Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 14 Sosialurin Kjak Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Býraðslimur Klaksvíkar Kommuna Eftir skrivingini í bløðunum at døma, so verður nú arbeitt við at finna útav, hvar uro­ logiin skal staðsetast og at landsstýrismaðurin Aksel Johannesen tekur avgerð um hetta. Landsstýrismaðurin hev­ ur just tikið avgerð um at niðurleggja føðideildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hesa deild, sum hevur verið her síðani Klaksvíkar sjúkrahús sá dagsins ljós. At tað so var ein klaksvíkingur, sum tók hesa avgerð, er ein onnur søga. Tá ein so týðandi og vital deild, sum ein føðideild á einum sjúkrahúsi er, verður niðurløgd, so nívir hetta rættuliga fast. Tí er tað onki minni enn eitt ófrávíkiligt krav frá okkum lokalpolitikarum her í norðurøkinum, sum tær dámar so væl at kalla okkum í síðstu greinini hjá tær, at vit fáa eina minst líka týðandi og vitala deild her norður ístaðin. Og tað skal vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi, at tú skalt gera skaðan góðan aftur. Skipara­ og maskinist­ skúlin, heilsutrygd og mat­ vøruútbúgvingin skulu ikki verða nakað endurgjald fyri at rættvísgera tøkuna av føðideildini. Hetta hevur smakkað høvuðsstaðarpoli tikarunum rættuliga illa og vónandi boygnar Helena ikki í knøunum undir trýstinum frá Heðin Mortensen. Onki kann endurbøta missin av føðideildini Veit væl, at onki kann koma ístaðin fyri eina føðideild, tí tað er ein so týðandi og lívsjáttandi partur á einum sjúkrahúsi, men vit krevja at fáa tað best hugsandi endurgjaldið. Er ætlanin at niður­ leggja Klaksvíkar sjúkrahús? Alt gott um uppvenjing, re­ habilitering og ryggjaskúla og er tað gott, men tað er ikki neyðugt at hava eitt sjúkrahús til tað. Tað kann vera allastaðni og veit ikki um hetta er ein liður í puslispælinum fyri til síðst at niðurleggja Klaksvíkar sjúkrahús, ella kanska í mesta lagi at hava eina seingjardeild og vera eitt ellis­ og røktarheim. Vilt tú veruliga taka alla servitan og alla kompetancu frá KS? Nú hevur tú eitt gylt høvi at vísa, hvørja ætlan tú hevur við Klaksvíkar sjúkrahúsi. Skal tað framhaldandi vera tað vælvirkandi sjúkrahúsið, sum tað altíð hevur verið og sum altíð hevur fingið betri karakter í nøgdsemiskanning enn landssjúkrahúsið? ella skal tað niðurlagast til eina uppvenjingarmiðstøð/ rehabilitering og seingjar­ deild uttan nakra serliga fakliga kompetancu? Never change á winning team. Fysioterapi er sjálvandi ein faklig kompetanca, men tað er ikki neyðugt at hava eitt sjúkhús til tað. Aksel, tú situr við heimildini einsamallur So her er eitt at gera og tað er at staðseta urologiina á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og rokni eg eisini við, at hetta er ætlanin. Alt annað er spæl fyri gallarínum. Vit hava havt urolog, sum hevur vitjað á Klaksvíkar sjúkrahúsi við jøvnum millumbilum, og hevur henda skipanin virkað væl og tað vita øll, og tí er ongin trupulleiki at halda fram við urologi á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Sum nevnt omanfyri hevur urologur við jøvnum millumbilum verið á Klaks­ víkar sjúkrahúsi. Aksel, tú situr við heimildini og kann avgera sjálvur um urologurin framhaldandi skal koma her. Tú avgjørdi sjálvur at niðurleggja føðideildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi, vón­ andi ætlar tú ikki eisini at niðurleggja urologiina á Klaksvíkar sjúkrahúsi. KS raðfest høgt? Tú sigur, at Klaksvíkar sjúkra­ hús er raðfest frammaliga við uppvenjing/rehabilitering og ryggjaskúla, men hvussu nógvir pengar eru brúktir á KS og LS í 2010? Er strategien fyrst at taka førleikan og síðani funktiónirnar? Tú sigur, at tað eru fakligar grundir fyri at flyta føði­ deildina. Tað er júst hetta sum er við at henda, at øll faklig vitan verður flutt av Klaks­ víkar sjúkrahúsi, soleiðis at til síðst er ongin faklig vitan eftir til nakað sum helst. Síðani verður manglandi faklig kompetanca brúkt sum argument fyri at flyta fleiri funktiónir av sjúkhúsinum, eina fyri og aðra eftir. Eg spyrji hvør næsta funktiónin er, sum ætlanin er at flyta orsakað av mangl­ andi fakligari vitan? Vóni sanniliga ikki, at hetta er strategiin, fyrst at taka før­ leikan og so taka funktiónina, tí tit jú hava tikið førleikan. Hví ikki gera tað besta fyri øll Tú sigur, at barnakonur úr Eysturoynni altíð hava koyrt til Havnar. Tað kann tí ikki vera nakar trupulleiki hjá barnakonum at koyra úr Klaksvík til Havnar. Tað er kanska rætt, men tað skerst ikki burtur, at henda gerð er eitt afturstig fyri barnakonur úr Norðoyggjum. Hevði tað kanska ikki verið lættari hjá barnakonum úr Leirvík, Gøtu, Fuglafirði at koyrt til Klaksvíkar ístaðin fyri til Havnar. Hví skal man leita eftir lægsta felags­ nevnaranum ­ tá barnakonur úr Leirvík, Gøtu og Fuglafirði kunnu, so kunnu barnakonur av Viðareiði eisini. Er tað undarligt, at LS manglar penging á hvørjum ári? Klaksvíkar sjúkrahús var fyrst í Føroyum við nógvum sergreinum, og seinni eru hesar so eisini komnar á Landssjúkrahúsið. Síðani verður roynt at flyta tær av Klaksvíkar sjúkrahúsi fyri at umgangast dupult­ funktiónir. Eg spyrji bara: “hví tær nakrantíð vóru stovnaðar á LS?”. Ikki løgið at LS manglar pengar á hvørjum ári við øllum hesum dupultfunktiónum, sum teir sjálvir hava sett í gongd. Leif Knudsen yvirlækni, skrivaði í grein fyri nakað síðani, at kanningar hava víst, at tað verður ikki meira rationelt, tá tað almenna leggur stovnar saman fyri at rationalisera. Heðin Mortensen skriv­ aði einaferð í eini grein, at tað kom ikki at bjarga útjaðaranum, at nakrir al­ mennir stovnar blivu lagd­ ir út har. Tað eru júst teir almennu stovnarnir, sum inntil dags dato hava hildið lív í Havnini, so eg skilji ikki, hví teir ikki eisini skuldu kunna hildið lív í útjaðar­ anum. Almennu stovnarnir eru fyri fólkið, ikki umvent. Hetta samanhildið við tí, sum Leif Knudsen skrivar, er tað upplagt at leggja almennar stovnar runt um í landinum. Nú er túrurin komin at útbyggja Klaksvík Tað er nú at vit skulu útbyggja Norðoyggjar og síggja møguleikar, sum ikki áður hava verið her norðuri. Vit hava fingið undirsjóvartunnil og tað er koyrandi báðar vegir og avstandurin er tann sami báðar vegir. Tað er tí heldur onki í vegin fyri, at barna­ ella narkosulækni koyrdu norðeftir. Eitt er vist, visit­ eringin á Klaksvíkar sjúkra­ húsi er optimal. So tey, sum skulu á LS, verða send á LS. Hvat er akut? Tað var frammi í Dag og Viku, at skaðastovan á LS var einasta skaðastovan í landi­ num, sum livdi upp til krøvini til eina akutta skaðastovu. Haldi innslagið var einsíðugt og onkisigandi. Álvarsamar ferðslu­ vanlukkur, har fólk koma álvarsamt til skaða, er ein akutt støða. Her hevur KS mangan stabiliserað støðuna, áðrenn skaddi er víðarisendur. Somuleiðis sum akuttir sjúklingar við hjartatrupulleikum og blóð­ tøppum eru komnir á KS, og hava fingið topprofessionella viðgerð. Hetta er eisini ein akutt støða har tíðin hevur stóran týdning, og bara tann tímin tað tekur at koyra til Havnar, hevur stóran týdning. Tí skuldi upptøkuøkið fyri KS verið víðkað til at umfata Eysturoynna eisini. Atkvøðurnar í norðurøkinum vigaðu tungt Aksel nevnir fleiri ferðir í greinini lokalir politikarar, lokaløki og lokalblað. Sær út sum hann er farin upp í havnakórið, ið kallar alt lokalt, sum er uttan fyri Havnina. Havnin er global, men Klaksvíkin er lokal. Skilji ikki logikkin og niður­ støðuna. Havnin er heilt ítøkiliga júst á sama lokala støði sum Klaksvík. Tað vóru so hóast alt atkvøðurnar úr norðurøkinum, ið vigaðu tungt. Hesar gjørdu sítt til, at tú situr á hægstu politisku rók í dag. Svík nú ikki álitið! Men eg eri stak takksom fyri tað, sum er komið henda­ vegin við tínari hjálp. Men lat tað ikki blíva til ein regul, at um okkurt kemur til Klaksvíkar, so skal okkurt annað úr Klaksvík. Lat okkum tí nú ikki gjalda ein óbótaligan høgan prís, har vit nú skulu spæla av við eina sergrein, sum Føroya fólk hevur havt stóra gleði og gagn av. Skulu heldur ikki gloyma, hvussu nógvir pengar verða spardir upp á ársbasis, at nógv hevur verið orðnað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ístaðinfyri at sjúklingarnir vórðu sendir av landinum. Vil heita á teg, og havi tað álit á tær, at urologiin verður verðandi í Klaksvík. Her fungerar tað við succés. Og vónandi tekur tú føðideildina upp til nýggja viðgerð. Sjúkhúsið er fyri fólkið, ikki umvent. Til síðst vil eg heita á ÚF, um at revidera tíðinda­ flutningin og tosa við ser­ kunnleikan – yvirlæknarnar – ístaðin fyri sum nú, at tosa við formannin í felagnum hjá ungum læknum, tá tað snýr seg um sergreinir. Tað er NÚ Klaksvík skal útbyggjast