mánadagur 10. januar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað er eingin, sum stendur Neist
anum kurl. Liðið hevur bara mist
eitt stig í hesum kappingarárinum.
Leygardagin royndu kollfirð
ingar, sum eru nummar tvey, aftur
at steðga oddaliðnum, men tað
eydn aðist ikki.
Tað krevur nógv at vinna aft
ur og aftur. Tað er torført at vera í
leiklutinum sum favorittur hvørja
ferð, meðan mótstøðuliðini spæla
við fullari megi, tí oddaliðið skal
koppast. Men tað vísir seg ikki at
vera nakar trupulleiki hjá Neist
anum, hóast Ingi Olsen, venjari, við
gekk fyri Kringvarpinum í gjár, at
tað er torført at seta sínar leikarar
upp.
– Vit eru átta stig framman fyri
nummar tvey. Tað er torført at
vera eins spentur til landskapp
ingardystir sum til avgerandi dystir,
har nakað veruliga stendur upp
á spæl. Vit hava meira ella minni
tryggja okk um finaluplássið, og tað
er ringt at vera motiveraður, sigur
Ingi Olsen.
Neistin vann 3128 á KÍF.
Liðini eru væl fyri
Neistin hevur besta liðið í land
inum. Heini Hanusarsson, Finnur
Hansson, Jugoslav Djumic, Áki
Mørk, David Edvardsen, umframt
fleiri aðrar, borga fyri góðsku. Men
fyri mun urin, sum Neistin og KÍF
hava framum hini liðini, er krops
liga venjingin.
Bæði liðini eru ómetaliga væl
fyri og kunnu spæla við fullari megi
í ein samfullan tíma. Tað eru hini
liðini ikki eins væl før fyri.
KÍF gav mótstøðu
Tað var Neistin, sum streyk avstað
í fyrstu atløgu leygardagin, hóast
KÍF ongantíð lat heimaliðið sleppa
undan. Neistin var á odda við trim
um málum í steðginum.
Kollfirðingar settu vertirnar
und ir trýst í seinna hálvleiki, men
Neistin helt høvdið kalt og varð
veitti sína leiðslu.
Finnur Hansson, sum skeyt seks
av málunum hjá Neistanum, varð
útvístur í seinasta minuttinum.
Hann verður tí ikki tøkur, tá fyrra
hálvfinalan móti VÍF skal av greið
ast týskvøldið.
Jugoslav Djumic, Neistin, var
toppskjútti við sjey málum.
Neistin er bara best
Hondbóltur Neistin staðfesti sína støðu sum einaráðandi
í bestu mansdeildini. Greipuvinnararnir vunnu við
trimum málum á nærmasta kappingarneytanum
Uni Holm Johannesen
Undan kappingarbyrjan í ár skifti
hann brádliga tilveruna í bestu
deild ini út við hugnahondbólt í
trið bestu deildini. Vestmenningurin
var holl ur stuðul hjá HC Kvívík,
sum varð stovnað í vetur.
Karl Jóhan Djurhuus varð knýtt
ur at hópinum hjá Kyndli um jólini.
Í gjár spældi hann í grønu troyggj
uni fyri fyrstu ferð. Og vest menn
ingurin spældi ein brand dyst.
Hann skeyt átta mál, tá Kyndil
fekk samband við annað av finalu
plássunum aftur.
Rótutur dystur
Grannauppgerðin í ítróttarhøllini í
Hoyvík var rótut.
Liðini framdu nógv mistøk. Tá
ferð ikki kom á spælið valdu leik
ararnir at stríðast. Tað hevði fleiri
útvísingar við sær.
Kyndil var minst vánaliga liðið á
vøllinum. Aftaná keðiligu byrjanina
komu havnarmenninir fyri seg, og
beinanvegin í seinna hálvleiki komu
teir framum við trimum málum.
Hoy víkingar
svaraðu
ongantíð
aftur.
Erlendur Johannesen stóð eisini
sera væl í málinum hjá Kyndli.
Trý stig
Kyndil hevur verið lítið støðugt í
sínum avrikum í hesum kappingar
árinum. Úrslitið er, at liðið hevur
runnið aftaná teimum ovastu.
Við sigrinum í gjár hevur liðið
aftur fingið samband við annað
av finaluplássunum. KÍF, sum er
nummar tvey, tapti fyri Neistanum,
og Kyndil vann seg sostatt tvey stig
nærri kollfirðingum. Trý stig skilja
liðini í løtuni.
uni@sosialurin.fo
Vestmenningurin
átti høvuðsleiklutin
Hondbóltur Karl Jóhan Djurhuus spældi ein branddyst, tá Kyndil
vann seg aftur í finalustríðið í gjár. Vestmenningurin skeyt átta mál
Atlantic Airways Deildin Menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin máL
tapt máL
munur
stig
1 Neistin
13
463
356
107
25
2 KÍF
13
365
335
30
17
3 VÍF
13
359
324
35
14
4 Kyndil
13
334
328
6
14
5 H71
12
311
314
-3
12
6 StÍF
13
322
338
-16
6
7 Team Klaksvík
11
238
397
-159
0
Uni Holm Johannesen
Vestmenningar
hava
brett
upp ermar. Liðið hevur vunnið
tríggjar dystir upp í slag, og
vest menningar hava fingið
sam band við finalupláss aftur.
Tað var í seinna umfarinum
í Ítróttarhøllini á Skála í gjár,
at VÍF setti kós móti sigrinum.
StÍF, sum hevði runnið undir
liðini á gestunum í fyrra
hálv leiki, var ikki reiðar, og
skjótt fóru vestmenningarnir
undan.
Eli vardi væl
Eli Muller var væl upplagdur í
gjár. Hann vardi fyri fleiri upp
lagdum møguleikum í fyrra
hálvleiki, men var ikki settur
undir eins stórt trýst eftir
steðgin.
Trupulleikin hjá StÍF var
serliga, at heimaliðið tók ikki
av upplagdu møguleikunum.
Tað eydn aðist stundum at
spæla seg ígjøgnum, men
strand ingar nir vóru ikki nóg
neyvir.
VÍF vann uppiborið og fer
nú at fyrireika seg til dystin
móti Neistanum næsta viku
skiftið.
uni@sosialurin.fo
VÍF nærkast
finaluplássi
Hondbóltur Heimaliðið
var als ikki til reiðar í seinna
hálvleiki, tá vestmenningar
vunnu triðja sigurin upp í slag
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen