Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 Fekk tuberklasmittuna Eg vaks upp á Tvøroyri. Kríggið kom, tá ið eg gekk í skúla. Tá var eg um 14 ára gamal. Í 1942 fekk eg tuberklasmittuna. Hetta hendi jú hjá mongum tá í tíðini. Eg hevði verið á ólavsøku í Havn saman við Erlingi bróður. Erling bleiv sjúkur nakrar dagar seinni. Tey meintu, at tað var smittan, hann hevði fingið. Men hann kom væl burtur úr tí. Ein mánað seinni var hann til arbeiðis. Tá bleiv eg sjúkur. Tað bleiv alvorligt. Eg lá fyrst ein mánað, so var eg uppi í fjúrtan dagar og legðist aftur. Eg lá heima, tí hildið var, at eg ikki smittaði onnur. Annars hevði eg verið sendur á sanatoriið í Hoydølum. Mamma passaði meg so. Um­ framt húsarhaldið vóru eisini tvey neyt í fjósinum. Onga arbeiðskonu hevði hon heldur. Pápi var eisini so nógv í Havn, so hetta var strævið hjá mammu. Tá var tað, at Marius kom til jólini í 1942. Mamma hevði spurt vaskikonurnar á kontórinum, um tær kendu onkran, sum kundi hjálpa. So var tað onkur, sum kendi hendan Marius úr Sumba. Hann kom so at arbeiða hjá okkum. Marius var trúgvur, og tað var ordan í hjá honum. Hann kom, og eftir stuttari tíð búði hann hjá okkum. Hann tók sær serliga av neytunum. Eg legðist tríggjar ferðir. Eg lá í seingini tríggjar mánaðir tað heystið 1942, og so aftur fylgjandi árini. Av tí sama vóru tað tvey ár, eg ikki kundi ganga í skúla. Eg kom heldur ikki aftur í skúla. Eg var nr. 1 av næmingum í 3. real, men slapp ikki í 4. realflokk, tá eg var komin fyri meg aftur. Í geglið fyri at hava kenning Um tað annars var sum vanligt, hevði eg farið niður at lesa eins og beiggjarnir. Men kríggið forðaði hesum. Men eg byrjaði so á sýslu­ skrivstovuni 1. november 1944, og har kom eg so at vera til 1. november 1989. Av hesum 45 árum var eg sýslumaður í 42­43 ár. Av teimum var eg settur sýslumaður í 13 ár. Her kann setast inn, at pápi avloysti Oliver Effersøe sum sýslu­ mann. Tað er nógv skrivað um hann sum politikari og formann fyri sambandsflokkin, men minni er kent um hann sum sýslumann. Hetta skrivar pápi um í sínum endurminningum, og skal okkurt takast fram her. Effersøe var sera nógv ímóti rúsdrekka, og reglurnar í rúsdrekka­ lógini helt hann sera strangliga. Sjálvur hevði hann verið vátligur sum ungur, men nú toldi hann ikki at síggja mann við kenning á gøtuni. Hesa tíðina komu nógvir fiski­ menn til Tvøroyri. Tá slapst so ikki undan at síggja fullar menn. Men hetta toldi Effersøe ikki. Ein og hvør maður við kenning var í hansara eygum ein brotsmaður, sum skuldi revsast. So teir vórðu handtiknir frá hond. Tann einasta avmarking var, at brumman var so lítil. Men teir sum ikki kundu koyrast í brummuna fingu boð um at fara umborð á sítt skip, og skiparin varð gjørdur ansvarligur, um viðkomandi aftur vísti seg við kenning í býnum. Nógv tær flestu rapportirnar hjá Effersøe vóru um fyllskap. Pápi greiðir frá, at hann eina ferð sá Effersøe taka ein skálvíking við kenning. Hesin gekk friðarliga á gøtuni, tá Effersøe kom rennandi í sínum kasketti. Hann tók í kragan á manninum og segði hann vera handtiknan. Maðurin virkaði eitt sindur dølskur har hann gekk, men nú reisti hann seg upp í fulla hædd, og tá var hann høvdið hægri enn Effersøe. Hann lætst bara sum einki og gekk víðari. Hetta hevði hann eisini sloppið, um ikki politisturin kom til staðar í somu løtu. Teir báðir tóku so mannin og fingu við stórum baksi buktað henda sterka mannin inn í brummuna. Niels J. Mortensen, svágur Effersøe, hevði stóran handil. Her var eisini ymisk sløg av hárvatni. Hetta varð eisini drukkið av monn­ um, sum ikki fingu annan løg. Sambært rúsdrekkalógina var ikki loyvt at selja slíkt til persónar, sum kundu haldast at fara at drekka tað. Men henda lógargrein var nakað ullint. Men Effersøe fór eftir øllum, sum eftir hansara tykki høvdu brotið hesar reglur. Tað vóru fleiri handlar, sum fingu dóm fyri at selja hárvatn. Hetta bøtti ikki um hansara viðurskifti við svágin. Oliver var beiggi Josefinu, konu Niels J. Mortensen. Lítil løn hjá statinum Tað var tiltikið, at staturin lønti sínum starvsfólki ógvuliga illa. Eg minnist, at fulltrúin, sum var har undir krígnum, Volmar Bech, hevði støðugt brævaskifti við amt­ mannin um at fáa meira løn. Hann fekk 225 krónur um mánaðin. Amt­ maðurin var Hilbert, men har var einki at gera. Eg byrjaði sjálvur við kr. 50 um mánaðin. Tað at staturin lønti so illa, gjørdi eisini, at tað vóru so fá, sum høvdu áhuga at arbeiða fyri statin. Eg varð so settur sýslumaður frá 1. juli 1948, tá pápi fyrstu ferð fór í landsstýrið. Eg var bert 21 ár. Pápi kundi jú ikki hava nakað annað arbeiði, og hann fekk tískil farloyvi frá starvinum. Eg fekk eitt bræv frá Vagn Hansen um hetta. Hann var sein­ asti amtmaðurin og fyrsti ríkis­ umboðsmaðurin eftir hesi nýggju skipan við heimastýrislógini. Eg varð settur fyribils í eitt ár. Tá tað árið var gingið, segði eg amt­ manninum frá, at konstitutiónin rann út 1. juli 1949. Tá fekk eg tele­ gramm um at »konstitutionen for­ længes indtil videre.« Men hetta vardi í 13 ár. Pápi gjørdist løgmaður í 1950 og aftur í 1954. I 1958 gjørdist hann varaløgmaður fram til 1962, tá ið sjálvstýrislandsstýrið tók við. Tá tók hann ikki aftur við starvi­ num sum sýslumaður. Ejler Djurhuus: Sýslumaður í meira enn 40 ár Ejler koma at fylgja í fótasporunum hjá pápanum við at gerast sýslumaður, og hetta gjørdist hansara lívsstarv. Hann greiðir frá: Í komandi parti greiðir Kristian frá mammu síni, sum var sera hjálpsom móti teimum, sum vóru verri fyri. Ejler greiðir millum annað frá síni tíð sum settur sýslumaður i Klaksvík aftaná læknastríðið Tað var inni í Trongisvági, at Kristian Djurhuus bygdi garðin, har Ejler nú býr Høgtíðardagur á Tvøroyri