Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 38 - 23. februar 2002 Nr. 38 - 23. februar 2002 7 Árið í fjør gjørdist eitt sjáldsama gott ár fyri Føroya Banka. Bankin hevði eitt yvirskot áljóðandi 210 mió kr, og nú er so gott sum liðugt við afturfør- ingum frá kreppuni. Bankin er harafturat komin á eitt reelt støði, og er mestsum klárur at privatisera ROKNSKAPUR Heri á Rógvi –Hetta er besta árið hjá bankanum nakrantíð. So avgjørdur er Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, tá hann verður biðin um at meta um ársúrslitið fyri árið í fjør, 2001. Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka, tekur fult undir við sjónarmiðinum hjá Janusi, og sum heild eru stór smíl á varranum hjá teimum báðum stjórunum, og hetta er tað eisini orsøk til. Føroya Banki hevði áðr- enn skatt eitt yvirskot áljóðandi 209,7 mió kr. Eftir skatturin er goldin, gevur hetta eitt yvirskot áljóðandi 168 mió kr. Í sjálvum sær er hetta tal ikki størri enn árini framman- undan, men tað er veruliga serstakt, tá hugt verður eftir. hvat yvirskotið stavar av. Orsakað av sváru kreppuárunum fyrst í hálv- femsunum hevur bankin kunnu innført burturlegg- ingar aftur í roknskapin frá teimum góðu 4 mia, sum vórðu skotnar inn í bankan í sambandi við kreppuna. Ì 2000 vórðu 171 mió av yvirskotinum úrslit av burturleggingum, ið vóru góðskrivaðar. Í 2001 var hetta talið “einans” 25,3 mió, og roknað verður við, at í 2002 verður hetta tal á leið 0. Tað er eisini í burtur- leggingunum at finna or- søkina til, at Føroya Banki hevur kunnað víst á so ovurhondsstór avlop sein- astu árini, og nú er so gott sum liðugt við tí. Tískil metir leiðsla bankans, at talan er um eitt tað besta ár- ið hjá bankanum nakrantíð. So at siga á øllum økjum er vøkstur at hóma. –Føroya Banki er nú komin burturúr kreppuni, og nú er talan um eitt reelt yvirskot, og hetta ger, at vit kunnu hyggja heilt øðrvísi upp á Føroya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen. Leiðslan fegnast stórliga yvir, at mann nú kann fara at hyggja eftir Føroya Banka sum einhvønn van- ligan banka, og nú bankin hevur lagt sjógv til kreppu- árini, er støðan rættiliga góð. –Úrslitið hjá okkum fyri hvørja kostnaðarkrónu er 2,55 kr., og hetta er tað mesta í kongaríkinum, sig- ur Jørn Astrup Hansen. Bæði útlán og innlán hjá Føroya Banka er voksin heilt munandi. Innlánini eru voksin við 20,7% til 3.941 mia. Ùlánini eru voksin við 6,3% til 3,36 mia. Góða gongdin í sam- felagnum fær ábyrgdina fyri hesa góðu gongd. –Vit rokna ikki við, at fáa eitt eins gott úrslit fyri 2002, men tað verður vænt- andi framvegis eitt gott úr- slit, og vit kunnu siga, at tað stendur væl til hjá okk- um, sigur Janus Petersen. Eginpeningurin hjá bankanum 1,4 mia kr. Ogn- irnar hjá bankanum liggja um 6 mia, og bankin hevur síðani 1994, tá bankarnir vórðu lagdir saman útlutað 777 mió kr. til partaeigarar sínar. Góðar 2,4 mia hevur landið tilsamans vunnið burturúr Føroya Banka, síðani 1994. Goldnar verða 75 mió til partaeigararnar, og landið vinnur eisini 42 mió kr. í skatti. –Føroya Banki skuldi nú verið klárur til privatiser- ing, men óvist er við keyp- ara, sigur Jørn Astrup Hansen. Føroya Banki sítt besta úrslit nakrantíð Um vikuskiftið skipa politisk ungmanna- feløg fyri ráðstevnu á Háskúlanum. Enda- málið er at skapa áhuga fyri feløgunum og politikki millum ung RÁÐSTEVNA Heri á Rógvi Háskúlin verður um viku- skiftið karmur um eina ungdómspolitiska ráð- stevnu. Tað eru fimm pol- itisk ungmannafeløg, ið skipa fyri ráðstevnuni. Ráðstevna hevur heitið Nýtt Hugfar. –Endamálið við stevnuni er at vekja áhuga fyri pol- itiskum arbeiði millum ung, og vit vilja eisini eggja ungum til at koma uppí pol- itiskt arbeiði, sigur Jóannes Vitalis Hansen, ið er for- maður fyri Unga Tjóðveldi og hevur verið við til at fyrireika stevnuna. Ráðstevnan er fyrst og fremst ætlað ungum, ið ikki eru limir, soleiðis at tey kunnu gera sær eina mynd av, hvussu feløgini eru og hvat tey hava at siga. Tað skal tó ikk skiljast soleiðis, at tey, ið eru limir, skulu halda seg vekk, tí hesi skulu greiða øðrum. Tiltakið verður leygar- dagin á Háskúlanum og byrjar kl. 10.00, og fyri- reikararnir heita á øll, um at vera har frá byrjan. Fyrst á skránni leygar- morgunin er, at tey ymsu feløgini greiða frá sínum felag. Í døgurðasteðginum fara tey luttakandi oman á Sjómansheimið í Havn, sum saman við Restorffs stuðlar tiltakinum. Seinnapartin heldur Birg- ir Kruse ein fyrilestur við evninum áhugafeløg og smátjóðir. Høvið verður at seta Birgir spurningar. Kl. 15 verður kjak á skrá- nni, ið Høgni Mohr og John Brian Hvidtfeldt skulu halda skil á. Innlegginum koma frá framløgunum um morgunin, og høvið verður at kjakast rættiliga breitt, verður breitt. Kl. 21 verður tónleika- café, har Terji Ramussen, Unn Patursson og Búi Dam fara at spæla. Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk. Tiltakið varð eisini roynt í fjør, og tá var undirtøkan sera góð. Ungdómspolitisk ráðstevna Jóannes Vitalis Hansen og Bartal Nolsøe Poulsen eru millum teir, ið hava fyrireika Nýtt Hugfar, ið verður á Háskúlanum um vikuskiftið. Mynd: Jens Kristian Vang. Jørn Astrup Hansen hevur alla orsøk til at fegnast, tí Føroya Banki kundi vísa á sítt besta úrslit nakrantíð fyri 2001. Mynd: Jens Kristian Vang. Príslisti fæst í handlinum - vit senda um alt landið C M Y K 7 6 MENASFRÁGREIÐING Jan Müller - Tað er ikki okkara upp- gáva at siga føroyingum, hvat tit skulu gera ella geva tykkum góð ráð. Tað eru føroyingar sjálvir teir bestu til at gera. Vit vilja við hesi frágreiðingini fyrst og fremt vera við til at stimbra og menna orðaskiftið um eina komandi oljutilgongd í Føroyum segði stjórin í Menas, John Christensen, tá fyrsta frágreiðing av sínum slag um samfelags- ligu árinini av eini olju- vinnu varð almannakunn- gjørd í Havn í gjár. John Christensen helt fyri, at henda frágreiðing skal bara skiljast sum ein byrjan, sum eitt grundarlag undir einum víðari kjaki. Uppá fyrispurning hvat hann heldur vera mest týð- andi læruna, ið føroyingar kunnu gera sær við at lesa hesa frágreiðing segði Jerseybúgvin, at tað er at hava eina greiða og skipaða ætlan fyri gongdina og at kunna stýra henni – strategi og control - vóru lykla- orðini í hansara fatan av tí støðu, sum eitt lítið oyggjaland sum Føroyar eru í, nú farið verður inn í oljuøldina. Sjálvur metti hann, at orðaskiftið í Før- oyum er longu komið væl áleiðis, og tí vónaði hann, at henda kanningin kundi vera enn eitt íkast til kjakið. Hann eins og rektarin á Fróðskaparsetrinum, Malan Marnersdóttur, viðgekk, at tað høvdu verið samstarvs- og samskiftistrupulleikar í arbeiðinum, men metti hann tó, at úrslitið var arbeiðinum var gott. Tó vónaði hann, at fólk nú fóru at lesa frágreiðina og finn- ast at henni, har hetta er uppá sítt pláss. John Christensen, sum sjálvur er oyggjabúgvi, hann er føddur á oynni Jersey, segði, at ætlanin við kanningini er at upplýsa og eggja til orðaskifti í Før- oyum um, hvussu farast kann fram í sambandi við útbygging av einari olju- vinnu, um olja í rakst- rarverdum nøgdum verður funnin. Í kanningini verður ásannað, at árinini av einari kolvetnisvinnu á ein lítlan oyggjabúskap kunnu verða viðgjørd á tveimum stigum. Í fyrra lagi er tørvur á at kanna, hvørjar beinleiðis avleiðingar oljuleitingar- og útvinningarvirksemi umframt avriggingin av hesum virksemi hava við sær. Harnæst er tørvur á at kanna tey møguligu árinini av inntøkunum frá skatti og avgjøldum, sum væntandi fara at koma, so títt og knapt sum farið verður undir at framleiða og út- flyta olju. Um ein oljuvinna verður útbygd í Føroyum, fer hon væntandi at hava djúptøkna ávirkan á tann føroyska búskapin og eisini á tann vanliga lívsháttin, ta serligu mentanina, sam- felagsbygnaðin og á um- hvørvið. Royndir frá øðrum oljuøkjum vísa, at hesar broytingar kunnu verða gagnligar, um avgjørt verður, frá tí at oljuvinnan byrjar, at nýta oljuríki- dømið til at røkka langtíðar samfelagsmálum. - Tað er ikki ætlanin við kanningini at siga, hvussu føroyingar skulu bera seg at, og eiheldur verða givin ráð um, hvussu farast skal til verka í sambandi við út- bygging av einari olju- vinnu. Kanningin lýsir ymsar møguleikar, sum kunnu vera við til at skapa grundarlag undir einum orðaskifti um, hvussu farast skal fram. Eisini verða hepnar og minni hepnar royndir aðrarstaðir í heim- inum lýstar. Kanningin viðurkennir kortini, at sereyðkennini við tí føroyska samfelagnum gera tað neyðugt at finna fram til serstakar mannagongdir, sum semja eigur at verða fingin um eftir vælgrundað og skilagott orðaskifti segði John Christensen frá Men- as Associates Limited. Lesið meira um tíðinda- fundin og frágreiðingina í næstu viku. Ætlan og stýring mest týðandi í oljumenningini Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetrinum, John Christensen, stjóri í Menas og Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP Mynd Jens K. Vang