mikudagur 12. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
Sosialurin
Uni Arge
Málið um at endurreisa Eik
Banka gjørdist drúgvari, enn
umboðini fyri Fíggjarligt
Støðufesti ynsktu sær. Eftir
at
Jørn
Astrup
Hansen
hevði sett seg í stjórastólin
Yviri við Strond í oktober í
fjør, hoyrdist ferð eftir ferð,
at bankin fór at verða seld
ur fyri jól. Skundurin tókt
ist vera øgiligur at sleppa
úr Før oy um aftur, og tá fýra
um boð fyri danska upp rudd
ing ar felagið sendu boð eftir
føroysku fjøl miðlunum 18.
november, var tað við ikki
sørt av spenningi, at fjøl
miðlarnir møttu upp. Men
niðurstøðan eftir tíð inda
fundin var, at fjøl miðla fólk
ini høvdu verið vitni til eina
bein leiðis hóttan. Um før oy
ingar ikki gingu sam an í eitt
samtak og bjóðaðu upp á Eik,
ætlaði Fíggjarligt Støðufesti
at fara í stálhandskarnar og
lata Eik aftur.
Jólini eru nú væl og
virði liga farin afturum og
eisini nýggjárið, men enn
hev ur Fíggjarligt Støðufesti
ikki gjørt álvara av sínum
hóttanum. Tvørturímóti er
komið fram í Kringvarpinum,
at danski staturin tók egin
fíggjarlig
atlit,
tá
gjørt
varð av, at alt Eiksamtakið
skuldi leggjast undir Fíggj
ar ligt Støðufesti, og før oyski
parturin av Eik ikki kundi
verða skildur frá sam tak in
um. Við teirri avgerðini fór
fyri bakka møguleikin hjá
áhug aðum
íleggjarum
at
bjarga føroyska partinum, og
hetta harm aði Odd Bjellvåg,
tásit andi nevnd arforman, tí
hann sá fyri sær, at bjarg ing
in kundi eydnast. Í dag sigur
Jørn Astrup Hansen, at tann
loysnin hevði kostað eina
milli ard eyka, og tí var betri,
at alt samtakið fór undir
Fíggj ar ligt Støðufesti.
Letur ikki aftur
Í Eygsjón í Kringvarpinum
týsdagin umrøddu Odd Bjell
våg og Jørn Astrup Han sen,
um talan var um bana høgg
ella bjarging, tá Fíggjarligt
Støðufesti
yvirtók
Eik
Banka. Jørn Astrup Han sen
segði, at peningurin hjá inn
skjótarunum varð bjarg aður,
men helt, at peningurin hjá
parta eig ar unum undir øll
um um støðum var mist ur
30. september í fjør. Hes um
mótsegði Odd Bjell våg ikki,
men vísti á, at niður skriv
ingarnar hjá Fíggjarligum
Støðufesti í Eik kundu disku
terast. Odd Bjellvåg varð
so spurdur, hvat hann helt
fór at henda, nú Fíggjarligt
Støðu festi skuldi fundast við
landsstýrið um Eik Banka.
Hann helt, at Fíggjarligt
Støðu festi vildi hava lands
stýrið at seta pengar í Eik.
Um hetta hendir, veit ong
in, men sjónvarpið segði seg í
gjár skilja, at landið fer ikki
at seta pengar í Eik. Í Eygsjón
var Odd Bjellvåg fullvísur
í, at Fíggjarligt Støðufesti
fer undir ongum umstøðum
at avrigga Eik í Føroyum,
eins og felagið boðaði frá
18. november í fjør. Tá Jørn
Astrup Hansen varð spurdur,
hvat hann hevði at siga um
hesa útsøgnina, svaraði hann,
at hann var samdur. Sostatt
hevur Fíggjarligt Støðufesti
í roynd og veru viðgingið,
at talan var um tómar hótt
anir á tíðindafundinum 18.
november. Fráboðaða evsta
markið í desember var als
ikki
nakað
altumráðandi
evsta mark, og hóttanirnar
um, at menn fóru at broyta
karak ter og snara lykilin um
í Eik, vóru bluff.
Sissaðu seg
Í sambandi við bankahúsa
gang ir í Føroyum kemur al
tíð politikkur í málini. Tað
vísir søgan. Illgrunin um
arro ganta maktnýtslu úr
donsk um ráðharrastovum og
stovnum, tá trýst skal leggj
ast á føroyskar myndug leik
ar, er ongantíð fjarur. Tað
er hann heldur ikki í Eik
mál inum, serliga ikki eft
ir upp lýsingarnar um, hví
Fíggjareftirlitið og Fíggjarligt
Støðufesti noktaðu fyri, at
Eiksamtakið kundi skilj ast
sundur, so føroyski part ur
in kundi verða seldur fyri
seg. Atburðurin á tíð inda
fundinum
18.
november
styðj aði eisini væl upp undir
arro gantu ímyndina. Men
kanska
hevur
Fíggjarligt
Støðu festi nú sissað seg og
skilt, at hóttanirnar í no
vemb er ræddu ongan í Før
oy um.
Sjónvarpið segði seg so
í gjár skilja, at løtan er nær,
at TF Holding keypir Eik, og
at landið verður ikki partur
av keypinum. Fær Fíggjar
ligt Støðufesti 600 milli
ónir krónur fyri bank an,
er tað langt frá teirri góðu
milliardini,
sum
fe lagið
ímynd aði sær at fáa. Út lit
ini til, at TF Holding fær
bankan bíliga, munnu vera
søtur songur í oyrunum á
øllum føroyingum, ið hava
fund ast
við
Fíggjarligt
Støðu festi um málið, tí hví
skal nakar tíma at leggja
fleiri pengar á borðið? Jørn
Astrup Hansen hevur sagt, at
bank in letur ikki aftur, sama
hvat hendir, og læt bankin
aftur, hevði í somu løtu tikið
seg upp politisk kreppa av
tí, at Danmark niðurlegði
helvt ina av føroyska fíggjar
kervinum.
Eina
tílíka
polit iska
banka kreppu hevur danski
stat ur in ong an áhuga at
skapa, nú Sam bands flokk
urin stendur at fáa 31 prosent
av at kvøð unum á kom andi
løg tings vali, og Lars Løkke
Ras mussen skal hava frið at
brynja seg til fólkatingsvalið
og royna at endurvinna for
sætis ráðharrasessin. Og so
fæst annars at síggja, um
aðrir íleggjarar enn TF Hold
ing eru uppi í leik inum, nú
Eik Banki skal seljast.
Tómar hóttanir
um Eik Banka
Á tíðindafundi hjá Fíggjarligum Støðufesti 18. november í fjør hóttu umboð fyri danska felagið við, at
um føroyingar ikki keyptu Eik fyri jól, fór felagið at avrigga bankan. Við útvarpið týsdagin segði Jørn
Astrup Hansen, stjóri í Eik Banka, at hetta fer ikki at henda kortini. TF Holding sigst nú nærkast einum
keypi fyri væl minni, enn Fíggjarligt Støðufesti ímyndaði sær, tí føroyingar ikki lótu seg hótta
Føroyingar eru
ikki hugaðir fyri,
at landskassin
setir pengar í
Eik. Ein kanning
hjá Granskingar
deplinum fyri
samfelagsmenning
vísir, at bara
25,5 prosent av
veljarunum taka
undir við at seta
almennar pengar í
Eik. 36,8 prosent
eru ímóti tí, og 37,7
prosent eru ivasom.
Fakta
Umboð fyri Fíggjarligt Støðufesti á tíðindafundi 18. november í fjør. Keypið bankan, ella lata vit hann aftur fyri jól, vóru boðini til føroyskar íleggjarar tá. Men hóttanin varð
ongantíð sett í verk, og nú má Fíggjarligt Støðufesti dúva upp á tey, sum allatíðina hava havt áhuga at keypa Eik, serliga TF Holding, ið kanska fær bankan heilt bíliga