Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 38 - 23. februar 2002 Nr. 38 - 23. februar 2002 3 Mangan kemur tað fyri, at júst tey, sum veruliga leggja ætlanir fyri einari innihaldsríkari pensjon- istatilveru, gjarna ikki náa so frægt sum at seta hol á hana. Beint sum stríðs- maðurin Karl Johansen riggaði seg til at fara undir sín seinasta part av lívinum - eina friðsama pensjonista- tilveru, var hansara lívs- tráður kvettur. Eitt otium uttan drúgvar samráðingar, eitt otium uttan eitt 8 til 5 arbeiði, eitt otium saman familjuni og eitt otium, har tíð gavst til tað, sum áhugin var fyri, men sum fyrst nú veruliga stundir góvust til. Og løgið var tað kortini, at júst hesin maðurin, sum serliga gjørdist kendur sum forsprákarin fram um aðrar fyri, at hansara limir skuldu fáa tað eisini fíggjarliga rúmsátt sum pensjonistar, náddi als ikki sjálvur at gera brúk av tí skipan, sum fer at standa sum ein stoltur varði yvir hansara drúgva arbeiðsdag sum fakfelags- maður. Seinast eg fekk høvið prátað við Karl, var beint fyri jól, tá Havnar Arbeiðs- mannafelag hátíðarhelt, at hann hevði sitið sum for- maður í samfull 25 ár. Í hugnaligum umhvørvi við jólagløggi og holukøkum sat hesin erligi og vinsami stríðsmaðurin og hugnaði sær saman við mongu gest- unum, sum møttu fyri at ynskja honum tillukku. Sum vera man vóru eisini mangar røður. M.a. bar hansara mótstøðumaður í mongum samráðingum, Poul Mohr fram eina sera beinrakna røðu. Hann nevndi m.a. tvey viður- skifti, sum lýstu Karl sera væl. Fyri tað fyrsta, at hann var álítandi. Hevði tú gjørt eina avtalu við hann, so helt hon. Fyri tað næsta, so kallaði hann Karl ein skilamann. Hetta serfør- oyska fyribrigdið - ein skilamaður. Ein maður, sum dugur tað, hann skal. Tíbetur eydnaðist eisini mær at koma at kenna Karl, tó ikki í so drúgva tíð. Men m.a. mintist eg frá mínari tíð í landsstýrinum, at Karl bar við sær ein dám av tí ektaða og óforfínaða. Hann var maðurin, sum við sín- um spontana verumáta var eitt stolt umboð fyri sínar limir. Hann kundi minna bæði okkum politikkarar og uttan iva eisini embætis- fólkini á, at tað eisini var eitt lív uttan fyri bonaðu gólvini í Tinganesi. Og tvær ferðir fekk eg vístan tann stóra heiður at bera fram eina røðu á arbeiðaradegnum 1. mei saman við Karl og øðrum góðum fólkum. Fyrst ferð í 1995 og seinnu ferðina í fjør. Men báðar ferðirnar í ringasta óveðri við bæði vindi og regni. Og her stóð hesin stolti fakfelagsmað- urin, sum hesa løtuna bæði skuldi stríðast móti veður- gudunum, politikkarunum og arbeiðsgevarunum. Men tað var kanska rætta mynd- in, vit fingu av Karl hesar løtur. Í andglettinum, men fullur av stríðsvilja og góðum vónum. Tí kon- struktivur var hann sum fáur. Hann kendi sín leiklut, men hann virdi eisini leiklutin hjá øðrum, eisini sínum mótstøðufólkum. Og tað er uttan iva eisini røttu eginleikarnir hjá einum góðum fakfelagsmanni. Vit í Føroya Javnaðar- flokki minnast Karl Jo- hansen við størstu virðing. Jóannes Eidesgaard floksformaður Fakfelagsmanninum Karl Johansen til áminningar Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Hjørdis Hansen f. Matras á Norðoyri andaðist og fór til gravar. Tøkk til tykkara, sum vóru so góð við mammu til tað seinasta. Tøkk fyri heilsanir og fyri gávurnar til Norðoya Røktarheim. Eisini ein tøkk til tykkara, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og til tykkara, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Eina serstaka heilsan og tøkk senda vit tykkum á Norðoya Røktarheimi fyri, at tit hava farið so væl og kærleiksfult um mammu tey árini, hon var hjá tykkum. Familjunnar vegna Børnini Tøkk Øllum tykkum, sum við vitjanum, telefonuppringingum og á ymiskan hátt hjálptu og vístu samkenslu, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara, Petur Ludvig brádliga doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til prest fyri troystarrík orð, tøkk til sangarar og teir, sum spældu á ljóðføri, tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Vegna tey avvarðandi Sigrid Ludvig við familju Tøkk Vit takka øllum hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá okkara kæra Brynhild Larsen Tórshavn doyði og bleiv jarðað. Takk til prestin, Hera Joensen, fyri hjálp og troystarrík orð. Takk fyri blómur og kransar og uppringingar. Eina serstaka tøkk til tykkum á B8 á sjúkrahúsinum, ið vóru um hana ta seinastu sváru tíðina. Familjunnar vegna Lars, Marita og Annika C M Y K 3 2 Boðað verður við hesum til árs- aðalfundar í P/F Føroya Banka á Hotel Føroyum, Tórshavn, við hesi dagsskrá: Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári. Framløga av ársroknskapi við grann- skoðaraátekning til góðkenningar og ársfrágreiðing. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapin. Val av nevndarlimum. Val av grannskoðarum. Uppskot um, at nevndin fær heimild til innan endan av mars 2003 at lata bankan ognast upp til 1 pst. av partapeningi bank- ans fyri ein kurs, sum ikki kann víkja frá seinasta almannakunngjørda innara virði- num við meira enn 10 pst. Ymiskt. Grannskoðaði ársroknskapurin og ársfrá- greiðingin liggja frammi á skrivstovu bankans í Húsagøtu 3. Atgongumerki til aðalfundin verða út- flýggjað á deildum bankans í seinasta lagi mánadagin tann 18. mars 2002. Tórshavn, tann 21. februar 2002. NEVNDIN fríggjadagin 22. mars 2002 kl. 17.00 1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. Ársaðalfundur