mánadagur 10. januar 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
Sosialurin
Gávur skulu betalast aftur
er heiti á bók hjá Firus Gaini.
At so er, er sjón fyri søgn nú
uppsagnirar á Suðuroyar Ellis
og Røktarheimið eru við at
blíva til verðuleika.
Suðuroyggin
skuldið
”fáa”áleið 60 størv í samband
við at nýtt ellisheim skuldi
byggjast í Vági. Tað var eins
og lovaða landið var fyri
stavn, ongin endi var á hvussu
gott alt skuldi blíva. Arbeiði
skuldi vera til allar hendur,
og sjálvt barnagarður bleiv
nevndur sum ein møguligur
”vinningur” av tí heila, nú
kommununar komu at fáa
so nógvan skatt inn ! Á jú, vit
skuldu sjálvi gjalda heimið,
og so líka flyta ein skúla, men
tað var onkið í mun til hvat
vit komu at ”fáa”
Alt hetta mál hevur elvt
til stórar ósemjur, serliga
í Vági. Nú ellisheimið hjá
kommununum
í
sunnaru
helvt er um at vera liðugt, og
skúla-ellisheimsruðuleikin
tíbetur er um at leggja seg,
so spælir ABC-samgongan
enn ein jokara út í spælið.
Nú er knappliga neyðugt
at niðurleggja fleiri røktar-
heimspláss á Suðuroyar Ellis
og Røktarheimið í samband
við sparingar, og omaná hetta
hevur verið frammi at nýggja
ellisheimið hjá kommununum
í sunnaru helvt møguliga ikki
opnar við fullum kapasiteti ?
Somu løgtingslimir sum
”lótu” okkum eitt ellisheim,
hava nú tikið undir við
skerjingum á eldraøkinum
í suðuroynni, grundað á at
størvini nokk koma aftur
á nýggja heiminum í Vági.
Spennandi verður at gera upp
hvussu høgt starvsfólkatalið
í eldrarøktini verður tá ið alt
kemur til alt....
So jú, gávur skulu betalast
aftur. Fyrsta rokningin er
nú
komin.
14
starvsfólk
vera nú so ella so rakt av
sparingunum á Suðuroyar
Ellis og Røktarheimið. Fram-
ferðarhátturin
í
samband
við tilgongdina fram móti
uppsøgnunum hevur verið alt
annað enn mjúku, hetta er lýst
fleiri ferðir í fjølmiðlunum, t.d
hevur sálarfrøðingur sammett
hendan við tortur, í eini grein
á
Suðurrás,
umframt
at
starvsfólkini hava gjørt vart
við seg. Tað talar fyri seg.
Nú fara øll í frustratión
at leita eftir onkrum at
ábyrgda fyri hetta. Ábyrgdina
eigur bert tann politiski
myndugleikin, minnist til tað
! Hvar eru tit nú sum lovaðu
okkum øll hesi arbeiðsplássini
?? Tit sum vóru so góð við
Suðuroynna, og hildu ABC-
loysnina vera einasta ABC´
suðringum tørvaði
Veljarin dugir sítt ABC,
so eg vóni veljarin betalir
tykkum gávurna aftur !
Uppsagnir á Suðuroyar
Ellis og Røktarheimið
Sirið Stenberg
Det er særdeles velkomment, at Gerard Lognberg
har offentligt bekendtgjort at lagtingsarbejde er 1/2
tids arbejde, til fuld løn.
Der er forhåbentligt flere der husker begrundels-
erne, hos et enstemmigt lagting, da de forhøjede
deres egen løn, helt betydeligt for en del år siden.
Begrundelsen dengang var at det skulle være
fuldtidsarbejde, at være lagtingsmand.
Nu ved alle færinger at der er beskærelser alle
steder, i samfundet og der er blevet sparet helt ind
på benet.
Det havde derfor været helt passende med en
lønnedgang på 50% for lagtingsmænd, det er jo 1/2
dags arbejde. ???
Hvordan skal vælgerne få tillid til et så ligegyldigt
parlament, der bare misbruger de offentlige midler.
NB. Få sat et stempelur op i tinghuset og betal så løn
efter opmødning i sandkassen.
Godt lagtingsvalg, når det engang kommer.
Løgtings
maður
hálva tíð...
Henrik Søderstrøm Nielsen
Kvívík
Flakavinnan
Av teimum tíggju størstu
aktørunum í flakavinnuni
eru tvey feløg, sum hava havt
hall seinastu 2 árini, Faroe
Seafood og Maru Seafood.
Tvey feløg, sum gjørdu risa-
stórar, ábyrgdarleysar íløgur
í skip/loyvi. Bæði feløgini
fóru á húsagang, og nógv fólk
blivu arbeiðsleys.
Hini átta virkini/feløgini
hava havt avlop uppá 15,9
mio/2008 og 28,8 mio/2009. Tey
hava havt 568 fólk í starvi og
hava útgoldið lønir uppá 107,5
mio/2008 og 116,5 mio/2009.
Viðmerkjast skal, at Kósin/
Klaksvík er latið uppaftur og
útvið 100 fólk eru í arbeiði.
Tá skal havast í huga, at
virkini kundu arbeitt væl
meira, um rávøra hevði verið
til tess. Hetta eru alt feløg/
virki sum eru uttan fyri
høvuðsstaðarøkið og sum
hava sera stóra ávirkan á
lokalsamfeløgini.
Omanfyrinevndu
avlop
ljóða kanska ikki av nógvum,
men prógvar tó, at tað gongur
tann rætta vegin, og at tær
rationaliseringar og íløgur,
sum eru gjørdar seinastu
árini, vóru rættar.
Tí undrar tað meg stórliga,
at KLJ og flokkur hansara
vilja taka grundarlagið und-
an flakavinnuni við at loyva
skipum at landa óavmarkað
uttanlands. Tilfeingið er ogn
føroya fólks, og tí eiga føroysk
feløg/virki sjálvandi rættin til
at kunna bjóða upp á alt, sum
verður fiskað av føroyskum
skipum í føroyskum øki.
Hví skulu útlendingar fáa
ræðið yvir okkara tilfeingi
og virka tað fram um okkara
arbeiðsmegi?? Er KLJ greiðir
yvir, hvørjar avleiðingar hetta
kann føra við sær? Vit hava
longu eitt arbeiðsloysi oman
fyri 8% aftan á húsagangin
hjá Faroe Seafood, og um
KLJ og Sambandsflokkurin
vil avreiða okkara tilfeingi
til útlendingar, so verður
arbeiðsloysið skjótt oman
fyri 10%. Tað vil sjálvandi
føra til fráflyting og lækkandi
inntøkur til landskassan.
Allur
føroyskur
fiskur
eigur at vera landaður í
Føroyum.
Fiskurin
kann
handlast/seljast úr Føroyum
til keyparar í Føroyum og
uttanlands. Tað verður gjørt
í Noreg og Íslandi, hví ikki
her??
Fiskivinnan
Línuflotin og partvís eisini
partrolaraflotin hava trupul-
leikar at bera seg fíggjar-
liga. Skipini hava ov fáar
fiskidagar og hví er so??
Hetta tí at politikarar hava
loyvt øktum veiðutrýsti og
hava útskrivað loyvi í vinar-
og kenningar politikki. Av
tí sama hava skipini í dag
ov fáar dagar, og ongin fær
nakað burtur úr fíggjarliga;
hvørki reiðarí ella manning.
Talið av fiskiskipum er
ov høgt og má minkast so-
leiðis, at teir, ið koma at fiska
framyvir, kunnu fiska burðar-
dygt við vinningi og manna
skipini við føroyingum.
Útlendskan kapital
Hví er tað neyðugt við
útlendskum
kapitali
í
føroyskari fiskivinnu? Hví
er neyðugt at avreiða okkara
høvuðsvinnu til útlendingar?
Hevur KLJ ikki álit á, at
føroyskt vinnulív klárar at
reka okkara høvuðsvinnu?
Hygg rundan um okkum! Hini
fiskivinnulondini loyva ikki
útlendskum kapitali at keypa
kvotur; hví skulu vit!!
Eg haldi, at alt ov lítið
skil er í nógvum útsagnum
viðvíkjandi
okkara
høvuðsvinnu frá politiskari
síðu. Eg eri bangin fyri, at
tað botnar í manglandi vitan,
og at ov nógvir politikarar
einans hugsa um fiskivinnuna
á sjónum. Fiskivinnan á landi
hevur eins stóran týdning fyri
okkara samfelag.
Gott nýggjár
Andreas F. Hansen
Viðmerkingar til samrøðu í Degi & Viku
27. des. við Kaj Leo Johannesen
Kaj Leo Johannesen (KLJ) úttalar millum annað, at fiskivinnan/flakavinnan hevur strukturellar trupulleikar