mikudagur 12. januar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Stórur dagStovn
BØRN 16. august í fjør varð nýggi
dagstovnurin Áarlon tikin í nýtslu. Í
stovninum er pláss fyri íalt 98 børnum.
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Kvívík: Tað kundi tykjast sum óða
mannaverk, tá bygdaráðið í Kvívík
á sinni kom fram við ætlanini at
byggja ikki bert ein dagstovn, men
ein stóran dagstovn.
At ein bygd við bert 370 íbúgvum
skuldi hætta sær undir eina so stóra
íløgu, kom helst óvart á mong.
Men tey í bygdaráðnum ynsktu
at skapa bestu umstøður fyri
barna familjur tær sum longu vóru
í kommununi, og tær, sum mundu
umhugsa at búseta seg her.
Í dag kann bert staðfestast, at
dagstovnurin kom í tøkum tíma.
Eftir at barnaansingin hevði hildið
til í leigaðum hølum, upprann í
fjør dagurin, tá tann nýggi dag
stovunurin varð tikin í nýtslu.
Útstykking
Grundarlagið undir dagstovninum
hevur víst seg at vera til staðar. Í
kommununi, sum fevnir um bygd
irnar Kvívík, Stykkið, Leyvan, Skæl
ing og Válur, búgva í dag sløk 600
fólk.
Og fert tú innar í Áarlon so er
hann rættiliga fullsettur av børnum.
Í løtuni eru tey 70 í tali, og so seint
sum í farnu viku fór eitt nýtt barn
á fyrsta sinni í dagstovnin.
Sum er standa tvær stovur tóm
ar, men sum saktans kunnu takast í
brúk. Annars verða hinar stovurnar
nýttar til vøggustovu og barnagarð,
og sum frítíðartilboð til børnini tey
fyrstu skúlaárini.
– Vit vænta, at við verandi út
stykking í Leynum og vónandi eini
komandi í Kvívík, kunnu enn fleiri
børn koma til dagstovnin, sigur
borgarstjórin Dánjal Petur Müller,
borgarstjóri.
At hava góð viðurskifti innan
barnaansing og skúla er eitt tað
fyrsta sum fólk spyr eftir, og ein
fyritreyt fyri at fólk yvirhøvur vilja
flyta til eina bygd.
– Hetta hevur tí havt, og hevur
framvegis 1. prioritet hjá okkum,
vísir borgarstjórin á.
snorri@sosialurin.fo
Børnini eru perlur
hjá foreldrum
sínum, og her í
Áarlon sleppa tey
eisini at perla
PERLUR
FRAMTÍÐIN
Siborg Arge er leiðari í dagstovninum Áarlon, og sum varð tikin í nýtslu í august mánaði,
tá henda myndin varð tikin. - Hetta er ein góður stovnur, sigur hon