mánadagur 10. januar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
Sosialurin
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum mongu,
sum á ymiskan hátt hjálptu okkum, tá elskaði
sonur, pápi og beiggi okkara
Pauli Rasmussen
kom heim og fór til gravar. Tøkk til Smyril Line,
sum førdi okkum hann heim. Tøkk til Theodor
Olsen, prest fyri troystarrík orð, tøkk til sangarar og
berarar og tøkk til ta stóru fjøld, sum fylgdi honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Tøkk fyri uppringingar, gávur, blómur og kransar.
Ein hjartans tøkk til systkin og alla familjuna,
vinir og kenningar fyri umsorgan, samkenslu og
hjálpsemi undir hansara longu sjúku. Hjartans tøkk
til tykkum mongu, sum hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk til floksfelagarnar, fyri at tit altíð royndu at
vitja Paula, tá vit vóru har heima. Tøkk til sambýlið í
Vestmanna fyri hjálp, tá vit vóru heima og vitjaðu.
Ivanda, Kirstin og systkini við familju
Kjak
Góða Eyðgunn!
Tú sigur í grein, at eg "blæsi
og havi mjøl í munninum",
tí eg kritiseri lógina um
kringvarpsgjald, men stemm
aði fyri hesi somu lóg á
tingi.
Hetta er eitt sindur soleið
is ... lumpisligt. Tí tú fortelur
bara ein part av søguni.
Lógin
um
KVgjaldið
var í einum "lógarpakka".
Í pakkanum var lógin um
KVgjaldið og ein lóg, sum
tók burtur skottið millum
tíðindadeildirnar í útvarpi
og sjónvarpi.
Eg hevði virkað nógv
fyri at fáa skottið millum
tíðindadeildirnar burtur, og
tað bleiv við hasi lógini loyst
beint eftir mínum høvdið. Tí
fekk eg meg illa til at stemma
ímóti tí.
Fyri at markera heilt
greitt, at eg kortini IKKI tók
undir við hinum partinum av
pakkanum (KVgjaldinum),
gjørdi eg hetta:
1. Tók greiða frástøðu frá
tí í mínum minnilutaáliti.
2. Talaði harðliga ímóti
tí undir viðgerðini og
átalaði, at tvær heilt ymiskar
lógarbroytingar vóru í sama
"pakka", so vit ikki fingu tikið
støðu til tær hvør sær.
3. Setti fram broytingar
uppskot um, at KVgjaldið
skuldi krevjast inn umvegis
skattin.
Eg gjørdi altso alt tað, eg
kundi, fyri at fáa ein annan
fíggingarhátt til KVF. Tá tað
ikki eydnaðist, stóð eg í eini
tvístøðu. Men eg endaði við
at atkvøða fyri pakkanum.
Tað er, sigur tú, at "blæsa
og hava mjøl í munnum".
Men hvat nú um eg
hevði stemmað ímóti pakka
num? Hevði tú so sagt, at
eg "blæsi og havi mjøl í
munninum" í málinum um
tíðindadeildirnar?
Viðhvørt kann mann pella
við bara at fortelja helvtina
av sannleikanum...
Sjúrður Skaale
Rættleiðing til Eyðgunn Samuelsen
Viðhvørt er tað, at fortelja eina hálva søgu, tað sama sum at fortelja eina skeiva søgu