Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 18 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Kvívík: Millum tey mongu hugna­ ligu sethúsini í bygdini, standa eini eldri, hugnalig og svørt miðskeiðis í bygdini, beint við ánna. Í stovuvindeyganum eru kertu­ ljósini tendrað henda kalda og ill­ fýsna mikudagin í farnu viku. Og innanveggja eru húsini hjá Gunnvá merkt av hugna, heimi og hita. Klokkan er farin at nærk ast middegi, og Gunnvá er júst aftur­ komin úr nýggja barna garðinum í bygdini. Sonurin, sum verður átta mánaðir í dag, er júst byrjaður har, og skal so spakuliga og líðandi venja seg við eina tilveru á einum stovni. Hann er nú lagdur at sova í barna vogninum uttanfyri, hóast høg ættin hoyrist hervilig her í bygdini henda kalda fyrrapartin. Gunnvá er farin at fyrireika seg til dagsins arbeiði, sum millum annað inniber eina vitjan av tíðinda tæn­ astuni. – Ja, hetta er eitt annað lív, sigur hon við einum brosi. – Tað er munur á at búgva í Havn og á bygd. Hóast henda veruleika, saknar Gunnvá ikki býarlívið sum so, sjálvt um hon ­ sum hon tekur til ­ ikki bara kann leypa inn á Hvonn saman við vinum sínum, serliga ikki nú, ið hon er vorðin mamma. – Her er næstan alt sum man hevur í Havn ­ bygdarhús, svimji­ hylur, skúli, barnagarður, skótar ­ um man líka sær burtursæð SMS. Eg hevði tó ynskt, at her var ein matvøruhandil. Áin og brimið At búgva á bygd er ikki ókent fyri Gunnvá. Hon er av góðum bergi brotin, tí pápi hennara kom úr Hesti og mamman av Borðuni. – Eg plagdi sum barn onkutíð at búgva úti í Hesti, so hetta er ikki fremmant fyri mær, sigur hon. Tað var sjálvandi við teirri avleið­ ing, at hon mátti velja býarlívið frá, um hon avgjørdi at keypa sær eini hús í Kvívík. – Alt hevur sína tíð. Nú eri eg á einum ávísum staði í lívinum, og eg haldi meg ikki hava mist nakað sum helst við at búgva á bygd, slær hon fast. Gunnvá sigur seg altíð hava havt ein romantiskan dreym um at búgva soleiðis, at hon annaðhvørt kundi hoyra tutlið úr ánni ella brimið bróta við strendur. Her í Kvívík hevur hon í roynd og veru fingið bæði: – Ja, eg skal bara opna vindeygað, so bæði síggi eg og hoyri eg ánna beint uttanfyri vindeygað og brim­ ið. Og ætli eg mær ein túr niðan í hagan, so er hann beint við. – Og skal eg vera heilt erlig, so hevði mær dámt væl at havt ein bát, soleiðis at eg kundi farið út at fiska, til dømis seið. Eg veit ikki, tað fer kanska at koma, sigur Gunnvá. snorri@sosialurin.fo BYGDARLÍV Hon hevur búð á mongum ymiskum støðum, bæði í Danmark, Onglandi og her í Føroyum, men í dag er Kvívík STAÐIÐ hjá kendu sjónleikarakvinnuni, Gunnvá Zachariasen. - Her í Kvívík, her vil eg búgva. Tað er so deiliga bygdasligt her norðuri, sigur 37 ára gamla havnardaman brosandi. So deiliga byg Havnarfólk á bygd Um somu tíð sum Gunnvá Zachariasen gekk og hugsaði um fyrimunir og vansar við einum húsakeypi í Kvívík, vóru menn farnir undir at byggja ein nýggjan og stóran barnagarð í bygdini. Hetta taldi eisini við á pluss-síðuni hjá Gunnvu, sum tá var við barn. Eftir at hon hevði átt, kom hon við í ein mammubólk her í bygdini, og gjørdi tað eisini sítt til at hon hevur trivist so væl. Tað sjáldsama við hesum bólkinum er, at mammurnar eru úr Kvívík, Skælingi, Leynum og Stykkinum. Og so er ein onnur havnardama, sum býr beint niðanfyri hjá mær, eisini við í hesum mammubólki. - Eg trúgvi eisini, at júst gjøgnum børnini fara vit at fáa samband við onnur her í bygdini, sigur Gunnvá, sum er í parlagi við Henrik S. Nielsen. Nevnast kann eisini, at millum tey mongu havnarfólkini í Kvívík er sóknarpresturin, Theodor Olsen, sum annars er hoyvíkingur. Reinsan á palli Tað er fyrst og fremst sum sjónleikara, at fólk munnu kennast við navnið Gunnvá Zachariasen. Seinastu tíðina hevur hon tó ikki staðið á palli, orsakað av barns­ burðinum. Nú er sonurin sloppin í barnagarðin í heimbygdini, og høvið verður aftur at fara undir starv sítt sum sjónleikari. Longu til várs skal hon í holtur við tann fyrsta leikin, men tann leikurin sum hon man gleða seg uppaftur meiri til, er tann sum verður framførdur á Tjóðpalli Føroya til heystar. – Tað er leikurin sum í donsku bókaútgávuni eitur “Renselse” eftir finsku Sofi Oksanen. Hann var upprunaliga skrivaður til pall, men seinni útkomin sum skaldsøga. Henda leikin gleði eg meg alvorliga til, sigur Gunnvá sum enn ikki er greið yvir, hvønn leiklut hon fær. – Men eg eri í øllum førum biðin at spæla við, sigur Gunnvá spent á málinum. ARBEIÐI Gunnvá Zachariasen er kend sum sjónleikari, við teimum avleiðingum og avmarkingum sum tað hevur. -–Tja, hjá mær er tað kanska so, at um tað gongur galið við sjónleikinum, so kann ein altíð lata upp ein matvøruhandil her í bygdini, sigur Gunnvá, sum eisini ætlar sær at fáa massasju-bonkin heima við hús í brúk