Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 Sosialurin 27 Góða Margreta Vinskapur okkara hev­ ur gingið yvir eitt sera langt áramál. Løturnar eru óteljandi við góðum inni­ haldi, skemti, metingum, mein ingum, verk ætlunum og sjálv sagt vanlig um túnatosi. Vit fara við hesum at heilsa tær á tínum stóra degi. Margreta er fødd 13. jan uar 1941. Hon er dóttir Tumm as Svenn Zachariassen úr Vest­ manna og Astrid f. Berg úr Hvalba. Astrid gjørdist einkja ung og giftist upp aftur við Niels Joensen. Systk ini eru 4 frá fyrru giftu, og 4 í seinnu giftu. Her finna vit kanska rótina til sterku kensl una hjá Margretu fyri familju­ bondum. Margreta varð gift við Oliver Næss í 1967 og fingu tey børnini Kristinu og Jens Tummas. Margreta eigur eis­ ini sonin Regin. Í 1992 doyði Oliver av sjúku, og Margreta gjørdist einkja. Hetta var ein ein svár­ ur missur og tung tíð. Hóast hendan mótburð hevur Mar­ greta verið fyrimyndarlig mamma, omma og serstakt familju menniskja. Børn, ommubørn og svig­ ar børn fylla nógv í tilveruni hjá Margretu, samstundis sum hon eisini røkkur sínum systkj um og teirra familjum. Margreta tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1966. Hon var einsamøll kvinna í flokki saman við 18 monn­ um. Eftir lokið læraraprógv var Margreta fyrstilærari við skúlan á Hvítanesi og síðani flutti hon til Hoyvíkar skúla, tá ið hann var bygdur mitt í sjeytiárunum. Hon arbeiddi í Tórshavnar Kommunskúla frá 1978 til hon fór frá 60 ára gomul. Margreta fór frá skúla verkinum og til Lands­ miðstøðina fyri undir vís ing­ artilfar, har hon saman við øðrum hevur bygt upp eitt týðandi ljóðbandasavn. Hon hevur eisini lagt til rættis lesi – og skrivibøkur fyri Føroya Skúlabókagrunn . Margreta var á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya 1969­70, DLH (Danmarks LærerHøjskole) 1974­75 og á University of Newcastle 1983­84, har hon las enskt. Margreta hevur verið for­ maður í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í árunum 1985­1993. Sama ár, sum hon sleppur formansskapinum í MBF, tekur hon við for mans­ skapinum í Havnar Sjón­ leikarfelag til 1996. Umframt sítt lærarayrki, so hevur Margreta havt áhuga fyri sjónleiki, politikki og ymsum felagsarbeiði. Hon hevur síðani seinast í sekstiárunum verið við til at mynda føroyskt sjónleikarlív. Oliver og Margreta løgdu nógva orku í teirra felags áhuga at fáa sjónleikin á eitt so gott støði sum gjørligt,. Sjónleikarhúsið hevur al tíð átt eitt stórt pláss í Margretusa hjarta. Vit minnast hana í leik­ lutum sum t.d. Miranda í ”Harðveðrinum” eftir Shake­ speare, Dala Vala í ”Jørundi Hundagakongi” eftir Jónas Árnason. Eisini minnast vit prestin í leikinum ”Men størstur er kærleikin” eftir Per Olov Engquist og í grisku traged­ iuni ”Antigone” eftir Sofok­ les. Upplestrarkynstrið hevur hon sum fáur. Hvør minnist ikki upplesturin í Útvarpi Føroya av skaldsøguni ”Katr­ in” ? Margreta hevur luttikið í fleiri útvarpsleikum. Vit fýra vinkonur hava verið í mangum leiki saman við Margretu bæði á palli og handan pall. Eitt stendur eftir, og tað er, at Margreta er holl í samstarvi, kanska júst tí hon hevur sínar metingar og meiningar, og er før fyri at bera tær fram. Góða Margreta . Tú hevur vakurleika, styrki og góðar førleikar at halda fram bæði á ein og annan hátt. Vit gleða okkum til næstu samveru, tá ið vit halda fram við fram­ haldssøguni um lív og lagnur hjá okkum og øðrum. Sum tú veitst, so hava vit eitt verkevni, sum vit skjótt mugu fáa til høldar, so tað er bara at koma í gongd. Vit takka tær fyri áralangt vinalag, har tú hevur givið okk um tín loyalitet, tína rá­ styrki, tíni ríku evni. Tíni serstaku evni at síggja tað skemtiliga í tí álvarsliga, og ikki at bakka, tá ið alt ikki gongur sum ætlað, hava vit mangan notið gott av. Eftir stendur, at tú er tín egin, og er als ikki til keyps viðvíkjandi løttum loysnum. Tí er tað so mennandi at vera vinkona við teg. Enn einaferð – Hjartaliga tillukku – Vit heilsa tær og ynskja tær og tíni familju alt tað besta í komandi tíðum. Vinkonurnar Elin, Gulla, Nora og Oddvá Vinkonan Margreta 70