Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 Sosialurin Oyggjablaðið æl útbygd SAMSTARV Kvívíkar kommuna hevur gott samstarv við grannakommununa. Men tann stóri spurningurin er, hvønn veg kommunan skal venda sær í framtíðini: Til Vestmanna, Vágar ella til Havnar. - Vit skulu í øllum førum ikki leggja saman, bara fyri at leggja saman, sigur borgarstjórin, Dánjal Petur Müller Hvønn vegin, Kvívík? Nógva tosið um saman­ legging av komm un um er ikki farið ómark að fram­ við lim unum í bygda ráðn­ um í Kvívík. Millum fólk er greitt, at tey vilja samstarva við aðrar kommunur, men spurningurin er bara við hvønn. Ein fólkaatkvøða fyrr í hesum valskeiðnum vísti, at meiriluti er fyri at samstarva við Vágar og Vestmanna. Tað sum kanska sermerkti atkvøðugreiðsluna var, at tað vóru bert 80 fólk ið greiddu atkvøðu. Samstundis er greitt, at sambært ætlanini hjá landsstýrinum skulu í øllum førum Vestmanna og Kvívík samstarva. Men sum Dánjal Petur Müller skilir støðuna eru uppaftur onnur sum halda, at ein eigur at leggja saman við Tórshavnar Kommunu. Men hinvegin duga fleiri kvívíkingar heldur ikki at síggja tað neyðuga í at skula leggja saman við aðra kommunu ella øðrum kommunum. – Eg meini: Sum er, klára vit okkum sjálvi. Vit klára tær pliktir sum vit hava; vit hava eina góða og væl rikna kommunu; og vit hava eina kommunu við teim fasilitetum ið krevjast. – Tí er spurningurin, um ein skal leggja saman, bara fyri at leggja saman, vísir Dánjal Petur Müller á. Við góðu skattainntøkuni í fjør og fyrraári, hevur kommunan sett sær fyri at gera nakrar neyðugar íløgur hetta komandi árið. Ein teirra er at betra um um­ støðurnar á skrivstovuni í Kvívík, har ein millum annað ikki hevur havt eina kantinu til starvsfólkið. Støðan hevur verið so, at tá tey skuldu vaska upp, so mátti hetta gerast inni á wc’inum. Og tað var ikki serliga nøktandi. Ein onnur avbjóðing hjá komm­ ununi er, at fyrireika møguleikar fyri bústøðum til eldri fólk. Ætlanin er snøgt sagt at kanna, hvat best er at gera: Um ein skal satsa uppá íbúðir, sambýli ella um ein velur onkra aðra loysn. – Vit ynski í øllum førum vera uppá forkant við menningina, og ætla tí at spyrja borgararnar um, hvat tey kundu hugsað sær í hesum sambandi, greiðir Dánjal Petur Müller frá. Kvívík er somuleiðis vælsignað við einum væl útgjørdum skúla við svimjihyli. Meðan skúlin er í góðum standi, er svimjihylurin tað ikki. Og tað ætlar bygdaráðið at gera nakað við. Hylurin er gjørdur í 1976, og hevur verið væl umtóktur av fólki. Nøkur ár seinni varð ein presending løgd í hylin, tí hann var farin at leka. Henda presendingin er nú útlivað, tí nú lekur aftur. Avgerð er tí tikin um at fáa hylin tættan aftur við at leggja nýggja presending, sum við øllum er mett at kosta 150.000 krónur. – Vit vita, at fimleikarhøllin eisini treingir til ábøtur, men vit hava so ikki sett pening av til tað í ár, staðfestir borgarstjórin. Kirkjugarðurin í Kvívík er um at vera fultgrivin, og tí hev ur kommunan sett 400.000 krón ur av til at útvega meiri øki. Í kirkju­ garðinum er sett á tann seinasta fjórðingin, og er ætlanin nú at víðka verandi kirkjugarð. Av øðrum íløgum kann nevnast, at ætlanin er at brúka 300.000 krón­ ur til kloakkskipanina, og 100.000 krónur til at seta Gamla Pakkhús í stand. Sama upphædd er játtað til eitt spælipláss á Válinum og eitt í Leynum. Hetta seinna er í samband við útstykkingina sum er gjørd í bygdini. – Vit hava valt at stykkja 9 út í fyrsta umfari. Tá tey eru seld, fara vit víðari, sigur Dánjal Petur. ­ Íalt er møguleiki fyri 24 grundøkjum aftrat á hesum staði. Íløgur í hópatali Fleiri bygdir á somu stødd sum Kvívík, og sum eisini liggja væl fyri við samferðslu, merkja afturgongd í fólkatali. - Vit hava havt eitt rættiligt støðugt fólkatal tey seinnu árini, og vænta at tað fer at økjast í framtíðini, sigur Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík ÚTBYGD Vit vildu tó eisini havt fleiri grundøki at bjóða fólki her í Kvívík. So tað verður ein avbjóðing í framtíðini at útvega fleiri slík