Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 38 - 23. februar 2002 Nr. 38 - 23. februar 2002 5 Landsstýrið fer nú at lækka avgjøldini á kampingvognum og kampingbussum FRÍTÍÐARLÍV Áki Bertholdsen Nú skal tað vera bíligari hjá føroyingum at keypa kamp- ingvogn ella kampingbuss. Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, arbeiðir í løtuni við einum uppskoti um at lækka avgjaldið á kamping- vognum og kampingbuss- um, so at teir verða bíligari. –Støðan er tann, at í Før- oyum er nógv hægri av- gjald á kampingvognum og kampingbussum, enn tað eru í grannalondum okkara, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjar- málum. –Eitt nú verða kamping- bussar tollaðir sum persón- bilar. Hann sigur, at í øðrum londum er onki avgjald á kampingvognum, sum verða krøktir upp í ein per- sónbil. –Avleiðingin av føroysku avgjaldsreglunum, er, at hesi akfør eru so dýr at keypa í Føroyum, at tað snøgt sagt forðar fyri øllum handli, tí ongin hættar sær undir at keypa slíkt akfar. –Karsten Hansen sigur, at ætlanin er nú at taka av- gjaldið á kampingvognum av. Harafturat er ætlanin at kampingbussar ikki longur skulu tollast sum persónbil- ar, men sum vøruvognar . –Ein kampingbussur kann ikki brúkast til annað enn kampingbuss - í besta føri kann hann brúkast til vøruvogn. Tí haldi eg, at tað er rætt at tolla hann har- eftir og ikki sum persónbil. Karsten Hansen sigur, at málið hevur verið til við- gerðar á Landsstýrisfundi og har er undirtøka fyri at leggja málið fram. Tí fer hann nú at snikka uppskotini til og síðani verða tey løgd fyri tingið, og tað verður longu í næst- um, at tað verður lagt fyri tingið. Hann sigur, at hetta fer at føra við sær, at kamping- vognar og kampingbussar verða munandi bíligari at keypa í Føroyum. Vágs Býráð er í ferð við at leggja 3.600 metrar av vatnveiting fyri at tryggja fólki og ídnaði nóg mikið av reinum vatni, eisini tá ið turkur er. Arbeiðið verður liðugt um tríggjar mánaðir. VÁGUR Áki Bertholdsen Nú kunnu vágbingar altíð vera vísir í at hava nóg mik- ið av reinum vatni, eisini tá í turkur er. Vágbingar hava annar verið hampiliga væl fyri við vatni, men viðhvørt, tá ið turkur liggur leingi, gongur vatnið undan. Sein- asta dømi um hetta var tað tiltikna turra árið 2000, tá ið vatnneyð var nógvastað- ni í langa tíð, eisini í Vági. Fyri fólkið í kommununi er hetta irriterandi, men fyri vinnulívið er tað ótol- andi, tí nú eru nógv virki í Vági, sum krevja sera stór- ar nøgdur av reinum vatni, ikki minst stóra laksavirkið hjá Hera Hjelm. Liðugt í mei Men nú skuldi tann trupul- leikin verið loystur enda- liga. Vágs Býráð hevur tikið upp samstarv við SEV um at fáa vatn úr Ryskivatni í Botnhaga, norðanfyri Vág. SEV brúkar vatnið úr Ryskivatnið til elverkið í Botni, men nakað síðani gjørdi Vágs Býráð og SEV avtalu við SEV um eisini at fáa vatn úr Ryskivatni oman til Vágs. Eftir avtaluni skal Vágs Kommuna sostatt fáa vatn úr Ryskivatni, tá ið vatn- goymslurnar, sum annars eru í Vági, fara at tømast. Síðani er Vágs kommuna farin undir arbeiðið at leggja ta 3,600 metra longu vatnveitingina úr brunn- unum í Vági, niðan í Ryski- vatn. Samstundis verður savn- ingarbrunnur gjørdur norð- uri á Hálsinum, umframt at pumpur skulu setast upp við Ryskivatn. Men samstundis skal SEV eisini byggja út. Ætlanin er at veita vatn oman av røðini vestanfyri Hvannadal, omanfyri Vág, oman í Ryskivatn. –Har eru stórar vatn- goymslur, sum SEV ætlar at veita oman í brunnin og síðani í Ryskivatn fyri at fáa meiri vatn til elverkið Tá ið vatnið í goymslu- num í Vági fer at ganga undan, verður vatn veitt úr brunninum oman í goym- slurnar í Vági. Men gongur vatnið í brunninum undan, verður vatn pumpað úr Ryskivatni í brunnin. Liðugt í summar Hetta er eitt arbeiði sum kostar umleið eina millión krónur. Og á býráðsfundi mikukvøldið samtykti Vágs Býráð at játta tær seinast 750.000 krónurnar til enda- málið. Jógvan Krosslá, býráðs- formaður, sigur, at arbeiðið verður liðugt í mei. –Tá skuldi kommunala vatnveitingin í Vági kunna nøkta tørvin hjá húsarhald- um og vinnulívi til reint vatn nógv ár fram, eisini tá ið turkur er, sigur hann. Bíligari hjá føroyingum at ferðast á hjólum Nú fer tað at verða munandi bíligari hjá føroyingum at keypa sær kampingvogn ella kamp- ingbuss,sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann er nú á veg í tingið við uppskotið um at lækka toll og avgjald á kampingvognum og kampingbussum. Ongin vandi fyri vatninum í summar –Nú skuldi tað verið ein farin tíð, at vágbingar koma í vatnneyð, tá ið turkur er. Arbeiðið at tryggja vatnveit- ingina verður liðugt í mei mánað í ár Vágs kommuna er við í umhvørvisskrivstovu VÁGUR Áki Bertholdsen Vágs Kommuna hevur nú samtykt at betala sín part av tí landsumfatandi Lokal Agenda 21 skriv- stovuni, sum skal setast á stovn. Lokal Agenda 21, er ein skrivstova, sum skal fevna um alt landið og sum skal vegleiða og ráðgeva kom- mununum í sambandi við umhørvismál og tað er í sambandi við samtyktina á umhvørvisráðstevnu í Rio De Janeiro í 1992, at hon verður sett á stovn. Ætlanin er, at hvør kommuna í landinum skal betala tað, sum svarar til 8,50 fyri hvørt fólk í kom- mununi og so betalir land- ið tað sama. Á býráðsfundi miku- kvøldið samtykti Vágs Býráð at vera við í ætlan- ini og at betala sín part av útreiðslunum. Fyri Vág merkir hetta eina útreið- slu upp á 12.000 krónur um árið. Tá ið Tvøroyrar Kom- muna fyri stuttum sam- tykti at vera við í ætlanini, var tað við teirri treyt, at skrivstovan skuldi ikki leggjast í Havnini. Hon skuldi helst liggja á Tvør- oyri, men í ringasta føri onkra aðrastaðni úti um landið, annars vildi Tvør- oyrar Býráð ikki vera við. Slíkar treytir hevur Vágs Býráð ikki sett. Tvørturímóti er tað við- merkt í samtyktini hjá Vágs Býráð, at Vàgs Kommuna fer ikki at leggja seg út í, hvar í landinum skrivstovan skal vera. –Men verður skrivstov- an á skrivstovuni hjá Kommunusamskipan Føroya í Havn, soleiðis sum eitt uppskot er, tekur Vágs býráð undir við tí, sigur Jógvan Krosslá, borgarstjóri, sum eisini er formaður í Kommunu- samskipanini. Hann sigur, at talan er um eitt einasta arbeiðs- pláss. Í Føroyum eru 39 kommunur og verða tað fleiri kommunur, sum seta krav fram um at fáa hetta eina arbeiðsplássið, er tað tað sama sum at beina fyri ætlanini, heldur hann. Eisini Vágs Skúli ætlar at strika døg- verðatíman VÁGUR Áki Bertholdsen Tað er blivið alsamt van- ligari, at skúlar og ar- beiðspláss strika døg- verðatíman . Ístaðin fyri at fara heim í ein tíma til døgverða, er ein stuttur matarsteðgur á arbeiðs- plássinum, ella á skúla- num, og ístaðin sleppa arbeiðsfólk og børn so til húsar eina løtu fyrr seinnapartin. Nú ætlar eisini Vágs skúli at strika døgverða- tíman. Skúlastýrið í Vági hev- ur gjørt eina kanning og hon vísir, at ein meiriluti av foreldrunum eru fyri at taka døgverðatíman av. Samstundis hevur skúlastýrið spurt kom- mununa um hon er sinnað at betala tann meirkostn- að, sum hetta fer at bera í sær fyri skúlan, tí verður døgverðatímin avtikin, skulu eitt nú kuldaskáp og ruskbingjur, keypast til skúlan. Á býráðsfundi miku- kvøldið varð samtykt at kommunan skuldi átaka sær at keypa skúlanum kuldaskáp og annars at bera tær útreiðslur, ið av- tøkan av døgverðatíma- num fara at føra við sær. Jógvan Krosslá, borgar- stjóri í Vági, sigur, at bý- ráðið hevur fingið upp- lýst, at teir allarflestu skúlarnir í landinum longu hava avtikið døg- verðatíman og at tað bara eru tveir skúlar í øllum Føroyum, har børnini enn fara heim til døgverða og tað er skúlin í Vági og ein lítil bygdarskúli. Hann sigur, at umboð- ini fyri Vágs Býráð í skúlastýrinum hava fyrr umrøtt spurningin um at taka døgverða tíman av. –Skúlin er beint oman- fyri Vágs Havn og tað er ferðsluruðuleiki á høvuðsvegnum niðanfyri skúlan í hvørjum døg- verðatíma, tí samstundis sum skúlabørnini fara heim til døgverða, fer eis- ini arbeiðsfólkið á virkj- unum niðri á havnarlag- num til døgverða, og tað førir nógva ferðslu við sær. –At avtaka døgverða- tíman í skúlanum er í í allarstørsta mun eisini ein spurningur um ferðslu- trygdina hjá børnunum, sigur Jógvan Krosslá. Strika døgverðatíman C M Y K 5 4 Sosialurin - 311820 Leygardagin er stongt! EURO SKO EURO SKO Pf. útsølan byrjar mánamorgunin 25. februar kl. 9.00 Fyri hvønn Fyri hvønn Fyri hvønn Ert tú áhugaður í nýggjum avbjóðingum á eini nýggjari deild í menning - Byggideildini hjá Landsverkfrøðinginum? Byggideildin varðar av øllum almennum byggiarbeiðum - vegabygging, havnabygging og húsabygging - frá prosjekteringsbyrjan til avhending og garantisýn. Deildin varð stovnað fyri umleið einum ári síðani, og tann, ið verður settur, fer at luttaka í eini framhaldandi menning av deildini. Arbeiðsuppgávur Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna eitt nú um: • prosjektstýring • byggileiðslu • samskifti við stýrir, ráðgevar, arbeiðstakarar og aðrar áhugabólkar • útbjóðing • sáttmálar við ráðgevar og arbeiðstakarar • prosjektgransking Førleikakrøv Sóknast verður eftir royndum byggiverkfrøðingi við góðum samstarvsevnum, sum hevur hug at fremja sínar hugsjónir í verki. Starvið er sera sjálvstøðugt. Royndir innan eitt ella fleiri av nevndu virkisøkjum gevur fyrimun, men er eingin treyt. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Verkfrøðingafelag. Arbeitt verður skiftistíð, og møguleikar eru fyri eftirútbúgving. Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Umsóknir Umsókn við lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda í brævbjálva merktur “verkfrøðingur til byggideildina”, til Landsverkfrøðingin Postboks 78 110 Tórshavn og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. mars 2002. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tinghúsvegi 5 Postboks 78 FO-110 Tórshavn lv@lv.fo Tlf. +298 311333 Fax +298 314986 Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Kristiani Rasmussen á tel. 311333 (e-postur: kristian@lv.fo) Verkfrøðingur LANDSVERKFRØÐINGURIN