Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tað er næstan tjúgu ár síðani, at ein strongdur Kenny Dalglish boðaði frá, at høvdið hjá honum stóð at bresta, og at hann ikki longur hevði yvirskot at standa á odda fyri Liverpool. Liverpool hevði tá júst spælt 4-4 móti Everton í fjórða umfari í FA Cup, eftir at hava verið á odda fýra ferðir. Í tíðini sum leikandi venjari hjá Liverpool, frá 1985 til 1991, vann Kenny Dalglish trý ensk meistara- heiti og tvær FA Cup kappingar. Liverpool var í serstøkum flokki í kappingarárinum 1987-88, tá Liver- pool vann meistaraheitið greitt. Kenny Dalglish slapp ongantíð at royna seg í Evropa sum leikandi venjari, tí Liverpool varð útihýst frá øllum evropiskum kappingum í seks ár eftir vanlukkuna í Heysel í 1985. – Eg var á cruse ferð sunnanfyri, tá eigarin hjá Liverpool, John W. Henry, ringdi til mín og spurdi um eg kundi taka mær av liðnum restina av hesum kappingarárinum, segði Kenny Dalglish við enskar miðlar undan dystinum í gjár. Sambært einum skrivara á heimasíðuni hjá BBC, hevði Kenny Dalglish sín fyrsta fund við Liverpool-leikararnar fáar tímar undan dystinum. Arvafígginda uppgerðin millum søguríkastu feløgini í Ongland er bara nøkur og tredivu sekund gom- ul, tá Liverpool-viðhaldsfólkini og Kenny Dalglish fáa staðfest, at trøini vaksa ikki inn í himmalin. Í nærdysti við danska miðverjan, Daniel Agger, fer Dimitar Berbatov umkoll og stutt eftir bríkslar Howard Webb fyri brotssparki. Leik ararnir hjá Liverpool eru í øð- ini. Kenny Dalglish vísir eisini sína ónøgd á síðulinjuni, men dómurin stendur við. Besti maðurin á vøll- inum, Ryan Giggs, er tryggur úr 11 metrum og leggur Manchester United á odda. Hálvan tíma seinni gerst upp- gávan hjá Liverpool enn torførari. Steven Gerrard tveitur seg í eina takkling, men Michael Carrick er fyrstur á bóltinum og Gerard rakar bara mótstøðumannin. Howard Webb hálar Liverpool-miðvallarin til sín og fer í reyvalumman eftir reyða kortinum. Liverpool-við- halds fólkini standa sum kánus. Mað urin, sum skal frelsa Liverpool úr ringu gongdini, hevur bara verið til arbeiðis í ein hálvan tíma, og dyst urin er longu taptur. Tað, sum eftir er av dystinum, hevur Manchetser United fyri tað mesta tamarhald á. Uttan eitt beinleiðis fríspark frá Fabio Aurelio, er tað Manchester United, sum hevur málmøguleikarnir, ið verða skaptir. Bara ein væl leikandi José Manuel Reina í Liverpool málinum tryggar, at tapið ikki verður størri enn tað eina málið. Eftir dystin er Kenny Dalglish lítið fegin um brotssparkið, sum før ir til einasta málið í dystinum. – Brotssparkið er ein »joke« og eg havi sæð tað umaftur í sjón- varp inum. Um reglurnar ikki eru broyttar, so er hatta ikki eitt brots- spark. Viðvíkjandi taklingini hjá Gerrard so haldi eg ikki, hon er til reytt kort, sigur hann við BBC og rósar annars sínum leikarum fyri ein góðan innsats. Maðurin, sum Howard Webb metti, varð koyrdur umkoll í Liver- pool brotssteiginum var Dimitar Berbatov. Hann tekur ikki undir við Kenny Dalglish. Sjálvandi var hatta brotsspark. Har er somikið av sambandi, at eg missi fótafestið, og fólk sum kenna meg, vita, at eg ikki lati meg detta, sigur Dimitar Berbatov við ensku sjónvarpsrásina ITV1. Í samrøðu við sjónvarpsrásina hjá Manchester United, MUTV, sigur Sir Alex Ferguson, at hann metir tað eisini vera brotsspark. Hann heldur somuleiðis, at Manchester United skuldi havt skorað fleiri mál afturat. Kenny Dalglish og Liverpool við haldsfólkini sluppu bara at droyma í ein góðan hálvan minut, áðrenn tey vaknaðu við kaldan dreym. Howard Webb er ikki ein væl dámdur maður í Liverpool eftir dystin í gjár, og mangur arbeiðs- gevari hevur sikkurt nýtt allan fyrra partin í dag upp á at skilja ósamdar fótbóltsáhugaðir arbeið- ar ar. Hetta er triði sigurin hjá Man- chester United móti Liverpool upp í slag. Í fjórða umfari skulu ensku meistararnir spæla móti Southampton. trondur@sosialurin.fo Kenny DAlglish: Navn: Kenneth Mathieson Dalglish Eyknevni: King Kenny Føddur: 4. mars 1951 (59 ár) Land: Skotland Hædd: 1.73 cm Pláss á vøllinum: Framherji Yrkisleið sum fótbóltsleikari: 1969 – 1977: Celtic 204 d. / 112 mál 1977 – 1990: Liverpool 355 / 118 Landsdystir fyri Skotland: 102 / 30 Yrkisleið sum venjari: 1985 – 1991: Liverpool 1991 – 1995: Blackburn 1997 – 1998: Newcastle 1999 – 2000: Celtic 2011 - : Liverpool Ongin dreymabyrjan hjá »King Kenny« Fótbóltur Hann hevur sín fyrsta fund við leikararnar fáar tímar undan dystinum, liðið er aftanfyri longu aftaná tveir minuttir, og liðskiparin og undangongumaðurin verður útvístur tá hálvur tími er farin. Jú, Kenny Dalglish hevði eina hendingaríka byrja upp á sítt seinna skeið sum venjari hjá Liverpool Dysturin er júst farin í gongd, tá bulgarin hjá Manchetser United, Dimitar Berbatov, fer heldur lættliga umkoll í brotsteiginum. Brotsspark, og Ryan Giggs skorar sigursmálið Og longu eftir hálvan tíma, tykist dysturin yvirstaðin, tá Liverpool liðskiparin, Steven Gerrard (8), verður vístur av vøllinum, eftir harliga takling á Michael Carrick (16)