Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 Sosialurin helSt lagdur fyrihalda seg, um sem ings­ menninir ikki megna at loysa stríðið millum partarnar. Úrslitið er, at øll skip, sum fiska undir Føroyum, verða biðin um at koma til lands, og loyst verður ikki aftur, fyrr enn nýggjur sáttmáli er undirskrivaður millum partarnar. Umframt skipini, sum fiska undir Føroyum, eru nøkur fá skip á fjarleiðum í løtuni, og tey fáa eftir øllum at døma ikki boð um at koma til lands, fyrr enn tíðin er komin, at tey aftur koma í føroyska havn. At fiskiskipaflotin møgu­ liga kemur at liggja, nú vit eru í háveturstíð, samstundis sum hetta er góð fiskitíð hjá eitt nú línuskipum, fer at føra til mistar inntøkur hjá skipum og manningum. Verður eitt møguligt verk fall drúgt, kemur hetta eis ini at ganga út yvir góðu vertíðina hjá eitt nú par­ trolaraflotanum sum er, tá upsin savnar seg til gýting. Upsaveiðan hevur verið rættiliga sløk síðan einaferð í summar, og tí fer eitt møguligt verkfall ella verkbann í fiskiskipaflotanum at koma illa við hjá teimum, sum eiga og reka hesi skipini, eins og hjá teimum manningum, sum hava sítt livibreyð á skips dekki. Oftast loysast ósemjur so hvørt, sum viðurskifti, ið stríð er um, verða mýkt hendan og handan veg in, men á pørtunum í fiski skipa­ vinnuni skilt, at her stendur rættiliga í botni, og fáur dugir væntar í løtuni, at tað slepst undan verkfalli ella verkbanni. vilmund@sosialurin.fo Nógv bendir á, at fiskiskipaflotin verður lagdur, tá komið er út í næstu viku. Semingsmenninir hava tíðina fram til týsdagin komandi – á middegi – at finna semju millum stríðandi partarnar ... verður verkfall ella verkbann, verða øll skip, sum fiska undir Føroyum, biðin um at koma til lands, og loyst verður ikki aftur, fyrr enn nýggjur sáttmáli er undirskrivaður...