki er so, at felagið, um kanningarnar geva eitt positivt úrslit, fer at umhugsa at bora enn ein brunn í hesum loyvinum, tí okkurt kundi bent á, at olja og gass finst longur niðri ella aðrastaðni í loyvinum. Hetta er eisini eitt slag aveinum dejavu, tá hugsað verður um bæði Brugduna og Williambrunnin. Tá var ­ eins og við Anne Marie brunn­ inum eisini sagt, at borað varð ov stutt. So tann stóri spurningurin er í dag, um fleiri av brunnununum, sum eru boraðir á landgrunninum, rætt og slætt hava verið ov stuttir. Hetta er møguliga ein av orsøkunum til, at Statoil umhugsar at bora enn ein brunn í sama loyvi, har tað boraði Brugdubrunnin í 2006. jan@sosialurin.fo Skipið, sum í heyst gjørdi kanningar av havbotni og undirgrund í Rannváloyvinum fyri Faroe Petroleum sunnan fyri Føroyar Mynd Jan Müller Italska oljufelagið ENI hevur hildið til í hesum bygninginum á Bryggjubakka í mong ár. Nú hevur felagið latið aftur skrivstovu sína Mynd: Jens Kristian Vang Oljufelag letur aftur skriv­ stovu í Havn Oljufelag Eftir at hava havt skrivstovu í Havn í mong ár hevur oljufelagið ENI nú gjørt av at steðga sínum virksemi – í hvussu so er í Føroyum. Sum skilst heldur felagið tó fram við kanningum sínum á skrivstovum í Bretlandi og Italia.