Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 24 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Kvívík: – Okkum dámar betri at hava ein varnan fíggjarpolitikk, og seta forvæntningarnar til inn­ tøkurnar í lægra lagi, vísir borgar­ stjórin á. Hetta fingu tey ikki minst at sanna í fjør: Tá komu góðar 650.000 krónur meiri í kommunukassan, enn tað sum bygdaráðið annars hevði væntað, í mun til 2009. Og hetta hendir, hóast fíggjar­ kreppa herjar og mong eru vorðin arbeiðsleys í farna ári ­ ikki minst, tá Fiskavirking fór av knóranum í desember mánaði. Ein fylgja av kreppustøðuni í dag, og av undanfarnum kreppum hevur verið, at fleiri kommunur hava ikki fingið tað inn í skatti sum mett varð. Men Kvívík hoyrir ikki uppí henda bólkin: – Vit eru tíbetur ikki so hart rakt av hesum, slær Dánjal Petur fast. – Hjá okkum hevur inntøkan hinvegin verið rættiliga støðug. Tað vísir seg, at nógvir kvívík­ ingar hava arbeiðspláss sítt á skrivstovum og fyritøkum í Havn, meðan aðrir eru sjómenn. Tað eru hinvegin ikki mong, ið hava arbeitt innan fiskivinnuna á landi. – Ein kanning varð einaferð gjørd um, í hvørji kommunu teir bestu skattaborgararnir vóru. Henda kanning vísti, at tann gamla Leirvíkar kommuna lá sum numm­ ar 1, meðan Kvívík lá altso sum nummar 2. – Jú, vit hava lutfalsliga góða inn tøku, og tað kunnu vit bara fegnast um, sigur borgarstjórin í Kvívíkar kommunu. Góð fíggjarstøða At peningurin streymar inn í komm unukassan ger sjálvandi sítt til, at kommunan sær seg føra fyri at fara undir fleiri arbeiðir hetta komandi árið. (Sí aðra grein á hesi síðuni). Men hesin veruleiki hevur eisini havt positiva ávirkan á fíggjar­ støðuna hjá hesi lutvíst lítlu, men kortini vælkoyrandi og nógv út­ bygdu kommununi. Her finst bæði góður skúli við svimjihyli, spildur­ nýggjur barnagarður og annað, ið krevst til eina kommunu í dag. – Jú, fíggjarstøðan er góð. Vit hava útbygt kommununa væl tey seinnu árini, men hóast tað skylda vit bert eina álíkning, sigur borgar­ stjórin. Kommunan er kortini ikki nøgd við at hava eina slíka skuld hangandi yvir sær, og tí verður miðað eftir at gjalda hana niður eftir seks árum. Ætlanin er kortini ikki at sita hendur í favni og njóta framd av­ rik. Tey vilja fegin hava fleiri fólk at flyta til kommununa og menna hana uppaftur meiri. Í hesum sam bandi hevur kommunan fleiri grund øki tøk í Leynum. – Vit vildu tó eisini havt fleiri grund øki at bjóða fólki her í Kvívík. So tað verður ein avbjóðing í framtíðini at útvega fleiri slík, sigur Dánjal Petur Müller. snorri@sosialurin.fo Varin men V SKATTUR – Hetta seinasta árið hevur verið eitt gott ár hjá okkum fíggjar liga. Ja, vit fingu faktist umleið 600.000 krónur meiri inn í skatti, enn hvat vit høvdu roknað við, sigur Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kví víkar kommunu. – Tað sær eisini gott út í ár, hóast fíggjarkreppuna. Sum er, klára vit okkum sjálvi. Vit klára tær pliktir sum vit hava, og vit hava eina góða og væl rikna kommunu. Tí er spurningurin, um ein skal leggja saman, bara fyri at leggja saman