mikudagur 12. januar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
28
Miðvikan
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
3. partur
Tiltikin skrøggari
Dia á Vertshúsinum var ein kendur
skrøggari frá síni tíð sum sjómaður
millum annað til Kina.
Her vóru nógvar íspunnar søgur,
sum vóru gott undirhald fyri allar
teir, sum gingu inn á vertshúsið.
Beiggin Óla Jákup plagdi at spyrja
nærgangandi spurningar um hesar
søgur, men Dia dugdi væl at svara
fyri seg.
Óla Jákup var sum kunnugt pápi
Áarstovubrøðurnar. Hann var eitt
slag av hippi tá í tíðini við síðum
hári, sum avgjørt ikki var vanligt
tá.
Allar hesar søgur høvdu fylt
nógv, um tær vóru niðurskrivaðar,
men tað vóru tær so ikki, og tað er
spell
Eg minnist eina søgu, sum
stavar frá siglingini uppá Kina
hjá Dia. Tað var eitt myrkt og
kvirt kvøld, teir høvdu kastað
akker. Dia hevði hundavaktina.
Knappliga hoyrist eitt merkiligt
ljóð framman miðskips stýriborð.
Hann hyggur uttanborða, men
hoyrir bert eitt skvólpandi ljóð.
Hann tekur eina harpun, sum
hann plagdi at veiða haj við. Hon
var bundin til stórmastravantið, og
hann skjýtur harpunina fram við
skipssíðuna. Tað verður fast. Hann
hálar harpunina til sín, og merkir,
at okkurt tungt er. Tá tey fáa fongin
inn um, er tað ein kinesisk kelling,
sum er svomin út at stjala kopar av
klædninginum á skipinum. Hesum
kundi peningur fáast burtur úr.
Ein søga var eisini um, hvussu
stórt skipið var. Rigningurin var so
høgur, at tá ið ein matrósur fór til
vers, tók hetta so langa tíð, at hann
var ein gamal maður, tá ið hann
kom niður aftur.
Til hesa søgu plagdi Óla Jákup
at svara, at »so má hann hava etið
av tógverkinum á vegnum, og hetta
togverk mátti so vera sverari enn
tað, sum er her á verkstaðnum.« »Jú,
eg skal siga tær, at har vóru bæði
hotell og matstovur í rigninginum,
so tað var als ikki neyðugt at eta av
tógverkinum.«
Tað var eisini ein onnur søga,
sum eg minnist. Teir vóru á veg frá
Kina til Australia. Á eini dagvakt
verða teir varir við ein øgiligan bul
av rekaviði. Bulurin var fleiri metur
til ummáls. Teir fara at royna at
bjarga bulinum, og fingu riggað
trossa og taljur til. Men bulurin var
ov stórur, og teir vóru noyddir at
kloyva hann.
Nú helt Óli Jákup, at søgan var
nóg so avgjørd og spurdi, hvønn
reiðskap teir nýttu til at kloyva
bulin. »Sjálvsagt eina langsag,«
svaraði Dia. Tá svaraði Óla Jákup,
at tað mátti hava verið forbannað
vátligt hjá teimum, sum stóðu í
niðara enda á sagini! »Altíð kemur
tú á handan hátt,« svaraði Dia og
fór innar í stórstovuna.
So var tað søgan um tann stóra
steinbítin, Dia hevði fingið við Flesj
arnar eina ferð hann var á floti.
Steinbíturin var so stórur, at ikki
eingang átta stórátarar úr Hósvík
vóru førir fyri at eta meira enn
helvtina av høvdinum.
Hesa søguna helt Óla Jákup
var ein glósa til sín, tí hann hevði
konu úr Hósvík. Hann var eisini
uppvaksin hjá abbanum, har teir
vóru kendir grovátarar. Óla Jákup
svaraði aftur: »Ja, bróður, so má has
in steinbítur hava verið ein fittur
murtur á Nóa døgum.« »Nú kom
hann aftur við sínum klókskapi,«
svaraði Dia.
Prinsurin slapp ikki at
gjalda meira enn rokningina
Dia var ein originalur. Hansara fost
urdóttur Katrina var ein framúr
kokkur, og gjørdi hetta sítt til, at
gestirnir trivust so væl á verts
húsinum. Eina ferð fekk hotellið
vitjan av einum hollendskum prinsi
við fylgi í einar tvær vikur.
Tá prinsurin fekk rokningina og
sá, at hon var bert 3 kr um dagin,
helt hann hetta vera alt ov lítið, so
gott tey høvdu havt tað. Men Dia
gjørdi greitt, at var prinsurin ikki
nøgdur við rokningina, skuldi hann
ongan pening gjalda. Prinsurin
hevði so sítt stríð við fáa Dia at
taka ímóti teirri upphædd, sum
rokningin ljóðaði uppá.
Dunnur
Tað vóru nógv í grannalagnum við
Eystaru Vág, sum høvdu dunnur
fyri at fáa egg. Hinvegin var lítið
av hønum. Orsøkin var vist tann,
at dunnur betur enn hønur kundu
søkja sær føði niðri á sandinum. Har
var vanliga nóg mikið av fiskayngul,
bæði seiða og toskamurti og eisini
skel av ymiskum slag.
Tað var tó eitt minus við dunnum
í mun til hønum. Dunnurnar vurpu
í styttri tíð enn hønurnar. Tær
byrjaðu ikki at verpa fyrr enn móti
vári.
Tað var so hugnaligt at hoyra
dunnurnar gvagga niðri á sandi
num. Viðhvørt kundu tær hoyrast
so serliga væl saman við veingja
flaksan. Hetta merkti vanliga,
at nú var tað ein havtaska, sum
hevði fingið sær eina dunnusteik.
Ein havtaska kundi enntá slúka
eina gás. Vit mettu havtasku sum
okkara fígginda, og vit vóru ernir,
tá vit fingu eitt slíkt beist á tráðuna
og fingu tað avlívað. Hendi hetta,
komu nógv onnur børn til, og tann,
sum fekk beint fyri eina havtasku
kundi altíð rokna við stórari virðing
frá hinum børnunum.
Ein av mínum uppgávum var so
tíðliga á morgni sum gjørligt at fara
oman á sandin at reka dunnurnar
til hús, so mamma kundi geva teim
um breyðmolar og annan dunnu
mat frá húsarhaldinum.
Tað var neyðugt at fóðra dunn
urnar so væl sum gjørligt á vári,
so verpingin kundi byrja so tíðliga
sum gjørligt. Eg haldi, at vit høvdu
12 verpandi dunnur. Tær vóru
ymiskar á liti og fyri ein óroyndan
kundi tað vera ringt at kenna sínar
dunnur frá øðrum. Tá eg hugsi um
hesa tíðina eri eg ovfarin um, at
hetta kortini gekk so væl.
Ofta høvdu vit ein flottan dunnu
steggja eisini, men hetta var ikki
fast. Kortini var hetta eingin trupul
leiki, tí tað vóru nógvir steggjar
á vánni. Teir høvdu ongan góðan,
men teir kláraðu seg væl kortini.
Ofta bardust teir fyri at gera seg
upp fyri dunnurnar.
Kúgv til tarv
Ein árlig hending var, tá ið kúgv
skuldi til tarv. Hetta hevur William
Heinesen annars skrivað eina stutt
liga søgu um, tá ið hann máttu
lima seg inn í tarvafelagið, áðrenn
tarvurin slapp framat.
Tað eg minnist vóru tveir tarvar
í Havn, ein í Horni og hin í Mattalág.
Men okkara kýr fóru oftast til tarv
í Horni. Hetta at fara leiðandi
gjøgnum býnum við eini kátari
kúgv, sum var á illum, var ikki
nakað, sum dámdi pápa mínum.
So hann ofraði gjarna ein triðing
av eini dagløn til Sàmal Samuelsen,
Sámal hjá Tildu, at fara við kúnni til
tarv. Hetta kom uttan iva eisini væl
við hjá honum.
Kristian Djurhuus:
Skrøgg á Vertshúsinum
Í hesum partinum greiðir Kristian Djurhuus meira frá abbabeiggjanum Dia á
Vertshúsinum. Hann umboðaði undirhaldið í Havn fyri góðum 100 árum síðani
Her síggjast dunnurnar niðri á sandinum, sum Kristian umtalar
Her er tað Betti í Geil, sum gevur dunnuungunum at eta. Myndina tók
Petur Alberg. Hetta hevur verið um somu tíð, sum Kristian greiðir frá
Óla Jákup í Áarstovu (1832-
1909). Hann var abbabeiggi
Kristian, og hann trúði ikki
skrønunum hjá beiggjanum Dia