Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 26 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Kvívík: – Vit royna at selja slíkt, sum tær ikki fáa nakra aðrastaðni. Tí sært tú í mesta lagi tríggjar ella fýra kvinnur ganga við somu tasku, slær Rannvá fast. Í einum fyrrverandi bilhúsi, ið er innrættað til endamálið, ligg ur einasti handilin í hugnaligu bygd­ ini. Hóast plássið er avmarkað, bendir mangt á, at tær vitjandi kvinn urnar nærum altíð finna okkurt til sín sjálvs ella okkurt, ið tær kunnu lata sum gáva til onnur. – Vit leggja dent á at hava góðar vørur í einum prísflokki sum øll kunnu gjalda. Higartil hevur so hilnast væl hjá okkum, sigur Rann­ vá, sum saman við svigarinnu síni, Beintu Isaksen rekur handilin og fyritøkuna. Umframt sjálvan handilin hava tær báðar eisini eina heimasíðu, eins og tær hava vitjað í mongum heimum, sølustevnum og aðrastaðni við úrvali teirra. Damur úr Suðuroy Tað kemur helst óvart á mong, at tað finst ein slíkur handil í Kvívík. Áður var ein matvøruhandil her, men síðani hann lat aftur er hesin handilin við smúkkum, task um, turrikløðum tann einasti. Komin oman í bygdina sæst eitt skelti sum boðar frá, at her er gongd í handilslívinum hóast alt. Ein skal bara koyra fáar hundrað metrar til einasta bygdarhandilin. Fyritøkan 4ever (les: for ever) byrjaði í roynd og veru ikki sum handil, men heldur sum ein tæn­ asta, har tær báðar, Rannvá og Randi luttóku við sokallað home­ parties. Her nýttu tær høvið at vísa fram úrval sítt. Hetta vant so líðandi uppá seg, og á sumri 2009 varð avgerð tikin um at lata upp ein handil. Hetta varð gjørt av eini ávísari orsøk: – Okkara ynski var at hava eitt útstillings­vindeyga til okkara vør­ ur. Nú fingu fólk ein møguleika at koma framvið og við egnum eygum síggja tað, sum vit hava at bjóða fram, greiðir hon frá. Handilin er opin mikudag frá klokkan 16:30 til 20 og leygardag mill um klokkan 10 og 16, men ann­ ars eftir avtalu. Hóast hesa av­ markaðu upplatingartíðina koma fólk úr øllum landinum til Kvívíkar at keypa. – Eg veit ikki hvussu tað ber til. Men tað eru rættiliga nógvar damur úr Suðuroynni sum plaga at keypa frá okkum. Kanska er tað tí, at vit onkutíð hava verið har suðuri og víst vørurnar fram. – Tað vísir seg, at tað er ikki líka langt hjá suðuroyingum at koma ta longu leið til Kvívíkar, sum tað er hjá havnarfólki at gera tað sama, sigur Rannvá Isaksen við einum brosi. snorri@sosialurin.fo Lítil handil við stórum úrvali HANDILSLÍV – Tað er ikki beinleiðis tí, at tað gevur yvirskot at reka ein slíkan handil her í Kvívík. Men vit ynsktu at geva fólki ein møguleika aftrat at síggja okkara stóra úrval av vørum, sigur Rannvá Isaksen. Saman við svigarinnu síni rekur hon fyritøkuna og handilin 4ever í Kvívík. – Líkt er til, at serliga tær vaksnu kvinnurnar dáma okkara taskur, smúkkur og annað sum vit hava. Eg finni altíð okkurt – Her í 4ever finnur man altíð okkurt, sum man kann pifta klæði síni upp við. Ein av trúføstu kundunum er Rannvá Joensen úr Kvívík. Hon býr í grannalagnum, og hevur tí stuttan veg oman í lítla, men kortini væl útgjørda handilin. – Eg haldi, at tað hevur sín týdn­ ing, at vit hava ein slíkan handil í bygdini. Her fært tú í øllum førum slík ting, sum man ikki fær aðrastaðni, slær Rannvá fast. Um hon sjálv hevur brúk fyri onkrum gávuluti, ella skal í føð­ ingar dag ella fest, plagar hon at tjekka heimasíðuna av, fyri at vita, hvat er frammi beint nú. – Eg keypi í øllum førum her, tí úrvalið er stórt og prísirnir rími­ ligir. - Úrvalið er stórt og prísirnir rímiligir, sigur Rannvá Joensen (høgrumegin), sum hevur stuttan veg til handils í Kvívík 2 X RANNVá Prýði her og har Tað eru sjálvandi ikki øll, ið hava møguleika at koyra til Kvívíkar fyri at vitja hand il in hjá Rannvu og Randi. Fólk hava tó møgu­ leika at síggja úrval teirra á heima síðu teirra: www.4ever.fo. Her fæst eitt yvir­ liti yvir alt tað sum tær hava at bjóða fram. Umframt taskur, smúkkur, turrikløð og slíkt, eru tær somu leiðis farnar undir at selja garðs prýði úr granitti. - Vit hava ferðast nógv kring landið við vørum okkara, men vildu nú geva fólki ein møguleika aftrat at síggja okkara úrval. Tí byrjaðu vit henda handilin á sumri 2009, sigur Rannvá Isaksen TÆNASTA