mikudagur 12. januar 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
30
Sosialurin
Kjak
Eg skal vegna okkum í ting-
og landsstýrismanning Javn-
aðarfloksins, sum vóru til
staðar á Gl. Apoteki í gjár,
viðganga, at tað, sum vit
sendu út til Gerhard Logn-
berg,
løgtingsmann,
varð
gjørt í frustrasjón og ikki
var tað, sum vit vanliga
halda vera borðbært. Hesum
harmast vit. Men so ein
frágreiðing um orsøkina til
hesa frustrasjón.
Øll vit, sum hava verið við
í politiska arbeiðinum, vita,
at sjálvt um vit hoyra til eina
samgongu, so eru vit langt frá
altíð samd í einum og øllum.
Eisini vita vit, at sjálvt um vit
enntá hoyra til ein og sama
flokk, so hendir tað mangan,
at ósemjurnar innanhýsis eru
stórar. Tá er bert ein vegur at
ganga, og tað er at seta seg
við borðið og arbeiða seg
fram til eina semju. Einasta
amboði í hesum arbeiði er
talaði orðið. Men semjurnar
seta altíð sum krav, at
partarnir geva seg og flyta
seg ímóti hvørjum øðrum.
Men allarfyrsta treytin er, at
partarnir møta til fundar, har
avgerðirnar verða tiknar.
Tað kann væl vera, at
mong kunnu siga, at vit, sum í
dag umboða Javnaðarflokkin
á tingi og í landsstýri, ikki í
nóg stóran mun reka reinan
og góðan javnaðarpolitikk.
Tað ger man bert, um man
situr í andstøðu, men tá
verða tað bert tey reinu og
flokstrúgvu orðini og ongi
úrslit. Men í einari samgongu,
so eru tað altíð semjurnar,
sum vinna frama, og tað
kann til tíðir verða trupult at
marka úrslitini til ein ávísan
flokk í samgonguni. Men hin
vegin er tað rætt, at vit altíð
seta spurningin við, um kósin
er tann rætta.
Eitt skerst tó ikki burtur,
og tað er, at okkara umboð
gera tað, sum tey megna
og orka til tess at vinna so
nógv tann vegin, sum vit
vilja hava samfelagið at fara.
Rættiliga oftani verður tað
í hesum tíðum við stórum
halli á fíggjarlógini talan
um at verja borg, soleiðis
at viðurskiftini ikki versna
og skipanir niðurbrotnar.
Eitt annað, sum heldur ikki
skerst burtur er, at hesi somu
fólk leggja eina stóra orka og
nógva tíð í politiska arbeiðið.
Tíð við nógvum fundum og
tingingum, sum ikki altíð
er tær mest undirhaldandi,
men sum tó mugu gerast.
Eru úrslitini tá ikki nóg
nøktandi, so kennist møðin
av arbeiðinum tvífald.
Hvat er so góður javn-
aðarpolitikkur? Her má
eg viðganga, at reini sosial-
demokratiski
politikkurin
hevur verið undir trýsti
innanífrá í alt ov langa tíð.
Mótvegis
almenninginum
hava vit í ov stóran mun ikki
havt nóg neyvar politiskar
útmeldingar til mong mál
í longri tíð, tí áðrenn vit
minst varnast, so verður
tað, sum vit hildu okkum
hava
semju
um,
skotið
niður av okkara egnu. Hetta
er hent t.d. innan eitt nú
fiskivinnuna, skatt, mentan,
kommunurnar, fólkaskúlan
og eldraøkið. Við vilja nevni
eg virðispolitikkin til seinast
t.d. tað at verja útsettar
bólkar í samfelagnum, hóast
hetta eru sera týðandi javn-
aðarpolitisk áhugamál.
Eg haldi, at vit øll, hvar
enn vit sita í skipanini, hvør í
sínum lagi á egnan hátt gera
tað ítarsta fyri at liva upp
til tað álit, sum veljarin og
flokkurin hava givið okkum.
Er ein flokkur í samgongu,
so skulu semjur gerast alla
tíðina, tí eingin flokkur fær
alt, meðan allir fáa okkurt.
Mangan gera vit semjur í
samgonguni, sum hondina
á hjartað ikki altíð smakka
okkum so væl, men sum
eru neyðugar, soleiðis at
týdningamikil
mál
verða
rokkin. Tíverri hava vit
alt ov mangan upplivað, at
tá trýstast skal á knøttin
í tingsalinum, so verða vit
framstillaði sum svíkjarar
mótvegis javnaðarhugsjónini,
meðan bert tann eini er tann
reini. Men tað er lætt, um
man ikki kennir seg sum
part av nøkrum og letur hini
taka tøkini. Lætt at vera í
andstøðu til øll onnur enn
seg sjálvan.
Tá alt okkara arbeiðið
nú soleiðis verður skotið í
skeljasor fyri opnum skugga,
tí hetta ikki er í familju við
javnaðarpolitikk
sambært
tí eina persóninum, so sigur
tað seg sjálvt, at sjálvt hampa-
fólk halda, at nú er ovboðið.
Og so als ikki, um tann, sum
tá letur okkum øll úr inn
at skinninum, ikki hevur
luttikið í politiska arbeiði-
num. Hetta var tað, sum
tíverri hendi í gjár.
Fyrsta treytin fyri ávirk-
an av úrslitum er, at ein
sjálvur er til staðar. Ikki
bara
tá
tingformaðurin
kallar til fundar, men so
sanniliga í teimum ymisku
politisku
smiðjunum
bæði á floksfundum á Gl.
Apoteki, limafundum runt
um í landinum, floksleiðslu-
fundum fyri ikki at tala um
á landsfundum. Men har er
gjarna ein tómur stólur.
So vegna okkum øll, so
høvdu vit ynskt, at viður-
skiftini vóru nógv øðrvísi.
Flokkurin stendur seg illa í
veljarakanningum, so tað vit
minst av øllum hava brúk
fyri beint nú er, at vit stinga
hvønn annan í bakið.
Eg fari tí her til seinast at
heita á allar góðar javnaða-
rkreftir um, at vit leggja hetta
afturum okkum og heldur
taka eitt tørn fyri at fáa vent
gongdini rætta vegin.
Jóannes Eidesgaard
floksformaður
Ein óheppin viðmerking
í reinari frustrasjón
Meðan tingfólk og lands-
stýrisfólk
hjá
Javnaðar-
flokkinum senda út eftir-
lýsing eftir tingmanni, leita
føroyingar
eftir
Javnað-
arflokkinum. Enntá vit í
andstøðuni verða nú noydd
alment at senda eina eftir-
lýsing út, tí flokkurin er
burtur í føroyskum politikki.
Meðan sambandsflokkurin
við
Rósu
Samuelsen
á
odda jarðleggur eitt væl-
ferðartilboð fyri og annað
eftir, tí tey ikki trúgva upp
á føroyska samfelagið, sita
leivdirnar av tí einaferð so
stolta
arbeiðaraflokkinum
á Gamla Apoteki og heingja
síni skitnu klæði út á snórin,
so øll síggja skommina.
Hans Pauli Strøm
Tann ídnasti av hesum, Hans
Pauli Strøm, skrivar nú eitt
lesarabræv um dagin, har
hann tekur sær sjálvum – og
viðhvørt flokkinum – æruna
fyri øll vælferðarframstig
seinastu 7 árini. Hann eigur
Heilsutrygdina, hann eigur
øll framstig á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi,
hann
eigur
talgildu
heilsuskipanina,
hann
eigur
barnsins
fyrsta sjúkradag á privata
arbeiðsmarknaðinum osfr.
Keðiligt, at ein annars so
skilagóður politikkari ikki
megnar trýstið og velur at
fara lætt um sannleikan fyri
egnan vinning. Tí veruleikin
er, at ongin politikkari kann
eiga nakað einsamallur. Øll
mál, har fólkaræði valdar,
krevja politiskan meiriluta
fyri at verða framd.
Tað skar meg í eyguni at
lesa lygisøguna um talgildu
heilsuskipanina. Hans Pauli
sigur, at fyrsta stigið varð
tikið við verklagslóg, sum
hann sum landsstýrismaður
legði fyri Løgtingið í 2004.
Við øðrum orðum var onki
áðrenn hann. Men tað er
tvætl. Stutta tíðarskeiðið, eg
sat sum landsstýrismaður,
var gott fyrireikingararbeiði
gjørt júst fyri at búgva
borð til eftirmannin. Og
tað arbeiðið bygdi á tað,
sum var gjørt fyri mína
tíð. Stutti sannleikin er, at
THS er ein verkæltan, sum
starvsfólkini í umsitingini
og í heilsuverkinum, kan-
ska einamest Jóannis Erik
í Køttlum, hava føtt og
uppalt.
Landsstýrisfólkini
hava bara havt leiklutin at
bera verkætlanina ígjøgnum
politisku skipanina, so hvørt
sum tørvur var á tí.
Hvar eru tit?
Føroyingar hava langt síðani
lisið skriftina á vegginum.
Tað ber ikki til at taka sær
æruna fyri fáu framstigini,
meðan
øll
onnur
eiga
skuldina fyri afturstigini.
Meðan
javnaðarfólk
sita
handan
læstar
dyr
á
Gamla Apoteki og senda
lesarabrøv,
eftirlýsingar
og sjálvrós út í miðlarnar,
hava tey mist sambandið
við føroyingin. Og sítt egna
kall. Í suðri spyrja tey, um
hetta er javnaðarpolitikkur. Í
Sandoynni stendur ein útblak-
aður tingmaður vónleysur og
lítur yvir á barnaheimið hjá
Peturi Mohr Dam. Hann spyr
eisini, hvar flokkurin bleiv av.
Í Eysturoynni eru tey langt
síðani givin at leita.
Bill Justinussen
Eftirlýsing: Hvar er Javnaðarflokkurin?