mánadagur 10. januar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Cieslewicz ætlar sær á landsliðið
Uni Holm Johannesen
Lukasz Cieslewicz er greiður í við
talu við heimasíðuna hjá B36.
– Fyri meg er talan um røttu
løt una at koma til føroyskan fót
bólt. Persónliga strembi eg altíð
eftir at vinna, og tí stendur føroya
meistaraheitið við B36 ovast á
list anum yvir míni persónligu
mál. Har til havi eg eitt ynski um
at spæla á føroyska landsliðnum,
og tað er ein møguleiki, sum eg
vil royna at gera til veruliga, sigur
Lukasz Cieslewicz.
Pólski framherjin, sum hevur
verið knýttur at ungdóms lands
liðnum hjá Póllandi, fekk sína fót
bóltsuppaling í Vági. Pápi hansara,
Robert Cieslewicz, var á liðnum hjá
VB, sum vann føroyameistaraheitið
í 2000, umframt at hann hevur
umboðað ÍF og Sumba.
Árini í Føroyum um aldarskiftið
geva Lukasz Cieslewicz møguleikan
at spæla á landsliðnum. Hann hev
ur búð í Føroyum í fleiri enn sjey
ár, sum er kravið, um tú skal skifta
tjóðskap. Tað skuldi tí borið til at
fingið neyðugu pappírini í rættlag.
Cieslewicz hevur verið við á
nøkr um venjingarlegum hjá pólska
U21landsliðnum, men hann hevur
ikki spælt nakran skrásettan dyst.
Tí kann Brian Kerr, landsliðsvenjari,
gera sær dælt av framherjanum, um
hann fær føroyskan tjóðskap.
Tað er líkt til, at dreymurin um
at spæla landsliðsfótbólt vig aði
nógv, tá hann gjørdi av at skifta til
B36. Framherjin segði við donsku
heimasíðuna bold.dk síðsta summ
ar, at hansara ambitiónir vóru at
spæla í bestu donsku deildini.
– Eg noyðist víðari. Tíðin er
búgvin at spæla á einum hægri
støði, annaðhvørt í Superliguni
ella í oddinum í næstbestu deildini,
segði pólski framherjin tá.
Hann valdi hinvegin at verða
verandi í Hvidovre, har hann eisini
hevur spælt seinastu mánaðirnar.
Hvidovre er í svárum fíggjarligum
trupulleikum og kann ikki skriva
sáttmála við leikarar, sum støðan
er.
Cieslewicz sigur við bold.dk í
morgun, at hann vil spæla sum
yrkis spælari, og tað hevði hann ikki
møguleika til í Hvidovre. Tað til
boðið hevur hann hinvegin fingið í
B36, har hann fer at liva av at spæla
fótbólt.
Kennir livimátan
Viðhaldsfólkini hjá B36 fegnaðust,
tá heimasíðan hjá felagnum kunn
gjørdi, at Cieslewicz er knýttur at
hópinum.
23 ára gamli framherjin fór til
Brøndby sum 16 ára gamal, men
slapp ongantíð at spæla fyri besta
liðið. Í 2008 skifti hann til Hvidovre,
sum spælir í næstbestu donsku
deildini.
Cieslewicz vónar at vera við til at
lyfta B36 hægri upp á stigatalvuni.
– Eg vóni, at eg kann geva fel
ag num nakað. B36 er í holt við at
byggja eitt nýtt lið upp, og hóast
eg eri 23 ár, so haldi eg, at eg havi
nakrar royndir, sum eg kann geva
frá mær. Ikki minst, tí eg havi liv
að og spælt sum yrkisspælari, og
tí kenni eg tey krøv, sum verða
sett um kostvanar, venjingar og
livi máta sum heild, sigur hann við
heima síðuna hjá B36.
Lukasz Cieslewicz er fram rætt
aður spælari. Hann trívist best sum
framrættaður miðvallari.
FAKTA:
Navn: Lukasz Cieslewicz
Føðingardagur: 15. november, 1987
Pláss: Miðvøllur og álop
Fyrrverandi feløg: VB, Brøndby
og Hvidovre
Fótbóltur Lukasz
Cieslewicz, sum flutti
úr Føroyum fyri gott
og væl sjey árum
síðan, fekk ongantíð
gjøgnumbrotið í
donskum fótbólti,
sum hann vónaði.
Nú fer framherjin
at spæla við B36
við vón um eitt
pláss í føroyska
landsliðshópinum
Persónliga strembi eg altíð
eftir at vinna, og tí stendur
føroya meistaraheitið við B36
ovast á list anum
Yrkissáttmáli
Lukasz Cieslewicz og Sámal
Ímundarsson, B36-formaður
Mynd: www.b36.fo
Lukasz Cieslewicz fór frá VB
til danska stórfelagið Brøndby
sum bara 16 ára gamal.
Pápin átti stóran leiklut
í FM-heitinum hjá VB
Robert Cieslewicz, pápi Lukasz, átti stóran leiklut í føroyameistaraheitinum, sum VB vann óvæntað
í 2000. Tað hevur ofta eydnast væl við útlendingum hjá fótbóltsfelagnum í Vági. Árið í 2000 var einki
undantak. Robert Cieslewicz var við sínum níggju málum í 17 landskappingardystum ein brandur í
álopinum undir liðini á Kryzstof Popczynski, sum var leikandi venjari. Milan Kulic var álitismaður á
miðvøllinum sama árið. Tað var Piotr Krakowski, ið var venjari hjá ÍF, sum fekk Robert Cieslewicz til
Føroyar og Fuglafjarðar undan kappingarbyrjan í 1999. Tað riggaði hinvegin ikki serliga væl, tí Cieslewicz
var ikki serliga eyðsýndur á niðurflytingarliðnum. Framherjin flutti síðan til Vágs, har hann spældi til
2002. Í 2003 og 2004 var hann leikandi venjari hjá Sumba.