Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 Sosialurin Ítróttarblaðið Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Tjaldur 13 371 293 78 21 2 Neistin 13 360 298 62 21 3 Stjørnan 12 359 284 75 20 4 VB 13 308 323 -15 11 5 Kyndil 13 317 322 -5 10 6 VÍF 13 298 364 -66 6 7 StÍF 13 241 370 -129 1 Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Uni Holm Johannesen Leiðslan hjá VÍF kom av álvara í vanda, tá kvinnurnar úr Vestmanna fingu fimm útvísingar seinastu løtuna. Tað var tí alneyðugt, at Torgunn Johansen hevði neyðuga dirvi í seinasta minuttinum, tá hon tryggj­ aði VÍF bæði stigini. Gestirnir úr VÍF vunnu 22­21 á StÍF. Kvinnurnar av Strondum hava róð tungan sjógv í hesum kapp­ ingarárinum. Tær hava bara fingið eitt stig higartil. Leygardagin var nær við, men hinvegin øktist mun­ urin bara upp til nærmasta kapp­ ingar neytan. Heimaliðið legði væl frá landi og var á odda 5­0. VÍF kom skjótt aftur, men StÍF rann treyðugt aftaná. Annika Poulsen, VÍF, varð eis ini útvíst í fyrra hálvleiki, tá hon steðg aði einum mótstøðuleikara, sum var á veg í skjótálop. Tað vóru serliga Liljan Djurhuus, Torgunn Johansen og Elisa Inge­ brigtsen, sum stóðu seg væl hjá VÍF. Tóra Seloy var ikki við vegna skaða. VÍF hevur fingið seks stig í skjátt una, og øll eru vunnin móti StÍF. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað hevur gingið við rúkandi ferð í Runavík seinastu vikurnar. Tað sá einki út, tá Tjaldur fekk bara eitt stig burtur úr heima dyst­ inum móti StÍF í november í fjør. Síðan Trygvi Mortensen loysti Bogdan Burcea av í venjarasessinum hev ur liðið hinvegin av álvara fingið luft undir veingirnar. Sigurin á Kyndil í gjár var tann sjeyndi upp í slag. Tað hevur somu­ leiðis við sær, at Tjaldur er nýtt odda lið í bestu kvinnudeildini. Avgreiðsluspurningur Kyndil hevur staðið seg væl í dyst­ unum móti Tjaldur fyrr í hesum kapp ingarárinum. Hesaferð var eing in slingur í valsinum. Kvinnurnar úr Runavík vóru omaná allatíðina, og tær vunnu sær eina trygga leiðslu beinanvegin. Tað var serliga Adina Petrea, sum stóð seg væl. Hon var sannførandi í sínum spæli, og tað riggaði serliga væl hjá henni í álopsspælinum. Hon stóð fyri 11 av málunum hjá heima­ liðnum. uni@sosialurin.fo Adina gekk fremst Hondbóltur Adina Petrea gekk fremst og stóð fyri 11 av málunum, tá Tjaldri rann Kyndil um koll. Nú er kvinnurnar úr Runavík nummar eitt Avgjørdu í seinastu løtu Hondbóltur Kvinnurnar úr Vestmanna vóru í mótburði í løtum av dystinum, men hóraðu undan og fingu tvey stig í botndystinum Uni Holm Johannesen Tað var brádliga í seinna hálv leiki, at heimaliðið fór til stroks. Neistin var á odda við trim um málum miðskeiðis í seinna umfarinum, men vann við heili 11 málum. Tað var serliga í verju part­ inum, at heimaliðið ansaði væl eftir hesa løtuna. Gestirnir úr Vági spældu seg sjáldan ígjøgnum seinastu løtuna, og tá Neistin fekk gott pláss í álops spælinum, kundi valla ganga øðrvísi. Brauer útvíst Barbara Brauer hevur verið stóra stjørnan hjá Neistanum í hesum kappingarárinum. Hon hevur verið sera sann­ før andi í álops spælinum og verju spælinum hjá høvuðsstaðarliðnum seinastu mánaðirnar Hon varð útvíst, tá seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal. Hon var ov harðliga í verju støðu, og dómararnir vístu henni av vøllinum. Tað tóktist sum, at frá­ veran hjá Brauer setti ferð á hinar. Í øllum førum tóku neistakvinnurnar ábyrgd og runnu undan gestunum. Stríðs viljin var framúr seinastu løtuna. Tað riggaði serliga væl seinastu løtuna. Neistin var á odda við trimum málum, men vann við ellivu málum. Orsøkin var serliga sann­ førandi verjuspælið hjá heima liðnum, men VB hevði held ur ikki neyðuga tolið og framdi hin vegin fleiri óneyðug mistøk. Settu ferðina upp seinastu løtuna Hondbóltur Tað var ikki fyrr enn Barbara Brauer varð útvíst, at Neistin av álvara tók sær um reiggj. Í heimadystinum móti VB øktu neistakvinnurnar um munin úr trimum málum til 11 mál seinastu løtuna