leygardagur 23. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 38 - 23. februar 2002
Nr. 38 - 23. februar 2002
9
Væntandi gistingar-
pláss kann vera orsøk
til, at fleiri fólk, sum
la sær til Føroya,
setast aftur
FERÐAVINNA
Solby A. Eliasen
– Tað fara vanliga fleiri
túsund fólk við týska lands-
liðnum til útidystirnar, og
eisini tí skotska. Men
spurningurin er, hvussu
mongum vit klára at hýsa.
Tí tað er givið, at fólk setast
aftur, tá tey ikki hava
nakrastaðni at gista, sigur
Ísak Mikladal.
Stóri áhugin kom til
sjóndar beinanvegin eftir
lutakastið
í
Portugal.
Ferðaskrivstovur ringdu og
kannaðu
sær
plássini
beinanvegin. Og her skal
eisini havast í huga, at hetta
er í bestu summartíð, og
gistingarhúsini hava eisini
annað at ger.a
– Vit hava tosað nógv
um, at Føroyar ikki hava
eitt U-21 landslið, men vit
kunnu bara ímynda okkum,
hvussu støðan hevði verið
tá. Tær kappingarnar fylgj-
ast, so dystirnir plaga at
vera dag um dag. Og so
skuldu vit hýst fýra fót-
bóltsliðum, umframt øllum
øðrum. Tí at okkara menn
skulu jú eisini hava onkun-
staðni at gista, og tað skal
vera tað besta til teir.
– Hevði hetta verið í
summarfrítíðini, so kundu
vit kanska leigað ein ella
fleiri skúlar til endamálið.
Fólkið krevur ikki so nógv,
tey eru glað, um tey bara
hava tak yvir høvdið. Men
hetta letur seg ikki gera, tí
tað er ikki í summarfrí-
tíðini, sigur Ísak Mikladal
at enda.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF:
Umstøður ikki nøktandi
Fleiri gistingarhús
hava fingið stórar
bólkabíleggingar úr
Týsklandi í juni
komandi ár
FÓTBÓLTUR
Solby A. Eliasen
– Telefonin ringir allatíð-
ina, týskarar eru garvillir
og høvdu vit lagt allar fyri-
spurningarnar
saman,
høvdu vit havt lagt alt ho-
tellið av fleiri ferðir.
Hetta sigur eitt av starvs-
fóklunum í móttøkuni á
Hotel Hafnia. Og tað letur
til, at tað er ikki bert á
Hafnia, at týskarar vilja
tryggja sær innivist í juni
komandi ár. Hetta er óivað í
sambandi við, at Føroyar
spæla ímóti Týsklandi á
Tórsvølli mikudagin 11.
juni 2003.
Sjómansheimini í Klaks-
vík og Tórshavn eru eisini
fult bíløgd. Tó skal her
sigast, at frá Sjómans-
heiminum í Havn kundu
tey ikki vátta, at talan var
um týskarar. Men tað var so
ein stór bólkabílegging í
tíðarskeiðnum
9.6.
til
12.6.2003, sum fevnir um
alt húsið. Hinvegin kundu
tey úr Klaksvík vátta, at
talan er um eina týska
bólkabílegging júst hesar
somu
dagarnar.
Hotel
Skansin í Havn hevur eisini
fingið eina bílegging upp á
alt húsið frá 9.6. til
13.6.2003,
og
har
er
viðmerkt
viðhaldsfólk.
Men tað er ikki bert í Havn.
Hotel Eiði hevur eisini
fingið eina bólkabílegging
upp á alt húsið.
Nógvir týskarar
Tað er ikki bert fótbólts-
landsliðið, sum kemur, men
ein rúgva av øðrum fólkum,
so sum tíðindafólk, við-
hadlsfólk, VIP-arar og so
framvegis. Væntast kann
sostatt, at tað fer at verða
ein týsk innrás í Føroyum
dagarnar undan dystinum.
Á Hotel Hafnia í Havn hevur
verið rættiligur gravgangur
eftir hotelplássi í sambandi
við landsdystin millum
Føroyar og Týskland 11. juni
næsta ár
Týskarar gera
innrás
Nógv fólk ferðast við týska og skotska landsliðnum. Tað er
givið, at fleiri setast aftur, tí vit ikki kunnu hýsa teimum,
heldur Ísak Mikladal í FSF
Týskarar hava bílagt øll kømrini á Klaksvíkar Sjómansheimi í sambandi við dystinum millum
týska og føroyska landsliðið 11. juni næsta ár
Vinir
Ísraels
hava fund
Í dag, leygardagin,
hevur felagið
"Vinir Ísraels í
Føroyum" árs-
aðalfund. Enda-
mál felagsins er at
stuðla Ísrael og at
virka fyri røttum
tíðindaflutningi
um Ísrael og
jødarnar
ÍSRAEL
Stefan í Skorini
Felagið sigur í tíð-
indaskrivi, at tað fram-
haldandi er rætt og
neyðugt
at
stuðla
Ísrael.
Ógvusligur
ófriður hevur nú í
langa tíð verið dag-
ligur kostur ymsa-
staðni í Ísrael, og eisini
í gøtum Jerusalems
eru fleiri deyð, serliga
seinasta
hálvtannað
árið, og hetta harmar
tað føroyska felagið, ið
stuðlar Ísrael, almikið.
Felagið sigur, at í
krígstíðum
verður
mangan farið lætt um
sannleikan, og tí er eitt
av endamálum felag
sins at virka fyri
røttum tíðindaflutningi
um Ísrael og jødarnar.
Felagið ásannar, at
hóast fleiri friðarav
talur eru gjørdar, og
George Bush, forseti í
USA, hevur gjørt fleiri
royndir at fáa frið í lag
millum Ísrael og Pale
stina, hevur hetta ong
antíð ført til varandi
frið.
Vinir Ísraels geva út
blaðið "Vinur Ísraels"
fýra
ferðir
árliga.
Blaðið ber áhugaverd
tíðindi úr Ísrael og
viðgerð tað samskiftið,
sum á ymiskan hátt er
millum Føroyar og
Ísrael.
Í fjør var ísraelski
sendiharrin í Danmark
á almennari vitjan í
Føroyum. Henda ferð-
in eydnaðist stak væl
og væntandi kemur
núverandi sendiharrin
eisini til Føroya.
Felagið hevur í dag
umleið
100
limir.
Fundurin
verður
á
Sernámsdeplinum
í
Havn
leygardagin
klokkan 15.
Stjórin í Norður-
landahúsinum, Helga
Hjørvar úr Íslandi,
fer at halda fram sum
stjóri í Norðurlanda-
húsinum í trý ár
afturat. Hon er ógvu-
liga fegin um, at
henni stóð í boði at
leingja sáttmálan
NORðURLANDA-
HÚSIÐ
Stefan í Skorini
Nordisk Ministerråd hevur
tikið avgerð um, at leingja
sáttmálan
við
Helgu
Hjørvar í tvey ár. Hon
hevði ein fýra ára sáttmála,
sum rann út 1. februar
2003. Hesin sáttmálin er nú
longdur,
og
íslendska
kvinnan verður eftir ætlan
sitandi í stjórasessinum
fram til 2005. Stýrið í
Norðurlandahúsinum tekur
undir við hesi avgerð.
– Mær dámar ógvuliga
væl at vera stjóri í Norð-
urlandahúsinum í Føroy-
um. Vit hava sett nógv
nýggj og spennandi tiltøk í
verk, og eg gleðist um, at
eg havi fingið møguleikan
at halda fram í hesum
starvinum, sigur Helga
Hjørvar.
Hon tók við starvinum 1.
februar í 1999 og hevði eitt
ár eftir av sáttmálanum, nú
hann varð longdur við
tveimum árum.
Listastevnan
Helga Hjørvar hevur verið
við til at seta Listastevnu
Føroya í verk. Hetta er
høvuðstiltakið hjá Norð-
urlandahúsinum, og hon
fegnast um, at tað hevur
gingið so væl við hesum
megnar tiltaki. Hon sigur,
at umleið helmingurin av
øllum tiltøkunum vóru úti á
bygd, og talið av vitjandi
var 10.099 fólk.
At tað gongst væl í hond
hjá Helgu og teimum í
Norðurlandahúsinum sæst
aftur á talinum av vitjandi.
Í fjør øktist talið av
gestum við 5.000 í mun til
2000. Hetta er ein stórur
vøkstur, tá havt verður í
huga, at Norðurlandahúsið
í fjør hevði eini 40.000
vitjandi til tiltøkini, sum
Norðurlandahúsið skipar
fyri. Hesi eru tó ikki altíð í
sjálvum
húsinum
við
Norðara Ringveg í Havn.
Stjórin fegnast um, at
føroyingar hava tikið væl
ímóti teimum tiltøkum, ið
húsið skipar fyri. Tilsamans
tók Norðurlandahúsið stig
til 348 tiltøk seinasta ár.
Helga vísir eisini á Prix
Føroyar sum eitt tiltak, ið
hevur ment seg nógv, síðan
tað fyrstu ferð var í 1995.
Til finaluna í fjør vórðu
fleiri tíðindafólk úr Norð-
urlondum boðin við á
konsertina í Norðurlanda-
húsinum.
Norðurlandahúsið hevur
eisini sett á stovn ein
Filmsklubb,
ið
nevnist
Klipp, og tiltakið Orfeus, ið
gevur føroyskum kamar-
tónleiki ein pall.
Helga Hjørvar fegnast
um, at fólk úti um bygd-
irnar hava tikið stig til at
seta á stovn mentanarhús.
Her kann nevnast nýggja
mentanarhúsið í Fuglafirði,
ið kann hýsa eini 400
fólkum, Pakkhúsið í Vági,
ið lat upp fyri stuttum, og
Atlantis í Klaksvík, sum
skjótt fer at lata uppaftur
eftir ein langan steðg.
Hetta
gevur
Norður-
landahúsinum møguleika at
skipa fyri mentanarligum
tiltøkum úti á bygd í góðum
karmum, og stjórin vónar at
menna hetta samstarvið.
Helga er sjónleikari
Helga Hjørvar varð fødd í
1943 í eini bygd, ið liggur
stutt frá Flateyri, sum
liggur í útnyrðingshorn-
inum á Íslandi. Hon er tó
uppvaksin í Reykjavík.
Hon tók prógv á Leik-
listaskóla Íslands og ar-
beiddi í fleiri ár sum
sjónleikari, har hon hevði
leiklutir
í
filmum
og
leikum.
Síðani starvaðist hon í
níggju ár sum skúlastjóri á
Leiklistaskúlanum
í
Reykjavík, har hon sjálv
hevur verið næmingur. Eftir
tað gekk leiðin til Dan-
markar, har hon var stjórn-
arskrivari
í
Nordens
Komite for Teater og Dans í
seks ár, áðrenn hon legði
leiðina til Føroyar.
Helga heldur fram
Helga Hjørvar heldur fram sum stjóri í Norðurlandahúsinum í trý ár afturat. Hon fegnast stórliga um undirtøkuna millum
føroyingar
Tiltøk, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri, høvdu eini 40.000
vitjandi í fjør. Hetta er ein vøkstur á 5.000 fólk
Ein 29 ára gamal
maður fekk hósdagin
eitt ára treytaleysa
fongsulsrevsing fyri
at hava smuglað hassj
og kokain. Maðurin
tók við dóminum, og
hann ynskti at sleppa
inn at sita
beinanvegin
SMUGLING
Stefan í Skorini
Hósdagin
feldi
Føroya
Rættur dóm í næsta mál-
inum, sum higartil er kom-
ið fyri í stóra narkomál-
inum, sum løgreglan setti
sjøtul á 16. januar.
29 ára gamal maðurin
hevði játtað seg sekan í at
smugla hassj og kokain til
Føroyar við flogfari. Málið
var tí viðgjørt sum eitt
ájáttanarmál í rættinum, har
dómarin at kalla bara skal
áseta revsingina.
Ákæruvaldið hevði reist
tríggjar ákærur móti mann-
inum. Ákæruvaldið vildi
vera við, at hann hevði
smuglað tilsamans 2,5 kilo
av hassji og 63 gramm av
kokaini.
Maðurin vildi ikki kenn-
ast við hesar nøgdirnar.
Hann kundi bara játta at
hava smuglað 2 kilo av
hassji og 54 gramm av
kokaini. Hesar nøgdir tók
dómarin til eftirtektar, og
maðurin varð dømdur fyri
hesar nøgdir.
Væntandi fer maðurin at
sita dómin av í Føroyum.
Hósdagin var varðhalds-
fongslingin
hjá
einum
manni, ið eisini varð tikin
16. januar, og sum er
skuldsettur fyri brot lógina
um euforiserandi evni, úti.
Hann góðtók, at varðhalds-
fongslingin verður longd í
tvær vikur uttan rættarfund.
Eitt ára fongsul
C
M
Y
K
9
8