Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Eftir at manningarfeløgini, Føroya Fiskimannafelag, Før oya Skipara-og Naviga- tør felag og Maskin meist ara- felagið øðrumegin og Føroya Reiðarafelag hinumegin, hava roynt at funnið semju um nýggjan sáttmála heilt síð an í desember, hevur hetta kort ini ikki eydnast. Tíðliga í hesi vikuni vórðu boð send eftir semings fólki, og nú eru tað semings menn- inir, sum koma at gera av, hvussu teir skipa sínar sem- ingsroyndir millum part- arnar. Ætlandi byrja veruligu semingsroyndirnar nú fríggja dagin og soleiðis, sum frá boð að hevur verið, er týs- dag urin í næstu viku dagurin, tá tað antin má bera ella bresta millum partarnar. Manningarfeløgini og reið arafelagið eru vorð in samd um onkrar smærri broytingar í gamla sátt mál- anum, men semja er als ikki um tað stóra stríðs málið í øll um sam ráðingunum, sum hevur verið oljan. Reiðarafelagið hevur í sam ráðingunum lagt upp til, at manningarnar luttaka í øktu oljuútreiðslunum, nú bunkringin er vorðin so nógv dýrari, men hetta hava manningarfeløgini ikki viljað hoyrt talan um. Mann ingar- feløgini meta ikki, at teirra limir í enn størri mun hava ráð til at hjálpa reiðarunum við at gjalda olju. Í tveimum sáttmálum av tilsamans átta fer oljan av óbýttum, men reiðarafelagið hevur sett sum krav fyri nýggj u m sáttmála, at so- leið is skal verða í øllum sátt- málum. Reiðarafelagið hevur í sam ráðingunum víst til eitt nøkur ára gamalt so nevnt protokollát sum sigur, at vendast skal aftur til møgu - liga luttøku í olju útreiðsl- unum, um oljan fer upp um 2,90 fyri liturin. Felagið hevur samstund- is víst á, at nú bunkringar- prísurin nærkast 4 krónum fyri liturin, er skiparaksturin vorðin so tungur, at nærmast ógjørligt er at reka skipini. Sum eina møguliga gongda leið, nú samráðingar hava verið millum partarnar í vikur, hevur felagið skarv- að burtur av sínum kravi og hevur skotið upp, at mann ingin luttekur í olju út- reiðslunum í tann mun, oljan fer upp um 2,90 krónur fyri liturin. Men heldur ikki hetta hev ur ført til, at partarnir kundu semjast. Manningarfeløgini hava víst á, at tey í nevnda proto- kol láti ikki hava bundið seg til luttøku, men bara hava givið sína undirskrift upp á, at spurningurin um oljuna kann takast uppaftur. Hetta merkir tó ikki neyðturviliga, at tey vilja luttaka. Undir samráðingunum, sum hava verið hesar sein- astu vikurnar, hava fe løg- ini tvíhildið um, at mann- ingarnar ikki í størri mun enn higartil skulu luttaka í oljuútreiðslunum. Reiðarafelagið hevur hin- vegin hildið upp á, at tað í prinsippinum ikki kann vera rætt, at skipini í flestu sáttmálum skulu bera allan kostnaðin av øktu olju út- reiðslunum. Felagið hevur eisini víst á, at um oljuútreiðslurnar minka aftur, soleiðis at bunkr ingarprísurin kemur niður aftur á 2,90 krónur fyri liturin, er eingin broyting í hesum viðurskiftum hjá manni ngunum. Í øðrum lagi heldur Reið- ara felagið eisini, at ein enda- lig loysn á spurninginum um oljuna hevði borgað fyri einum tryggari sáttmála fyri báðar partar – ikki minst, nú seinnu árini hava víst, at oljuprísirnir kunnu órógva raksturin og soleiðis skapa afturvendandi órógv í viður- skiftunum millum reiðarí og manningar. Døpur útlit Undir hesum samráðing- un um hevur Reiðarafelagið hildið rættiliga fast um, at manningarnar skulu luttaka í oljuútreiðslunum, og einki bendir á, at nýggjur sáttmáli verður undirskrivaður, um hetta ikki verður ein partur av eini semju. Útlitini til, at fiski skipa- flotin kemur at liggja, um semingsstovnurin ikki megn ar at mýkja partarnar mun andi, eru rættiliga stór og í samrøðum við stríð- andi partarnar, nú sam- ráðingarnar slitnaðu, bendir einki á, at nøkur løtt loysn liggur fyri framman. Føroyska samfelagið kann tí brynja seg til, at fiski- skipa flotin møguliga verður lagdur einaferð miðskeiðis í komandi viku – ella so hvørt, sum skipini, ið eru til fiskiskap, koma inn at landa. Reiðarafelagið hevur havt fund um, hvussu felagið skal Skipaflotin h ÓSEMJA Alt bendir á, at føroyski fiskiskipaflotin verður lagdur um eina viku ella so. Einki er, sum bendir á, at stríðandi partarnir, sum eru Reiðarafelagið øðrumegin og manningarfeløgini hinumegin, fara at semjast um nýggjan sáttmála, nú oljan er vorðin ein so avgerandi og prinsipiellur spurningur í samráðingunum um nýggjan sáttmála Hóast samráðingarnar millum reiðarar og manningarfeløg hava vart í vikur, er ikki eydnast pørtunum at finna semju. Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum ... umframt skipini, sum fiska undir Føroy­ um, eru nøkur fá skip á fjarleiðum í løtuni, og tey fáa eftir øllum at døma ikki boð um at koma til lands, fyrr enn tíðin er komin, at tey aftur koma í føroyska havn...