Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 6 Sosialurin Leo Poulsen Leygarkvøldið klokk an 20 frumsýnir sjón leik ara ­ bólkurin, DetFer öscheCom­ pagnie, leikin tey kalla »Ind­ beretninger fra en Rejse i Færø«, eftir heitinum hjá Jens Christian Svabo. Tey, sum mynda bólkin, eru Kristina Sørensen Ougaard, Búi Dam, Sámal Blak, Jens L. Thomsen og Kjartan Hansen. Aftrat sær hava tey Árna Baldvinsson, ljósmakari, Kjart an Jespersen, ljóðmann og Gunnvá Zachariasen úr bólkinum Tvazz. Tey hava tikið fýra høv­ uðs brot úr Gjáar søgu, sum tey byggja tíma langa leikin upp um. Tey hava einki leik­ rit, men sum tey siga vænta tey at hava eitt, tá leikurin er liðugur. Hetta er ikki ókent fyri­ brigdi, og verður nevnt de­ vised theatre. Tað verður ikki bert ein øðrvísi uppliving hjá áskoð­ arunum, tí tey eru ætlað at ganga runt á pallinum og fylgja teimum báðum leik­ arunum, Kristinu Søren sen Ougaard og Kjartan Han­ sen. Ljóð­ og ljósmenn verða tó eisini ein partur av leik­ inum. Leikurin verður ikki gamal á Tjóðpallinum. Hann verður frumsýndur leygardagin 15. januar og síðani sýndur fram til hóskvøldið 20. januar, øll kvøldini klokkan 20. Óvanligur leikur – Ætlanin við hesum leik­ bólk inum hevur alla tíðina verið, at granska í førloyskari søgu og tulka hana á okkara egna hátt, bæði við sjónleiki, tónleiki og visuellum effekt­ um, sigur Búi Dam. Hesin fyrsti leikurin er tí í stóran mun ein roynd at vita, hvussu tey kunnu siga søguna á ein annan hátt, enn hon hevur verið søgd fyrr. – Tað, sum vit hava gjørt til hendan fyrsta leikin er, at vit hava verið í Funningi og við Gjógv og tosa við fólk. Vit hava eisini sett okkum inn í søguna hjá hesum báðum bygdunum, og hava funnið nakrar sera áhugaverdar per sónar. Til dømis Jóannes hin Vísi, sum búði í Funningi, sigur Búi Dam. Bólkurin hevur so tulkað søguna hjá hesum báðum bygdunum á egnan hátt til eina framførslu, sum helst ikki hevur sæð sín líka. Leikurin verður øðrvísi eisini á tann hátt, at áskoð­ arin í stóran mun verður tik­ in við í leikin. – Tað verða ikki stólar til áskoðararnar, uttan sjálvandi til tey, ið noyðast at sita. Men áskoðarin skal flyta seg runt á pallinum og fylgja við í leikinum, og tað er ongantíð áður roynt í Føroyum, sigur Búi Dam. Leikurin verður bert sýnd­ ur fimm ferðir, og tað hevur sína serligu orsøk. – Vit verða nokk noydd at geva pláss fyri næstu stóru uppsetingin hjá Tjóð pall in­ um, sum verð ur verkið, sum Eyðun Johannesen setur upp, »Meðan vit bíða eftir Godot«, sigur Búi Dam. Skulu tulka føroyska søgu Nýggi sjónleikarabólkurin, DetFeröscheCompagnie, fer serliga at leggja seg eftir at granska føroyska søgu og tulka hana í leikum, sum eisini lættliga kunnu flytast á útlendskar pallar Leo Poulsen 11 mars 2010 fóru 98 før oy­ ingar til Akureyri at standa á skíð. Túrurin til Akureyri er stuttur, bert góðan tíma. Nógv var gjørt burtur úr, lufthavnin var prýdd, Merk­ ið vundið á stong og bæði umboð fyri íslenska sjón­ varpið og Frettablaðið, sum er ein av teimum stóru avís­ un um í Íslandi, sum tóku ímóti. – Hetta var fyrstu ferð, at nakar var komin frá út­ land inum í so stórum bólki, at standa á skíð í Akureyri og tað var gjørt nógv burturúr, sigur Rúni Hoygaard, sum er ein av fyriskiparinum. Bert tveir tímar eftir at fari var á flog úr Vágunum, høvdu tey flestu fingið út­ flýggjað skíðir og vóru á veg upp á fjallið. – Umleið 40% av teimum, sum vóru við í fjørð, høvdu ikki áður staðið á skíð. Skipað var fyri skíðskúla til tey. Næsta dagin møtti næstan eingin til skíðskúlan. Tey flestu høvdu lært so mikið, at tey kláraðu seg, sigur Ják ­ up Bech Jensen, sum eis ini var við til at skipa fyri túr­ inum í fjørð. Yngsti luttakarin á skíð­ skúlanum var 6 ár og tey elstu vóru í 60’unum – so øll kunnu læra at standa á skíð, sigur Jákup flennandi og leggur afturat, at tað aft ur í ár verður skipa fyri skíðskúla. Tveir frídagar – fýra skíðdagar Av tí, at tað vóru fleiri, sum stóðu á bíðilista í fjørð og ikki kundu koma við vegna stóra undirtøku, er avgjørt at fara tveir túrar í ár. – At so fáir føroyingar fara á skíðferiu er kanska tí, at sjálv ferðingin er sera long, um ein skal til Alpunar. Tað krevur sum oftast eina ella tvær yvirnáttingar í Keyp mannahavn og so verð­ ur prísurin harvið eisini væl hægri. Fyri at so mong sum møguligt kunnu koma við gera vit sum í fjør, fara hós morgun og koma heim sunnu kvøld. Tey sum arbeiða ella ganga í skúla missa tí bert tveir dagar, men fáa fýra heilar dagar á skíð, sigur Rúni Hoygaard. – Felagið, sum skipar fyri skíðtúrinum, er áhuga­ felagið tur.fo. Felagið er eitt non­for profit felag, sum hevur til endamál, at geva ævintýrhugaðum før oy ing­ um ógloymandi upp livingar fyri sera góðar prísir. Slagorið hjá felaginum er ”Virkin frítíð”. Frítíðin kann næstan ikki verða meir virkin, enn tá ið ein stendur á skí. Øll tey sum fara á skíferiu blíva bitin av hesum og tað eri eg eisini, sigur Rúni Hoygaard. – Áhugin fyri at standa á skíð er vaksandi í Føroyum, sigur Jákup Bech Jensen, sum er limur í nýggja skífelag­ inum ”Fjalar”, sum var sett á stovn í desember 2010. Møguleikanir at standa á skíð í Føroyum eru sjálvandi ikki teir somu sum til dømis á Akureyri har skíðstaðið er útgjørt við lyftum, matstaði og annars alt annað sum hoyrir til eitt tílíkt stað. Tó eru tað fleiri føroyingar, sum á hvørjum árið standa á skíð í Føroyum. Nakrir av teim­ um vóru við okkum í fjør á Akureyri og koma við aftur í ár, sigur Jákup Bech Jensen. Akureyri er annars eisini vorðið eitt vælumtókt stað hjá føroyingum at spæla golf, men tað fer sjálvandi fram summarhálvárið. Til Akureyrar at standa á skíð Í fjørð skipaði tur.fo fyri skíðtúri til Akureyri. Tað verður aftur gjørt í ár, men hesaferð kunnu nógv fleiri verða við. Kjartan Hansen og Kristina Sørensen Ougaard bera leikin saman við ljós- og ljóðmonnum og tónleikarum Mynd: Álvur Haraldsen Út við 100 føroyingar vóru í fjør á Akureyri og stóðu á skíð, og í ár verður talið tvífaldað