Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 SÍ 10 9 1 27 10 17 18 2 Mjølnir 10 8 2 27 8 19 16 3 Fleyr 10 8 2 26 13 13 16 4 TB 10 7 3 24 16 8 14 5 ÍF 10 4 6 17 20 -3 8 6 KÍF 10 2 8 9 27 -18 4 7 Dráttur 10 1 9 13 28 -15 2 8 Ternan 10 1 9 7 28 -21 2 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 ÍF 11 9 2 29 9 20 18 2 SÍ 10 8 2 26 7 19 16 3 Mjølnir 10 5 5 17 17 0 10 4 Fleyr 10 4 6 14 22 -8 8 5 TB 11 0 11 2 33 -31 0 Uni Holm Johannesen 10 stig av 10 møguligum. Tað er úrtøkan hjá TB sein­ astu vikurnar. Góða gongdin hevur við sær, at kvinnurnar av Tvøroyri hava togað seg munandi nærri triðja pláss­ inum í deildini. Hesaferð stóð Dráttur fyri skotum. Guðrið Nolsøe gekk fremst, tá TB vann 3­1. TB hevði tamarhald á støð­ uni meira ella minni allatíðina. Gestirnir svaraðu aftur í triðja setti, men so tók Guðrið Nolsøe ábyrgd og tryggjaði TB bæði stigini. Ovastu liðini vunnu Mjølnir og Fleyr, sum eru nær­ mastu kappingarneytarnir hjá oddaliðnum SÍ, vunnu sínar dystir um vikuskiftið. Mjølnir vann lætt og einfalt á Ternuni. Botnproppurin vitj­ aði í Klaksvík fríggjakvøldið. Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu 3­0 við settúrslitunum 25­12, 25­ 18 og 25­23. Fleyr vann tætta dystin móti ÍF. Úrslitið var 3­2. Lið ini togaðust um leiðsluna alla­ tíðina, men havnarliðið hevði yvirvág í seinasta settinum. Úrs litið var 15­10 í fimta sett­ inum. Oddaliðið SÍ vann 3­0 á KÍF, og varðveiti stigamunin á tvey stig niður til nærmastu kappingarneytarnar. uni@sosialurin.fo Fimti sigurin upp í slag Flogbóltur Kvinnurnar hjá TB hava verið sera sannførandi í landskappingini seinastu umførini. Sigurin á Drátti í gjár var tann fimti upp í slag KVINNur: SÍ – KÍF 3-0 (25-21, 25-13 og 25-12) TB – Dráttur 3-1 (25-21, 25-16, 23-25 og 25-22) Fleyr – ÍF 3-2 (25-20, 25-23, 18-25, 21-25 og 15-10) MENN: TB – Mjølnir 1-3 (14-25, 25-23, 18-25 og 19-25) Fleyr – ÍF 3-2 (19-25, 25-22, 25-18, 09-25 og 15-13) Uni Holm Johannesen Fleyr trein fyrimyndarliga inn í leiklutin at arga ovastu liðini í gjár. Liðið úr høvuðs staðnum hevur ikki stað ið oddaliðunum kurl í hesum kapp ingar árinum, men tað eydnaðist hin vegin í gjár. Fleyr fekk tvey stig afturat í skjáttuna í gjár, tá oddaliðið ÍF vitjaði í Gundadalshøllini. Fuglfirðingar hava verið sannførandi í hesum kapp ingarárinum, men hesaferð eydn aðist minni væl. Ein fyrimyndarligur stríðsvilji legði grundarlagið undir sigurin. Hóast Fleyr var í stórum mótburði, stríddust havnarmenninir væl. ÍF vann fyrsta settið við 25­19, áðrenn heimaliðið fekk tamar­ hald ið. Havnarmenninir vunnu næstu tvey settini, men í fjórða settinum gekk fullkomiliga galið. ÍF vann heili 25­9, og gestirnir høvdu greiðan mentalan fyrimun undan seinasta settinum. Tað varð hinvegin ikki avgerandi, tí Fleyr svaraði aftur og vann sein­ asta settið 15­13. Vunnið á teimum ovastu Fleyr hevur nú átta stig. Sigurin í gjár var tann næsti móti einum av oddaliðunum. Tvær ferðir hava havnarmenninir vunnið á TB, sum er botnproppur á stigatalvuni. Í fyrsta umfari vann Fleyr á SÍ í Sørvági. Og við sigrinum á ÍF í gjár hava havnarmenninir gjørt sítt til at røkja sín leiklut sum at arga ovastu liðini. Greiddu sína skyldu Mjølnir greiddi sína skyldu á Tvør­ oyri í gjár. Menninir úr Klaksvík vunnu 3­1. Settúrslitini vóru 14­25, 25­23, 18­ 25 og 19­25. TB setir sær smá mál sum upp­ flytari. Fyrsta málið, sum var at vinna eitt sett, er rokkið, og hesa­ ferð eydnaðist aftur at vinna eitt sett. Framvegis mangla fyrstu stig­ ini. Mjølnir hevur havt ov stór sveiggj í sínum avrikum higartil. Úrs litið er, at liðið er átta stig aftan fyri oddaliðið. Næstu vikurnar skal liðið spæla móti Fleyr á heimavølli, og SÍ á útivølli. Um klaksvíkingar fáa luft undir veingirnar og fáa skava nógv stig saman komandi tíðina, kunnu teir framvegis halda lív í dreyminum at bjóða av í stríðnum um føroyameistaraheitið. uni@sosialurin.fo Fleyr koppaði oddaliðnum Flogbóltur Tað var líkt til, at ÍF fór at snara dystargongdini, tá fuglfirðingar vunnu greitt og einfalt í fjórða settinum. Men heimaliðið bardi seg aftur og vann á oddaliðnum Tað var óvæntað, at Fleyr vann á oddaliðnum Mynd: Álvur Haraldsen