Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 Sosialurin er ein av heimsins fremstu trol- og nótaframleiðarum við 10 deildum í Føroyum, Grønlandi og Kanada. Hjá Vónini starvast millum 110 –120 fólk. SØLUFÓLK til útflutningsmarknaðin Trol- og nótavirkið Vónin søkir eftir dugnaligum sølu- fólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv, sum fevnir um allar tættir innan sølu av aliútgerð til útflutningsmarknaðin. Arbeiðsstaðurin verður á deild okkara á Norðskála, tó verður ferðing uttanlanda ein týðandi partur av arbeiðinum. Førleikar Vit vænta, at tú ert køn/ur í enskum í bæði skrift og talu, og tað er ein fyrimunur, um tú eisini dugir spanskt. Tú mást hava teldukunnleika á brúkarastøði, og eigur tú at vera før/ur fyri at leggja søluarbeiðið væl til rættis. Tað er umráðandi, at tú dugir at seta teg inn í nýggj viðurskifti, kanst loysa uppgávur sjálvstøðugt og hevur góð evnir til at samskifta við viðskiftafólk og starvs- felagar. Vit ímynda okkum at tú hevur kunnleika til alivinn- una, men hetta er tó ikki nakað krav. Starvstreytir Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna. Umsókn Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Signar Poulsen á telefon 222026. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møgu- ligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. januar og skulu stílast til: Postboks 19 | Bakkavegur 22 | FO-530 Fuglafjørður www.vonin.com Eirikur Lindenskov Tað vísir kanning, sum Grans k ing ardepilin fyri sam­ felags menning hevur gjørt fyri Portalin. Granskingardepilin fyri sam felags menning hevur spurt, um landið eigur at seta peng in í føroyskt samtak at keypa Eik Banka. Úrslitið er: Taka undir við: 25,5% Taka ikki udnir við: 36,8% Ivasom: 37,7% Hetta vísir, at meðan tríggir fjórð ingar av Føroya fólki sam bært kanningini ikki taka undir við, at landið skal seta pening í samtak at keypa Eik Banka, so er tað bert ein fjórðingur, sum tekur undir við hesum. Umboð fyri Finansiel Stabili tet komu í gjár til Før­ oyar at fundast við Fíggjar­ mála ráðið. Higartil er tað ­ alment í øllum førum ­ bert TF Holding, sum hevur bjóð­ að upp á bankan. TF Holding er sinnað at keypa fyri 400 milliónir krónur. Hetta held­ ur Finansiel Stabilitet ikki vera nóg mikið. Spurningurin er so, um Finansiel Stabilitet fær sann­ ført Jóannes Eides gaard og landsstýrið um tað rætta í, at land ið setir pengar í bankan ­ sum sambært kanningini er ímóti fólkaviljanum. 329 fólk hava svarað í kanningini. eirikur@sosialurin.fo Landið skal ikki keypa Eik KANNING Tríggir fjórðingar av Føroya fólki halda ikki - ella eru ivasom um - hvørt landið skal seta pengar í Eik Banka Hevur tú tænastulyndi og er hugað/ur at møta viðskiftafólkinum, har tey eru stødd, so ert tú kanska næsti kundarøktarin hjá TAKS Høvuðsuppgávan hjá kundarøktarunum er at vegleiða og hjálpa viðskiftafólkum við nógv­ um ymiskum viðurskiftum. Til hetta arbeiðið krevst ein góð fatan av ábyrgdarøkinum og arbeiðsgongdunum hjá stovninum, og tískil er umráðandi, at tú hevur áhuga í at ogna tær neyðugu vitanina og yvirlitið. Alt avgerandi er tó, at tú hevur hug og hegni at tosa við øll fólk, bæði um tað er andlit til andlit og umvegis telefon. Tú mást hava tænastulyndi og tolsemi, soleiðis at tú áhald­ andi kanst veita eina góða tænastu. Umframt kundavegleiðing, skilja og skráseta kundarøktararnir allan postin hjá stovninum. TAKS er ein stovnur í menning, og tí vænta vit, at tú ert til reiðar at menna teg saman við stovninum. At tú ert jalig/ur, virkisfýsin, samstarvar væl, og altíð arbeiðir við trúvirði í huganum – tað virða vit. Vit ímynda okkum, at tú hevur miðnáms­ ella skrivstovuútbúgving og/ella aðra líknandi útbúgving. Royndir innan kundarøkt og tænastu eru ein fyrimunur. Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av­ varandi yrkisfelag. Kundatænastan húsast á Hálsi í Tórshavn. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ásu Olsen, leiðara í kundatænastuni á telefon 352600. Umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmæl­ um skal sendast til taks@taks.fo ella TAKS, Postsmoga 2151, FO­165 Argir. Umsóknin skal stílast til Ásu Olsen, leiðara í kundatænastuni og viðmerkjast: Umsókn, kundarøktari. Freistin at søkja starvið er 26. januar 2011 kl. 15.00 kundarøktari TAKS er í støðugari menning, og miðvíst verður arbeitt fram ímóti, at TAKS verður ein framkomin stovnur, sum gongur á odda á øllum økjum. www.taks.fo Sosialurin 341800 Vit sóknast eftir fleiri kundarøktarum