mánadagur 10. januar 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Fríggjadagin kom fram, at Jóan
Símun Edmundsson hevur skrivað
leigusáttmála
við
Gateshead,
sum spælir í fimtbestu deildini í
Onglandi.
Ian Bogie er venjari hjá Gates
head. Hann vísir á, at Alan Pardew,
venjari hjá Newcastle, vil, at hans
ara ungu spælarar fáa seg royndar
í vaksnamannafótbólti.
James Tavernier, verjuleikari í
Newcastle, skal somuleiðis spæla
við liðnum.
– Teir eru høgt í metum í New
castle og hava eina bjarta framtíð,
sigur Bogie við heimasíðuna hjá
felagnum, og ger greitt, at Jóan
Símun Edmundsson hevur royndir
frá landsliðsfótbólti.
Eykaliðið spælir ikki
Toftamaðurin í Newcastle hevur
verið partur av eykaliðnum í hesum
kappingarárinum. Næstbesta liðið
hevur bara ein dyst á skránni í
januar, og Gateshead skal spæla
seks dystir.
– Umframt tað, so vil Alan
Pardew, at teir ungu skulu royna
okkum í vaksnamannafótbólti, og
ikki bara í dystum fyri eykaliðið,
har stigini ikki hava serliga stór
an týdning, sigur Jóan Símun
Edmundsson, sum heldur, at av
bjóð ingin er spennandi.
Gateshead er í økinum kring
Newcastle.
Javnt í fyrstu royndini
Føroyski landsliðsframherjin fekk
sín elddóp fyri Gateshead leygar
dagin. Hann og liðfelagararnir
spældu 22 móti Kidderminster á
heima vølli.
Jóan Símun Edmundsson spældi
allan dystin sum vongur í vinstru.
Heimaliðið kom á odda, men
gestirnir svaraðu skjótt aftur og
fingu leiðsluna. Gateshead fekk út
javnandi málið, tá eitt korter restaði
í. Gateshead hevur ikki vunnið í
seinastu átta royndunum. Liðið er
nummar 17 í røðini av 24 liðum í
Blue Square Premier.
Jóan Símun Edmundsson kom
fram til nakrar góðar støður, men
eydnan var ikki við honum, tá hann
royndi seg móti málinum.
Næsti dysturin verður 18. januar,
tá Barrow vitjar.
uni@sosialurin.fo
Jóan Símun skal spæla
millum teir vaksnu
Fótbóltur Alan
Pardew, venjari hjá
Newcastle, vil, at
ungu spælararnir
í felagnum fáa
seg royndar í
vaksamannafótbólti.
Tí skal Jóan Símun
Edmundsson
spæla í fimtbestu
deildini í Onglandi
næsta mánaðin
Uni Holm Johannesen
Tað leikaði leingi javnt á. Lið
ini fylgdust upp til 66, men so
fór Danmark undan mótstøðu
liðnum. Tá komið var til hálvleik,
vóru danskararnir framman fyri
1611.
Mikkel Hansen, sum er størsta
stjørnan á danska liðnum, sat á
beinkinum allan dystin, men
kortini vann Danmark 2620.
Hann verður spardur fram til
heims meistarakappingina, boð
ar Ulrik Wilbeck, venjari, frá í
donskum miðlum í dag.
Donsku málverjarnir, Søren
Rasmussen og Nicklas Landin,
stóðu seg eisini sera væl í venj
ingardystinum í gjár.
Danmark
er til reiðar
Hondbóltur Við einum tryggum
26-20 sigri á Tunesia, er Danmark
til reiðar til heimsmeistaraskapi í
hondbólti fyri menn, sum verður spælt
í Svøríki og byrjar í næstu viku
Uni Holm Johannesen
Miðlarnir í Argentina vita, sambært
Reuters, at Diego Maradona fer til
London í næstum at fundast við
eitt felag.
La Nacion og Carlin, sum eru
mest lisnu tíðindabløðini í Argen
tina, skriva, at Maradona fer til
Onglands í næstum.
– Ja, eg skal práta við eitt felag.
Um tilboðið er nøktandi, so vísi eg
tí ikki aftur, sigur hann við Clarin.
Hann vil ikki avdúka, hvat felag,
talan er um, men bløðini siga seg
vita, at tað er Fulham.
– Eg havi ongan tørv at fara aftur
í venjarasessin, men eg veit, at eg
fari at royna meg sum venjara aftur,
sigur Maradona, sum takkaði fyri
seg sum landsliðsvenjari í Argen
tina síðsta summar.
uni@sosialurin.fo
Maradona nærk ast
Premier League
Fótbóltur – Um tilboðið er nøktandi, so vísi eg tí ikki aftur,
sigur Diego Maradona um gitingarnar, at hann skal vera venjari í
Premier League. Hann vil hinvegin ikki siga, hvat felag talan er um
Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson
Mynd: www.nufc.co.uk
Diego Maradona verður kanska venjari í Premier League í næstum