mikudagur 12. januar 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
Sosialurin
Oyggjablaðið
Eftir at hava lært til sjónleikara,
flutti Gunnvá heimaftur til Før
oyar, við tí í hyggju at steðga her
í eini 23 á±r.
– Hygg nú, hvussu skjótt tíðin
gongur. Nú havi eg longu búð í
Føroyum í meiri enn fimm ár,
og tað gongur á triðja ári her
norðuri, sigur hon við einum
brosi.
Fyrstu árini leigaði hon sær
bústað í Havn, men so líðandi
vann tann hugsanin fram, um at
fáa sær ein meiri varandi bústað.
Tað stóð henni greitt, at tað illa
loysti seg at halda fram við at
leiga, tí tað var nærum sum at
tveita peningin út gjøgnum
vindeygað.
Gunnvá byrjaði í roynd og
veru at hyggja sær eftir onkrum
húsi uttanfyri Havnina, millum
annað í Kvívík, her hon skjótt
fekk gott eyga á einum húsum.
Seinni vísti tað seg, at eini onnur
hús her á Víkavegi 24 kundu
keypast.
– Tá eg sá hetta húsið, segði
tað bara pling alt fyri eitt. Eg
bleiv beinanvegin forelskað í
teimum. Tey vóru bæði hugna
lig og høvdu haraftrat hjall,
urtagarð, rabarbugarð, kjallara
og alt sum hoyrdi til eini slík
hugnalig hús.
– Eg hevði sett mær eitt
hægsta mark fyri at kunna keypa
eini hús, men tá eg so bjóð aði
uppá tey, var prísurin faktist
lægri enn tað, sigur Gunnvá sum
yvirtók húsini á sumri 2008.
Hóast hetta var ivaleysa langt
úr Havnini, so var tað sum hon
sjálv tekur til styttri teinur
higar, enn tað hevði verið, um
hon skuldi búð í Vest manna.
– At skula búð har, hevði nokk
verið at spent elastikkið í meira
lagi, um ein altso skuldi flutt
sooo langt frá høv uðsstaðnum.
Tað øvugta
Gunnvá gjørdi sær sjálvandi sína
hugsan um fyrimunir og vansar
við at flyta úr Havnini og norður
til Kvívíkar.
Tað vóru tær røddir, sum
ráddu henni frá hesum: Altso,
Gunnvá, tað mást tú forstanda:
Kvívík er so langt frá Havnini;
tað er so strævið at skula koyra
fram og aftur á hávetri; har
er eingin matvøruhandil; ein
havnardama fór ikki at trívast í
eini so lítlari bygd; nei, hon fór
bert at støðast her í nakrar fáar
mánaðir, so fór hon at gerast
deyðatroytt av lívinum á bygd.
– Tja, eg veit ikki, eg geri ofta
júst tað øvugta av tí sum onnur
siga, og eg hoyrdi eisini nógv
fyri tað, tá eg so flutti norður.
Men satt at siga, so innstillar
man seg uppá tað. Soleiðis er
tað bara, eg meini so við: Hvat
er tað at koyra 20 minuttir til
Havnar?
– Heilt erliga, so elski eg
henda koyritúrin norðuraftur
um kvøldið eftir ein loknan
arbeiðsdag. Fyri meg er hesin
túrurin so deiliga avslappandi,
greiðir Gunnvá íðin frá.
Hon leggur aftrat, at hon
so líðandi eisini er vorðin eins
bygdaslig og onnur. Hon tímir
ikki at ganga ov leingi runt í
Havnini og tvassa.
– Nei, tá eg havi verið har í
eina tíð, so vil eg bara sleppa
heimaftur sum skjótast.
Tað segði
bara pling
daSligt
Skal eg vera heilt erlig, so
hevði mær dámt væl at havt ein
bát, soleiðis at eg kundi farið út
at fiska, til dømis seið
HEIMA
– Beinanvegin eg sá hesi húsini gjørdist eg
forelskað í teimum. Her var alt sum hoyrdi
til eini slík hugnalig hús, sigur Gunnvá, sum
dámar sera væl at arbeiða í urtagarðinum