mikudagur 12. januar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
8
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Nú Fiskavirking er farin á
húsagang, ætlar Tvøroyrar
Býráð at fáa ræðið aftur á
flaka virkinum og lendinum
undir tí.
Men tað skal vera fyri
einki!
Tvøroyrar Býráð umrøddi
spurn ingin
í
gjárkvøldið
og har varð upplýst at tað
er áhugi fyri at fáa fatur á
grund stykkinum til at seta
eitt virki á.
Onki vert
Sjálvt flakavirkið er neyvan
nak að vert til annað enn at
taka tað niður, tí tað er í so
ring um standi, søgdu bý ráðs
limir.
Onkur býráðslimur helt
enn tá, at ein skuldi trúð, at
tey høvdu gjørt sær ómak at
knúsa so nógv sundur sum
gjørligt.
Sum dømi nevndi hann, at
elektriskar kontaktir eru ikki
tiknar niður, tær eru skrædd
ar úr vegginum.
Samstundis er ein stórur
part ur av útgerðini tikin úr
virki num og flutt aðrastaðni.
Av tí sama verður ikki
mett, at sjálvt virkið er vert
nak að sum nakað sum helst.
Men talan er um ein
stóran bygning og tað kostar
nógv ar pengar at taka hann
niður.
Tí ætlar býráðið ikki at
gjalda nakað fyri at fáa fatur
á virkinum.
Tað skal ikki kosta
kommununi eitt oyra, tók
onk ur býráðslimur til.
Togast við Fiskavirking
Virkið stendur á leigaðari
grund, men Býráðið hev ur í
fleiri ár togast við Fiska virk
ingum um at seta sátt málan
úr gildi, tí onki virksemi
er á virkinum og býráðið
helt ikki, at tað var rímiligt,
at Fiskavirking legði hald
á besta grundstykki niðri
á havnarlagnum til onga
nyttu.
Sáttmálin sigur, at er onki
virk semi á virkinum í tvey ár,
kann sáttmálin sigast upp.
Tá kann sáttmálin sigast
upp við eitt árs freist.
Men Fiskavirking hevur
ikki viljað viðurkent, at sátt
málin kann sigast upp og fyri
at varðveita virksemi á virki
num, hava tey gjørt ís.
Hetta hevur býráðið ikki
góð tikið og síðsta summar
varð sáttmálin uppsagdur.
Sostatt fer sátmálin úr
gildi í summar, varð upp lýst
á býráðsfundinum í gjár
kvøldið.
Borgarstjórin
upplýsti
eisini, at bústjórarnir hava
viðu r kent, at sáttmálin fer
úr gildi í summar.
Tá fær Tvøroyrar Kommu
na sostatt aftur fult ræðið á
undirlendinum, sum virkið
stendur á og fær sostatt aftur
fult frælsi at leiga tað út
aftur til onkran, sum kanska
hevur áhuga at stovna eitt
virki aftur á stykkinum.
Býráðslimir
halda,
at
tað hevur stóran týdning,
at kommunan fær ræðið
á stykkinum og fær lagt
virksemið á havnarlagnum
til rættis, soleiðis at tað
gagnar sum best, ístaðin fyri,
at Fiskavirking leggur hald á
eitt so stórt stykki, uttan at
brúka tað til nakað.
Tvøroyrar Býráð hevur
onga tilsøgn fingið frá
okk um um, at sáttmálin
um virkið á Tvøroyri kann
fara úr gildi í summar.
Tað staðfestir Eyðfinn
Jacob sen, sum er annar
bú stjórin á Fiskavirking.
Hann sigur, at hann
hevur tosað við borgar
stjóran á Tvøroyri.
Tað einasta, eg havi
boðað frá, er, at eg taki
ikki støðu til um Tvør oyr
ar Býráð hevur rltt til at
siga sáttmálan upp, ella
ikki.
Men hevur býráðið
rætt at siga hann upp,
kann hann ikki fara úr
gildi fyrrenn 1. juni.
Eyðfinn
Jacobsen
sigur, at sostatt er tað
búgv ið, sum eigur flaka
virk ið á Tvøroyri og tað
verð ur lýst til sølu fyrsta
dag in, saman við øllum
hin um
ognunum
hjá
Fiska virking.
Ognirnar hjá Fiskavirking
verða lýstar til sølu seinni í
hesi vikuni, ella fyrst í næs
tu viku.
Tað sigur Eyðfinn Jacob
sen, bústjóri.
Hann sigur, at allar
ognir nar verða lýstar til
sølu alment, bæði skip og
virki, og so stendur tað
á hugað um frítt at bjóða,
ant in upp á fleiri ognir ella
upp á einstakar ognir.
Tá ið boð eru komin inn,
fara bústjórarnir at taka
støðu til tilboðini eftir tí,
sum tæni búnum best.
Tað merkir, at fleiri
ognir kunnu verða seldar
sam an ella einstakar ognir
verða seldar burtur úr.
Hann staðfestir, at áhugi
er fyri ognunum, helst fyri
skipu num, men enn er
ongin avgerð tikin.
Boðini eru áhugaverd,
men um tey eru nóg høg,
ber ikki til at siga enn.
Men tá ið ognirnar form
liga verða lýstar til sølu,
verður ein freist ásett fyri
at lata boð inn.
Endamálið er at eggja
áhugað um at lata síni boð
inn. Men koma boð inn
eftir at freistin er farin,
verða eisini tey tikin við,
tí endamálið er at fáa sum
mest burtur úr til búgvið.
Men nær ein endalig
avgerð fellur, er vónleyst at
siga, tí tað veldst um boðini
og hvørjar treytir fylgja við
boð unum.
Tað er heldur ongin,
sum sigur, at allar ognirnar
skulu seljast ísenn, leggur
Eyð finn Jacobsen afturat.
Tvørafólk vilja hava
flakavirkið fyri einki
FISKAVIRKING Tað er áhugi fyri grundstykkinum, sum flakavirkið hjá Fiskavirking
á Tvøroyri stendur á og tí vil Býráðið nú hava ræðið á lendinum aftur
Fiskavirking lýst til
sølu fyrsta dagin
Ongin
tilsøgn
Tað skal ikki kosta
kommununi eitt oyra
Ein skuldi trúð, at tey
høvdu gjørt sær ómak
at knúsa so nógv sundur
sum gjørligt
Virkið á Tvøroyri er í
so ringum standi at ein
skuldi næstan trúð, at tey
høvdu gjørt sær ómak at
knúsa tað sundur, halda
býráðslimir á Tvøroyri.
Tí við Býráðið nú hava
virkið aftur fyri einki
ONKI VeRt